fríggjadagur 4. juni 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 103 — 4. JUNI 1999
tíðindablaðið
Vilhelm M.Johannesen: Teir gjórdu nakað skjótt av:
Ongin avtala um at
handverkarar skulu &
fåa lønarhækkingar
—Vit hava sum so
ikki lovað hand-
verkarum meiri í
lón. Men vit hava
boðað frá, at vit
ætla at dagfóra
handverkaraløn-
ina eitt sindur.
Men tað verður
hvørki í dag ella í
morgin, sigur for-
maðurin í Føroya
Handverksmeist-
arafelag
AKI BERTHOLDSEN
- Eg eri ikki so frægt sum
liðugur at hugsa um tað. Og
nøkur broyting hendur so
ikki við tað fyrsta.
Teir handverkarar, sum
hava sett nøsina fram ímóti
at fáa hægri løn nú, mugu
brynja seg við toli.
Herfyri ljóðaði, at Føroya
Handverksmeistarafelag
heyði lovað handverkarum
eina trivaliga lønarhækking,
nú lønirnar hjá arbeiðsfólki
hækka munandi eftir teim-
um nýggju sáttmálunum.
Nevnt hevur verið, at
meistararnir hava lovad
handverkarum eina lønar-
hækking uppá einar 3
krónur nú og og aftur eina
lønarhækking upp á einar 6
kr. komandi ár.
Eftir sáttmálanum skal
handverkaralønin hækka 50
oyru 1. oktober í år, upp i
87,15 kr.
Men handverkarar siga, at
á fundi vid meistararnar
nava teir lovað at hækka
lønina upp í 90,60 kr.
1. Oktober komandi år,
skal lønin aftur hækka upp
í 88,02 kr., men tå hava
meistararnir lovad at hækka
lønina upp i 94,60
Arni Hådal, formadur i
Landsfelag Handverkar-
anna helt, at hetta var ein
hækking, sum hann ikki
ivadist í at handverkarar
fóru at góðtaka, hóast talan
ikki bleiv um sáttmálasam-
ráðingar
Tí handverkarar søgdu
nevniliga tå, at teir fataðu
hetta sum eitt lyfti frá meist-
arunum og eina avtalu um
ådurnevndu lønarhækking.
Men hetta er ikki heilt
rætt, sigur Vilhelm Jo-
hannesen, formaður í Før-
oya Handverksmeistarafel-
Vit hava sum so ikki
lovad handverkarum meiri
Hetta er ikki nakað, vit fara at tosa, ella samráðast við
handverkarar um. Hetta er eitt einvegis tilboð frá okkum.
men at nókur avtala er gjórd, passar ikki, sigur Vilhelm
m. Johannesen, formaður i Føroya Handverksmeistara
felag
í løn.
- Men vit halda, at nú er
munurin millum eina ar-
beidsmannaløn og eina
handverkaraløn so litil, at
tað er vandi fyri, at tað fær
avleiðingar fyri handverk-
arastættina, tí hvør skal tíma
at standa i læru í fýra år, tá
ið at kalla ongin munur er á
lønini kortini, sigur Vilhelm
Johannesen.
Hann sigur tí, at hóast
sáttmálin við handverkar-
arnar gongur líka til 1. okt-
ober í 2001, ætla meistarar-
nir sær kortini at dagføra
lønina hjå handverkarunum
eitt sindur fyri at fåa eitt
glopp ímillum arbeidaraløn
ina og handverkaralønina
aftur
Men nær lønin verður
dagførd og, hvussu nógv
lónin verður hækkað, fái eg
púra onki sagt um enn
Meistaraformaðurin vátt-
ar, at ådurnevndu tel uppá
90,60 og 94,60 kr. kr. vórðu
nevnd å fundinum imillum
handverkararnar og Meist-
arafelagið.
- Men hesi tølini skulu
bara uppfastast um eitt
dømi.
Og tað er ongin sum
kann sigast, um tað er hend-
an upphæddin, sum hand-
verkaralønin verður dagførd
við, ella nær dagføringin
verður
Hvussu tað verður gjørt,
nær tað verður gjørt og.
hvussu nógv, talan verður
um, eru vit ikki so frægt
sum lidugir at hugsa um
enn.
