hósdagur 3. juni 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 102 — 3. JUNI 1999
tíðindablaðið
Ein katastrofa
fyri fólkaskúlan
- Eg kann bara siga, at okkum vantar orð fyri hesum, ið gongur fyri seg og
vit standa sera spyrjandi, sigur forkvinnan í Fóroya Lærarafelag, Elsa Bir-
gitta Petersen, nú eykajáttan ikki fæst til fólkaskúlan, eftir at næmingatalið er
hægri enn mett.
Hon heldur tað vera løgid, at fíggjarnevndarformaðurin, sum er limur í
Lærarafelagnum og partur av skúlaleiðsluni, ikki vil taka málið upp
DAGFINN OLSEN
Elsa Birgitta Petersen, for-
kvinna í Føroya Lærara-
felag sigur, at stødan, sum
hon er nu, als ikki kann g60-
takast.
- Í fjør og í år eru tillutaðu
tímarnir ikki komnir skúlu-
num í hendi í góðari tíð og
møguleiki hevur ikki verið
fyri at leggja til rættis, fyrr
enn í summarfrítíðini. Í fjør
tók tíð at fáa viðurskiftini
hjá sáttmálasettum lærarum
í rættlag og nú letur til, at
játtanin er ein forðing, sigur
Elsa Birgitta Petersen.
- Aðrenn tey tvey undan-
farnu árini, hava lærarar og
leiðslur vant seg við, at tím-
atalvan verður løgd í mars/
april, so lærarar, leiðsla og
ikki minst foreldur og næm-
ingar, vita hvussu skúla-
gongdin verður komandi ár-
ið. Nú standa vit sera spyrj-
andi, sigur forkvinnan í Før-
oya Lærarafelag.
Ótolandi
Stødan, sum hevur tikið seg
upp. eftir at tað gjørdist
greitt, at eini 235 næmingar
fleiri enn mett framman-
undan, eru í føroyska fólk-
askúlanum komandi ár, tyk-
ist alt meira ógreið. Fíggj-
arnevndin vil ikki avgreiða
umbønina frå Undirvísing-
ar- og mentamålastyrinum
um eina eykajåttan, ti um-
bønin ikki er komin teimum
í hendi, fyrr enn løgtingid
var farið í summarfrí.
Landsstyrismadurin í
undirvísingar- og menta-
málum, Signar á Brúnni,
hevur fingið greið boð um
at finna neyðuga peningin
aðrastaðir innan síni máls-
øki, men hann metir, at ilt
er at skerja nakrastadir, utt-
an at okkurt steðgar upp. og
hann ynskir fund við fíggj-
arnevndina.
Elsa Birgitta Petersen
metir, at sum stødan er i
løtuni, so eru vidurskiftini
ótolandi fyri limirnar í Før-
oya Lærarafelag, tí lærarar,
ið skulu søkja starv, vita
ikki, hvørji størv eru leys at
søkja. Og eisini Óvissan um,
hvort tað møguliga verður
spart so mikið, at færri lær-
arastørv eru komandi ár, er
ótolandi.
- Vit sendu skriv til lands-
stýrismannin, tá Yrkisfelag-
ið var liðugt við sínar sam-
ráðingar, har vit heittu á
hann um at broyta fólka-
skúlalógina soleiðis, at tað
eisini í framhaldsdeildini
kemur eitt mark uppá hægst
24 næmingar í hvørjum
flokki. Sum er stendur hetta
bert í lógini viðvíkjandi 1.
til 7. flokk, so nú er møgu-
liga vandi fyri, at spart verð-
ur á tann hátt, at fylt verður
í framhaldsflokkarnar, og so
vita vit, hvor blødir fyri tað,
óttast Elsa Birgitta Petersen,
og leggur afturat, at vón-
leyst verður at undirvísa eft-
ir nútímans undirvísingar-
hættum og tey, sum hava
serligan tørv, detta burtur
ímillum.
