fríggjadagur 4. juni 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 103 — 4. JUNI 1999
tíðindablaðið
I kjalarvórrinum á marknaavtaluni við bretar:
Nú fáa vit eitt
oljumálastýri
Í kjalarvørrinum á marknaavtaluni við bretar er avgjórt
at seta á stovn eitt nýtt aðalstýri. Oljumálastýrið verður
tað sjeyna stýrið í almennu umsitingini og skal tað burt-
urav taka sær av oljumálum. Lógmaður sigur við Tíð-
indablaðið Sosialin, at landsstýrið prioriterar eina kom-
andi oljuvinnu so mikið høgt, at tað nú verður lýst eftir
einum stjóra til nýggja stýrið, sum kemur at liggja bein-
leiðis undir landsstýrismanninum í oljumálum
JAN MÚLLER
Føroyar fáa nú sítt sjeynda
aðalstýri. Í Tinganesi er av-
gjørt at seta á stovn eitt
oljumálastýri. Anfinn Kalls-
berg, løgmaður sigur við
Tíðindablaðið Sosialin, at
nú marknaavtalan við bretar
er komin uppá pláss, verður
alt oljumálið prioriterað so
mikið høgt, at eitt sjålvstød-
ugt aðalstýri hereftir fer at
taka sær av oljumálum burt-
urav.
Tað verður nú søkt eftir
einum aðalststjóra til
nýggja stýrið. Hesin fær til
uppgávu at skipa tað. Her
er m.a. talan um at samskipa
ymiskt inni í tí nýggja Olju-
málastýrinum, sum í dag
liggur aðrastaðni, td. jarð-
fróði, umhvørvi ol. Løg-
maður sigur, at tað, sum
liggur í øllum hesum er, at
oljan nú fær fyrsta prioritet.
Við hesi broyting fær
landsstýrismaðurin í olju-
málum nú ein aðalstjóra,
sum burturav tekur sær av
oljumålum. Tvs. at tað er
tann umsitingarligi parturin,
sum nú verður upppriori
teraður. Uppgávan og á-
byrgdin hjá landsstýris-
manninum verður framveg-
is tann sama.
Uppá fyrispurning um
nýggja aðalstýrið merkir
fleiri nýggj størv og fleiri
almennar útreiðslur sigur
Anfinn Kallsberg, løgmad-
ur, at tað fer hetta neyvan
at merkja í fyrstu syftu. Ti
nógvar av uppgávunum
verða longu í dag røktar av
Oljumáladeildini og teim-
um fólkum har arbeiða. Tvs.
at hesi bara koma at arbeiða
undir einum ødrum karmi.
Vit hava longu ein leiðara á
oljumáladeildini. Hetta
starvið verður upppriori-
Nú eitt oljumálastýri
verður sett á stovn fellur
starvið sum leiðari av
Oljumáladeildini burtur.
Ístaðin skal setast ein
aðalstjóri. Herálvur
Joensen, leiðari á
Oljumáladeildini, sum her
hittir John Brooks, stjóra í
DTI í Bretlandi, sum er
ovasti oljumyndugleikin
har, er upplagdur til
nýggja starvið, men hann
hevur onga viðmerking, tá
Sosialurin spyr, um hann
fer at sókja nýggja
starvið. Mynd Jens K.
Vang
Herálvur Joensen, Anfinn Kallsberg, Eyðun Elltór og Arne Poulsen, sum higartil hava
staðið á odda fyri olju- og marknamálinum. Nú kemur víðari arbeiðið at liggja í
hondunum á einum nýggjum aðalstjóra og landsstýrismanninum. Mynd jan
Tað er ikki minst marknasemjan millum Fóroyar og Bretland, sum hevur skundað
undir ætlaninar at seta á stovn eitt sjálvstóðugt oljumálastýri. Mynd Jens K. Vang
terað.
Løgmaður sigur, at tað
verður í sambandi við kom-
andi útbjóðing, at tað helst
verður neyðugt at seta fleiri
fólk, tí hetta er eitt bæði
krevjandi og sera týðandi
arbeiði. Utbjóðingin er at
meta sum eitt tað fyrsta
veruliga startskotið til eina
komandi føroyska olju-
vinnu leggur løgmaður aftr-
at.
Vit spurdu løgmann,
hvussu hann umboðandi ein
flokk, sum leggur stóran
dent á ikki at hækka al
mennu útreiðslurnar, nú
gongur undan at seta á stovn
eitt nýtt aðalstýri!
Løgmaður sigur, at talan
verður ikki um at seta nógv
nýggj størv í hesum sam
bandi. -Sakin er tann, at vit
prioritera oljuna, sum nú er
vorðið eitt ógvuliga tungt
og umráðandi oki, og at tað
sum slíkt fær somu støðu
og status sum onnur stýri
Anfinn Kallsberg sigur
víðari, at tað verður gjørt
fyrst og fremst við tí í
hyggju, at henda nýggja
vinnan fær teir réttu karmar
longu frá byrjan av. Tað
merkir ikki neyðturviliga, at
tú fær fleiri størv. Lands-
stýrið leggur áherðslu á, at
hetta verður gjørt rætt og
gott
I løtuni hoyra oljumålini
undir Vinnumálastýrið
Hetta hevur verið galdandi,
meðan oljumálini hava ver
ið á einum meira fyrireik
andi stóði. -Nú meta vit, at
oljan er eitt stórri oki. og tá
Vinnumálastýrið er eitt
minni stýri, so halda vit, at
vit skulu geva oljuni ta
tyngd, eisini politiskt og
umsitingarliga, sum hon
hevur krav uppá, og serliga
við atliti til tann týdning
henda vinnan kann fáa fyri
alt tað føroyska samfelagið
Løgmaður vísir aftur, at
hetta stig er ein „falliter-
klering“ til Vinnumálastýrið
og leiðsluna har. Hetta er
bara eim heilt náttúrligur
partur av einum útviklingi
Anfinn Kallsberg. log
maður heldur eisini. at hetta
er eitt signal ut tl
oljufeløgini og skal visa, at
gott
landsstýrið prioriterar olj
una nógv. Hann leggur aftr
at. at verður olja funnin. sc
verður eitt direktorat helst
eisini sett á stovn
Snøgga og prýðiliga sniðið hjá DANSANI ger tað lætt at
innrætta baðirúmið sum ein sjálvur ynskir tað
so
Tí er DANSANI rætta loysnin til títt baðirúm!
V.V.S. HORNIÐ
Lågprishandil
Landavegur 2 - 100 Torshavn - Tlf. 318023 - Fax 310963
RUNAVIK
Tlf. 447773
Opið:
Mikud. 13.00-17.30
Leygard. 10.00-14.00