Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juni 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 102 — 3. JUNI 1999 tíðindablaðið 9 Marco Polo latið upp aftur Góðir sjey mánaðir eru farnir, síðani matstovan Marco Polo í miðbýnum í Havn brendi. Í gjár lat matstovan upp aftur, og ikki kann sigast annað, enn at matstovan er eina v itjan verd Teir tríggir Nourdin Manai, Dánjal Petur Mariusarson og Sofus Hansen framman fyri snotuliga sjálvtókuborði, sum Sofus hevur tilevnað TERJI NIELSEN Tað var kanska lagnurnar speisemi, at Landsrætturin staðfesti dómin um eldáset- ingina í Marco Polo-máli- num, samstundis sum mat- stovan heyði almenna mót- tóku í sambandi við, at hon lat upp aftur eftir eldsbrun- an. Á móttøkuni, sum var væl vitjað. var borðreitt við alskyns góðum á einum stórum sjålvtøkubordi, ið var útskorið sum eitt segl- skip. Møtimikil uppgáva Teir báðir eigararnir av Marco Polo, Sofus Hansen og Nourdin Manai, siga, at tað hevur verið ein møti- mikil uppgáva at byggja matstovuna upp aftur, men nú teir eru lidnir við hetta, eru teir sera væl nøgdir við úrslitið. Tad, sum ein beinan vegin leggur til merkis, tå, man kemur innar í matstov- una, er, at stílurin innan er tann sami, sum hann var undan eldsbrunanum. Sofus Hansen sigur, at nógvir av gomlu kundunum hava spurt, um teir ikki fóru at varðveita gamla stílin, og tað hava teir so avgjørt. Nakrar broytingar eru tó gjørdar, og millum annað er køkurin fluttir, so at hann vendir nidan ímóti konditt- arinum. Haraftrat er hæddin í erva nú eisini ein fastur partur av matstovuni. so at Marco Polo tilsamans hevur pláss fyri eini hálvannað- hundrað fólkum! Í kjallara- num eru nýggj fyrstafloks nátthús gjørd umframt eitt goymsluhøli hjá matstov- uni Umrådandi at hava skeinkiloyvi Nu Marco Polo er latid upp aftur, hava eigararnir a matstovuni eisini avgjørt, at opið skal verða á miðdegi, har skipað verður fyri ein- um stórum sjålvtøkubordi. Hetta tykist vera nakað, sum av álvara hevur vunnið frama millum matstovueig- ararnar i høvudsstadum, tí tað er ikki so ;angt síðani, at Rio Bravo fór undir júst tað sama. Annar av eigarunum í Marco Polo, Sofus Hansen. sigur, at tað er við at henda ein broyting í mentanini hjá føroyinginum, sum ger, at fleiri og fleiri velja at eta úti á miðdegi. Serliga eru tað tey, sum hava búð utt- anlands og venda heim aft- ur, sum nýta henda møgu- leika, leggur Sofus Hansen aftrat. Nú matstovan letur upp aftur, er hevur hon eis- ini fingið skeinkiloyvi. Teir báðir, Sofus Hansen og Nourdin Manai, siga, at tað er umráðandi hjá eini mat- stovu at hava skeinkiloyvi Serliga eru tað ferðafólkini. sum til dømis spyrja eftir einum glasi av víni afturvið einum góðum búffi, siga teir báðir matstovueigarar- Nú matstovan hevur latið uppaftur, fær Levi møguleika at skeinkja vin til viðskiftafólkið Mynd: Jonhard Hammer , Mynd: Jonhard Hammer nir. Hóast matstovan nú hev- ur fingið skeinkiloyvi, so ætla teir ikki at svíkja tann partin av gomlu viðskifta- fólkum, sum dámdu best at vera í einum rúsfríum holi og eta, sigur Sofus Hansen Ætlanin er, at tann ovara hæddin av matstovuni í mest gjørligan mun skal vera rúsfrí, sigur Sofus, tí vit vilja fegnir varðveita øll okkara góðu gomlu við- skiftafólk I køkinum hjá Marco Polo er nú eitt kent andlit at síggja. Tað er Dánjal Petur Mariusarson. sum sjálvur heyði matstovuna Nólsoy- arstovu fyri nøkrum árum síðani. At hann nú er køks leiðari í Marco Polo, halda Sofus og Nourdin er ein fongur fyri matstovuna, ti at Dánjal hevur so drúgvar royndir í vinnuni. Við hon- um á odda er matarskráin hjá Marco Polo eisini voks in munandi, og millum ann- að verður nú møguleiki fyri at royna fleiri ymiskar og spennandi fiskarættir Gott at vera aftur Dánjal Petur Mariusarson, sum í seinastuni hevur bú- leikast í London, sigur, at tað er bæði áhugavert og gott at koma aftur í føroyska matstovuheimin. Sum á- byrgdarhavandi av køkinum kemur Dånjal Petur at hava sína stóru ávirkan á matar- skránna, og hann sigur, at sum heild kann sigast, at matarskráin fer at umfata mat úr øllum heiminum Hetta merkir, at vit kunnu vænta okkum, at til dømis verður onkur væl kendur europeiskur kjøtrættur borðreiddur við einari for- kunnugari eysturlendskari SOS Marco Polo er ein familj- umatstovu, leggja eigararnir dent á. og teir vísa eisini á, at matarlepin fevnir bæði um forkunnugar rættir til tey vaksnu umframt teir meiri vanligu rættirnar, sum ungdóminum og DØrnunum dåma best. Spurdur, hvat fyri fiskarættir vera á mat- arskrånni, sigur Dánjal Pet- ur Mariusarson, at tað hava teir ikki endaliga avgjørt, tí tað veldst um. hvat fyri fisk- aslag teir kunnu fáa mest støðuga levering av. Men hann leggur tó dent á, at fiskurin er umrådandi, tí tað er nakað. sum ferðafólk spyrja. hóast vit fyrst og fremst koma at liva av okk- ara føroysku viðskiftafólk- um. At matstovan er eina vitjan verd. kunnu vit báðir, myndamaðurin, vátta, tí vit fóru bæði mettir og vælsett- ir út aftur úr snotiligu mat- stovuni í hjartanum av Havnini, sum saknur hevur verið i til Stórt úrval hálsprýði. og r littum steinum studentarnar... vv pryæislutury ingar í vøkr Klivin