Ein katastrofa
- Hetta er ein katastrofa
fyri fólkaskúlan, hvorki
meira ella minni, men hvor
hevur skuldina, tað er ilt at
siga, men tað er neyvan bara
Undirvísingar- og menta-
málastýrið og landsstýris-
maðurin í undirvísingarmál-
um, tí málið hevur eisini lig-
ið leingi í Fíggjarmálastýr-
inum, metir Elsa Birgitta
Petersen, men hon leggur
afturat, at ilt er at fáa greiðu
á hesum, tí orð stendur í-
móti orði í hesum málinum
- Vit hugsa um okkara
limir og skúlan. Hetta er ein
katastrofa fyri skúlan og
okkara limir, bæði leiðslu,
lærarar í starvi, lærarar, ið
skulu setast og eisini fyri
næmingar og foreldur, sigur
Elsa Birgitta Petersen.
Nevndarformadurin
limur i lærarafelagnum
Enn hevur Føroya Lærara-
felag ikki umhugsað nøkur
tiltøk, ti enn er stødan so
nyggj.
- Vit hava bíðað og fleiri
ferðir spurt okkum fyri, um
tímarnir ikki skjótt koma,
men hava fingið drálandi
svar og eina ávísa frágreið-
ing, men henda stødan er so
nýggj. sigur forkvinnan í
Føroya Lærarafelag.
Hon heldur tað vera sera
løgid, at figgjarnevndin,
ikki vil taka málið upp, tí
formaðurin, Bjarni Djur-
holm, varaskúlastjóri á
Eingin loysn at
homa enn
Landsstýrismaðurin í undirvísingar-
og mentamálum, Signar á Brúnni, ar-
beiðir enn við at finna eina loysn á
málinum um økta næmingatalið i
fólkaskúlanum
DAGFINN OLSEN
Signar á Brúnni, sum fyrra-
dagin og í gjar arbeiddi við
at finna eina loysn, nú pen-
ingur vantar, tí eini 235
fleiri næmingar enn mett
eru í fólkaskúlanum kom-
andi ár, heyði á middegi í
gjár ikki stórvegis viðmerk-
ingar.
- Vit arbeiða við máli-
num, men eru ikki komin
til nakað úrslit fyri, hvørjir
útvegir eru, segði Signar á
Brúnni á middegi í gjár.
Landstýrismaðurin hevur
ynskt fund við fíggjar-
nevndina, ið ikki tykist vilja
ganga hesum á moti. Men á
middegi í gjár vónaði lands-
stýrismaðurin í undirvísing-
ar- og mentamálum, Signar
á Brúnni, framvegis at fáa
fund við figgjarnevndina, so
hann fær lýst málið fyri
nevndini.
Signar á Brúnni, lands-
stýrismaður í skúlamálum,
stríðist við at finna eina
loysn á málinum um økta
næmingatalið
Elsa Birgitta Petersen er forkvinna í Føroya Lærarafel-
ag. Hon heldur, at stríðð um eykajáttan til fólkaskúlan
er ein katastrofa fyri fólkaskúlan
Eysturskúlanum í Havn, er
limur í Lærarafelagnum.
- Formaðurin í fíggjar-
nevndini telist millum okk-
ara limir, hann er eisini part-
ur av skúlaleiðsluni, so
hansara hjartað má liggja á
øðrum stað, metir Elsa Bir-
gitta Petersen, sum annars
enn metir, at málið er ov
nýtt, til at enn kann verða
talan um tiltøk.
Sum kavabóltur
Elsa Birgitta Petersen minn-
ir á, at tann stóri sorgarleik-
urin er, at landsstýrið legði
eina nýggja fólkaskúlalóg
fyri løgtingið, sum løgtingid
samtykti
- Føroya Lærarafelag å-
varaði um, at lógin fór at
kosta pening, men bert ein
brøkpartur av veruliga
kostnaðinum fylgdi við og
er hetta ein av orsøkunum
til vanlukkuna, ið nú er
hend. metir Elsa Birgitta
Petersen
- Hetta hevur verid sum
kavabólturin og trupulleik-
arnir fara bara at vaksa, tá
arbeidskrøv og gjald fyri tað
ikk; samsvara, sigur for-
kvinnan í Føroya Lærara-
felag, Elsa Birgitta Peterse
4
Okeypis
ráðgeving og óbindandi tilboð
verða givin upp á vindeygu,
hurðar og havastovur úr
plasti ella aluminium
e-mail: ap-proGpost. olivant.fo
Umsiting:
Tel 31 87 96
Fax 31 87 46
Í Svanga 23
Postboks 199
FO-110 Tórshavn
Verkstaður:
Nordagøta