hósdagur 3. juni 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 102 — 3. JUNI 1999
tíðindablaðið
13
Vilja ikki lata
SEV vindmyllu
Hóast SEV hevði eina avtalu við heimsins stórsta vind-
mylluframleiðara um eina nýggja myllu, sum skuldi setast
upp í Neshaga, so er málið útsett, tí framleiðarin ikki vil
selja SEV mylluna
SVEINUR TRÓNDARSON
A syðra enda á Eystuoynni
stendur ein vindmylla og
dagar upp í landslagnum
Mylluna eigur SEV, og hon
er ein partur av el-kervinum
hjá felagnum.
Nógv hevur verið skrivað
og sagt um vindorku her á
landi, og tað er ikki ov nógv
sagt at fólk (leikfólk!) halda
tað verða løgið, at tað ikki
ber til bara at hava vindorku
her heima.
Hjá SEV hava teir verið
eitt sindur varnir við at fara
undir at framleiða orku úr
vindi, men hóast tað, so
hevur felagið gjørt nakrar
royndir á økinum.
Royndirnar eru gjørdar
við vindmylluni, sum stend-
ur í Neshaga, syðst á Eyst-
uroynni, og fyri eini tíð síð-
ani avgjørdi leiðslan í Sev,
at ein nýggj og stórri mylla
skuldi setast upp á sama
stað.
Verandi mylla er 150KW,
men ætlanin er at seta eina
myllu, uppá 750 KW upp.
Leiðslan hjá SEV er
nevniliga av teirri fatan, at
Neshagi er tað best egnaða
staðið til vindorkufram-
leiðslu av teirri orsøk, at
vindur er javnastur á hesum
stað, sammett við onnur
stød.
Framieidarin
skifti meining
Leiðslan í SEV hevur havt
samráðingar við størsta
vindmylluframleidaran i
heiminum, og tad er ein fyr-
itøka, sum eitur NEC-Mic-
on i Randers, um at keypa
eina vindmyllu frá teimum.
Samráðingarnar = vóru
komnar so væl áleiðis, at
keypssáttmálin skuldi und-
irskrivast, og avgjørt var, at
myllan skuldi setast upp
einaferð í august.
Men ein dagin fyri nøkr-
um mánaðum síðani fekk
stjórin í SEV, Klæmint
Weihe bræv frá NEC-
Micon, har sagt varð frá, at
felagið hevði avgjørt ikki at
selja SEV mylluna.
Klæmint Weihe sigur við
Sosialin, at framleiðarin
segði orsøkina verða tey
serligu vindviðurskiftini í
Føroyum, og at teir vóru
bangnir fyri sínum umdømi,
um so var, at eitthvørt skuldi
hent við mylluni.
SEV-stjórin er tó ikki so
vísur í, at hetta er einasta
orsøkin til, at felagið ikki
vil selja SEV mylluna.
- NIC-Micon er størsti
framleiðarin í heiminum, og
teir hava vanliga stórar
ordrar. Í hesum føri er ordr-
in bert upp á ta einu myll-
una, og eg rokni við, at teir
eru bangnir fyri, at kostn-
aðirnir við bert at hava eina
myllu í Føroyum, eru ov
stórir.
Hvor er orsøkin til tað?
— Tá ein slík mylla, sum
henda skal flytast til Føroya
er neyðugt við serligum
flutningsfyriskipanum, og
tær eru ikki heilt ódýrar, sig-
ur Klæmint Weihe.
Royna við góðum
Boðini frá NIC-Micon
komu sjálvandi dátt við hjá
SEV, tí við hesum fór øll
tíðarætlanin í vaski.
— Vit høvdu avgjørt, at
seta mylluna upp i august,
men tað ber ikki til nú. Ar-
beiði við at gera fundamenti
SEV hevur ætlanir um at seta nýggja vindmyllu upp í Neshaga, men framleiðarin, sum SEV
hevði avtalu við, hevur boðað frá, at teir kortini ikki vilja lata føroyska el-felagnum myllu-
na. Tískil er øll ætlanin útsett í óásetta tid
er ikki byrjað av teirri ors-
ok, at framleiðarin sigur nei,
og nú er eingin vón at fáa
tað gjørt í år. Til tað er alt
ov langt útliðið, sigur
Klæmint Weihe.
Væntar tú at tað fer at
eydnast at fáa teir at skifta
meining enn einaferð?
— Tað tori eg ikki at siga
nakað um, tí vit hava ikki
fingið svar upp á brævið
enn. Men tað kann tykjast
løgid, at framleiðarin so-
leiðis skiftir meining, tí
hann kennir viðurskiftini,
sigur Klæmint Weihe.
Og rætt hevur hann, tí
vindmyllan, sum stendur í
Neshaga, hon er nevniliga
frá sama framleiðara.
Einasti munur er, at tá
kallaðist felagið Nordtank
og vóru ikki so stórir, sum
teir eru í dag.
Um so er, at henda ætl-
anin fer í vaski, so eru kort-
ini útlit til, at ein nýggj og
stórri vindmylla verður sett
upp í Neshaga, um ikki í ár,
so møguliga í næsta år
— Eydnast tað ikki. so fara
vit til onkran annan fram-
leiðara, tí tað eru fleiri at
taka av, sigur Klæmint
Weihe.
Peningastovnsverkfallið útsett
Verkfallið í figgjarheiminum er útsett av semingsmonnunum, og Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum i Føroyum,
skilir ikki svarið frå sakfórarunum, sum sigur, at Argeiðsgevararnir hava borið seg skeivt at, við bert at gjalda løn
fyri tríggjar dagar av juni mánaði
SVEINUR TRÓNDARSON
Tíðin, sum partarnir í fíggj-
arheiminum hava at loysa
ósemjuna um nýggjan sátt-
mála fer nú av álvara at
styttast.