So tað verður hvorki í
hesum mánaðinum, ella í
næsta mánaða, at nakað
hendir
Tó er tað púra vist, at
okkurt hendir og at hand-
verkaralønin onkuvegna fer
upp- einaferð. leggur hann
afturat.
Ongar samráðingar
Vilhelm M. Johannesen
leggur dent á, at hóast hand-
verkaralønin verður dagførd
einaferð, verður tað ikki tal-
an um at broyta sáttmálan.
Sáttmálin gongur til 1.
oktober 2001 og hann verð-
ur ikki rørdur fyrrenn tå.
- At vit fara at dagføra
handverkaralønina, skal
einans skiljast sum eitt ein-
vegis tilbod frå okkum til
teir.
Og tad er ikki eitt til-
bod, sum tad ber til at sam-
ráðast um.
Hetta er ikki nakað, vit
fara at tosa við handverk-
ararnar um, sigur Vilhelm
Johannesen.
Annars veit hann íkki.
hvussu stóran áhuga hetta
hevur millum handverkarar.
tí tað munnu vera teir allar-
flestu, sum fáa væl meiri
enn sjálva såttmålalønina,
so tað vera fáir handverk-
arar, sum í veruleikanum
fáa nyttu av, at lónin verður
dagførd
Vidurkenna nu Lands-
felagið
A áðurnevnda fundi millum
meistarafelagið og hand-
verkararnar, vóru bæði Før-
oya Handverkarafelag og
útbrótararnar í Landsferlag
Handverkaranna umboðað.
Hetta fegnast formaðurin
í Landsfelagnum um, tí
hann sigur, at hetta kann
ikki fatast sum annað. enn
at meistarafelagið viður-
kennir Landsfelagið.
Og tað váttar Vilhelm Jo-
hannesen.
Hann sigur. at Landsfel-
agið var við á fundinum av
tí at tað er nógv, sum bendir
á, at tað verður ein partur í
komandi sáttmálasamráð
ingum.
Tungt tak eftir
Arni Hádal sigur, at nú er
eitt tungt tak eftir og tað er
at fáa Føroya Handverkara-
felag at góðkenna Lands-
felagið eisini. so at Lands-
felagið fær sín part av teim-
um arbeiðsgevaragjøldum.
sum meistararnir í løtuni
gjalda Føroya Handverk-
arafelag eftir sáttmálanum
Talan er eitt nú um gjøld
til eftirløn og eftirútbúgv-
ingar.
Meistararnir siga. at teir
hjava avtalu við Føroya
Handverkarafelag og so
leingi hann er galdandi, má
gjaldið fara hagar.
Og higartil hava allar
royndir hjá Landsfelagnum
at fáa Føroya Handverkara-
felag at útbetala tann partin
av gjøldunum, sum limimir
í Landsfelagnum eiga.
- Eg skilji ikki hvussu
teir hava samvitskuðtil tað.
Tí tað teir við hesum ,
gera, er, at téir fgkå teir
eldru limirnir í okkara felag
til gísla og teir limir; sum
vilja eftirútbúgva seg og tað
mátti tænt Føroya Hand-
verkarafelag til lítlan sóma.
sigur Arni Hådal.
--Ístaðin áttu teir at verið
so mikið at sær komnir, at
teir betaltu okkum tann pen-
ing. vit eiga
— Teir skulu enntá verða
vælkomnir uppí okkara eft-
irlønargrunn, sum er betri
enn tann, teir sjálvfír hava
— Eg skilji ikki, hvyssu
teir kunnu sova væl um
náttina, eftir at hava tikið
okkara limir soleiðis til
gísla, sigur Arni Hádal.
VILD SPOR
í EAS Á
Fra skaberne af "Fargo
ir filmar hvørja viku
i
THE BIG LEBOWSKI
Ny
A PERFECT MURDER
Leiga videofilmar á hesum stødum:
Statoilstødin í Gundadali tel. 314770
Statoilstødin i Kollafirdi fel. 421082
Statoilstødin i Saltangarå tel. 4491
Statoilstødin i Klaksvik tel. 457353
Statoilstødin i Sørvågi tel. 332001
Statoilstødin i Skålabotni tel. 441200
Statoilstødin i Leirvik tel. 443360
Statoilstødin å Sandi tel. 361101
O STATOIL
stødirnar kring landið