Fakfeløgini lýstu verkfall
at koma í gildi í kvold á
midnátt um eingin loysn er
funnin, og peningastovnar-
Verður kassin latin aftur?..
nir lýstu afturímóti við at
lata peningastovnarnar aftur
kl. 14.00 í dag, fyri at kunna
avgreiða umbidnu tænastur-
nar áðrenn eitt møguligt
verkfall tók við.
Men í gjár avgjørdu sem-
ingsmenninir báðir, Alfred
Petersen og Jógvan Amons-
son at útseta verkfallið til
mánakveldið í næstu viku
á midnátt.
Við hesum er so í fyrsta
umfari sloppið undan einum
verkfalli nú, men enn er 6-
vist, um tað ikki kortini end-
ar við verkfalli.
Ogreiða um
løngjaldingina
Tá tað i seinastu viku gjørd-
ist greitt, at peningastovn-
arnir vóru hóttir við verk-
falli, avgjørdu leiðslurnar í
stovnunum bert at gjalda
starvsfólkunum løn fyri
tríggjar dagar av juni mán-
að.
Hesum funnu starvsfólk-
ini seg ikki í, og fakfeløgini
fingu tí advokatarnar Teirin
á Skaalum at gera eitt løg-
frødisligt responsum, hvort
tað var lógligt ella ikki sum
arbeidsgevararnir høvdu
gjørt.
Nidurstødan hjå sakførar-
unum var, at arbeiðsgevar-
arnir ikki hava rætt til at
eftirhalda í lønini fyrr enn
verkfallið er veruleiki, og
tað merkir istuttum, at teir
siga, at framferðarhátturin
hjá arbeiðsgevarunum er í
andsøgn við sáttmála og
høvudsavtalu.
Hesari nidurstødu er ar-
beidsgevararnir als ikki
samdir i.
Astrup Hansen heldur fast
vid sína stóðu .…
Í einum tíðindaskrivið í
gjár vísa teir á, at útgjald-
ingin av lønini er gjørd sam-
svarandi verkfallsvegleið-
ingini hjá Finansforbundet,
sum er ordførandir samráð-
ingarpartur vegna fakfeløg-
ini í fíggjarheiminum.
Henda vegleiðing sigur,
at flestu starvsfólk hava
sambært sáttmála ella av-
talu rætt til at fáa lønina
útgoldna mánaðarliga forút
- tó í longsta lagi til dagin
áðrenn verkfall verður sett
í verk. Galdandi fyri tað
lønarkoyring, sum verður
gjørd mánaðan áðrenn verk-
fallið verður sett í verk, skal
tryggjast, at tað einans verð-
ur útgoldin løn fyri tíðina
fram til verkfallið verður
sett í verk.
Við hesum sum grund-
geving siga arbeiðsgevarar-
nir, at teir hava hildið seg
til galdandi rættningslinjur
hjá fakfeløgunum sjálvum,
og at teir tí einki skeivt hava
gjørt í so máta.
Bara galdandi
fyri Føroya Banka
Ragnar Olsen, frá Finans-
forbundet, sum er felagið
hjá starvsfólkunum i Føroya
Banka váttar fyri Sosialin-
um, at tað er rætt sum Ar-
Men tað ger Ragnar eisini!
beiðsgevarafelagið sigur.
Men avtalan, sum teir
vísa til er bert galdandi fyri
starvsfólkið í Foroya
Banka. Og eftir okkara
tykki ber ikki til at flyta eina
avtalu hjá einum felag yvir
á hini uttan víðari, sigur
hann.
Tí hevur Trygdin, sum er
felagið hjá starvsfólkunum
Og hesin við? ..
á Tryggingini biðið um eitt
løgfrødisliga meting a
framferdarhåttinum.
— Nevndin i Trygdini
heldur ikki, at tað er rættur
framferðarháttur, og tað
gevur løgfrødingurin teim-
um rætt í, sigur Ragnar Ol-
sen.
Møguliga í
gerdarrættin
Hóast framferðarhátturin er
samsvarandi verkfallsveg-
leiðingini hjá Finansfor-
bundet, so merkir tað ikki
at starvsfólkið hjá felagnum
í Føroyum eru nøgd við
framferðina
Ti ganga feløgini í løt-
uni vid tankum um at royna
málið í einum gerðarætti.
Tað kundi verið, at tað vóru
føroysk viðurskifti sum
gera, at hasin parturin av
avtaluni ikki skal verða
galdandi í Føroyum, og um
so er, so koma vit sjálvsagt
eisini undir tær treytirnar,
sigur Ragnar Olsen.
— Ti skal eingin ivi verða
um, at vit bakka upp. um
hini feløgini avgerða at
royna gerðarættin
Standa við krevini
Í dag klokkan 10.00 byrjaðu
fóru semingsmenninir
Jógvan Amonsson og Al-
fred Petersen til samráð-
ingarborðið við stríðandi
pørtunum
Semingsroyndirnar eru á
Hotel Eiði, og tað er, eftir tí
sum skilst, ikki fyri at koma
burtur frå tí stressaða høv-
udsstadnum, at fari verður
til Eiðis, men tí at eingi egn-
aði holi eru til taks í Havn
Um fridurin uppi undir
gørðunum á Eiði fær part
arnar til at semjast, ber
sjálvandi ikki til at
men er eingin |
í hús áðrenn midnått måna-
kvøldid, so verður
VEF
semja tin
so skjótt sum samráðin
nar slitna eftir midnått