fríggjadagur 4. juni 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A mass
NR. 103 - 4. JUNI 1999
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
Hugburéurin
itrottar SOS
e-mail: emilasosialurin.fo
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
21
www.sosialurin.fo
hevur alt at siga
Fótbóltur: Urslitini eru vorðin stødugt betri móti Skotlandi, men fyrsta treytin fyri at fáa stig í morgin er, at hugburðurin er tann rætti
Fyrrapartin í gjár fóru Allan Sim-
onsen og hansara menn undir fel-
ags fyrireikingarnar til stóru upp-
gávuna, sum stendur fyri framm-
an í morgin, tá Skotland, sum er
styrkismett í næsthægsta bólkin-
um í Europa, er mótstøðuliðið á
Svangaskarði.
Tað er sjáldan, at allir spælarar-
nir, sum landsliðsvenjarin hevur
sent boð eftir, eru tøkir, men tað
eru teir hesa ferð. Allir teir, sum
venjarin vildi hava at vera saman
við sær, eru á Toftum, men ein
teirra fær ikki loyvi at vera við í
morgin. Tað er Henning Jarnskor,
sum er leikbannaður móti Skot-
landi, men verður tøkur aftur
móti Bosnia-Hersegovina.
Royndir menn á beinkinum
Ongantíð áður hevur føroyska
landsliðið havt so nógvar altjóða
royndir, sum teir hava, sum eru í
landsliðshópinum hesa ferð. Juli-
an Johnsson rundar 25 landsdystir
í morgin. og átta av hinum spælar-
unum hava frammanundan spælt
meiri enn 25 landsdystir. Þeir eru
lens Martin Knudsen (45). Allan
Mørkøre (40). Oli Johannesen
(37), Jan Dam (36). Todi Jónsson
(31). Øssur Hansen (30), Jens
Kristian Hansen (27) og Henning
Jarnskor (27)
Tå trýstið er so stórt. sum tað
verður á føroyska liðið í morgin.
hevur tað serliga stóran týdning,
at teir. sum eru á vellinum, hava
nógvar royndir og megna at halda
høvdid kalt, og ti er tað sjálvsagt,
at tað verður roknað við, at teir
omanfyri neyndu taka stóra
ábyrgd.
Tå hetta er sagt, so skal verða
lagt afturat, at tað er sera líuð
sannlikt, at allir teir omanfyri
nevndu koma á vøllin. Sum sagt,
so er Henning leikbannaður, og
tað tykist vera rættuliga víst, at
Jan Dam verður ikki millum teir
fyrstu ellivu. Jens Martin Knud-
sen må ivaleyst finna seg i at sita á
beinkinum, og so er spurningurin,
um venjarin letur Øssur Hansen
koma inn á vongverjan í vinstru,
har hann ikki hevur verið í eitt ár,
ella um John Hansen fær hetta
plássið.
Tað vil við ødrum orðum siga, at
hóast venjarin ofta undirstrikar,
hvussu stóran týdning royndirnar
hava, so eru tað bara tríggir av
teimum átta, ið hava spælt flestu
ferðirnar á landsliðnum, sum eru
fullvisir í at fáa pláss millum teir
fyrstu ellivu í morgin. Tað er sjåld-
samt, men tað boðar samstundis
frá, at tað hevur eydnast at hava
nógvar av teimum eldru við í hóp-
inum og tætt at liðnum, samstund-
is sum nýggir spælarar eru vorðnir
stuðlar og harvið uppløgd evni at
vera millum teir fyrstu ellivu. Her
verður hugsað um Jákup Mikkel-
sen, Pól Thorsteinsson, Sámal Jo-
ensen og John Petersen.
Rætta gongdin
Føroyar hava tríggjar ferðir áður
spælt undankappingardystir móti
Skotlandi. Tríggir teirra. sum fara
at spæla við í morgin, hava verið
við allar dystirnar á tamb. Teir eru
Óli Johannesen, Jens Kristian
Hansen og Todi Jónsson. Henning
Jarnskor er, sum sagt, leikbannað-
ur í morgin. Hann hevur verið við
hverja ferð, men í fjør varð hann
tikin út, tá tað restaðu níggju min-
uttir.
Tað er annars merkisvert, at
Allan Mørkøre, sum burtursæð
frá Jens Martini Knudsen er mest
royndi landsliðsmaðurin, ongan-
tíð hevur verið við, tá Føroyar og
Skotland hava spælt.
Fyrsta ferðin, Føroyar spældu
móti Skotlandi, var 12. oktober
1994 á Hampden Park í Glasgow.
Talan var um annan dystin eftir at
Allan Simonsen var vorðin venj-
ari, føroyska liðið varð niðurspælt
og tapti 5-1. Jan Allan Miiller
skoraði føroyska málið, tá eitt
korter var eftir. Eingin av mál-
skjúttunum hjá Skotlandi ta ferð-
ina er í ferðalagnum hesa ferð.
Tá Skotland var á Svangaskarði
fyri snøggum fýra árum síðani —
dysturin varð spældur mikudagin
7. juni í 1995 — gekk tað hópin
frægari hjá føroyska liðnum, sum
fekk tvey mál ímóti sær eftir 25 og
29 minuttir. Serliga í 2. hálvleiki
gekk væl hjá okkara monnum,
men teir vóru ikki nóg avgjørdir,
tá tað galt um at skora mál.
Hvørgin málskjúttin hjá Skot-
landi ta ferðina er við í ferðalagn-
um hesa ferð.
Triðja royndin móti skotum
man standa klár í minninum hjá
teimum fótbóltshugaðu. Føroyar
taptu 2-1 í Aberdeen 14. oktober í
fjór. og tað var John Petersen, sum
skoraði uppá brotsspark. eftir at
Todi Jónsson var feldur. Tað rest-
aðu fimm minuttir, tå føroyingar
skoraðu, og skotar, sum ikki
høvdu spælt væl i 2. hálvleiki, vóru
skelkaðir, og tað lætnaði týðuliga
hjá teimum, tá dómarin bríkslaði
fyri síðstu ferð. Billy Dodds og
Craig Burley skoraðu málini hjá
Skotlandi, og teir eru báðir við í
Føroyum.
Rætti hugburdurin
Vit kunnu staðfesta, at urslitini
eru vorðin alt betri, og so er tað
kanska onkur, sum hevur hug at
koma til tað úrslit, at í morgin fara
føroyingar at fáa stig og kanska at
vinna.
Tað er ikki púra óhugsandi, at
tað skal ganga soleiðis. og skotar
meta uppgåvuna at vera torføra.
Teir verða hjartans fegnir, um tað
eydnast teimum at fara av aftur
landinum við øllum stigunum,
men teir vera eisini vónbrotnir,
um tað ikki eydnast.
Fyrsta fyritreytin fyri einum
góðum føroyskum úrslit er rætti
hugburðurin. Í dag er tað eitt ár
síðani, at Førovar spældu fyrsta
dystin í hesari undankappingini
Hann var á utivølli móti Estlandi,
sum vann 5-0. Nidurstødan aftaná
var, at hugburðurin hevði ikki
verið tann rætti. Hetta var ein dýr-
ur lærupengi, men úrslitini seinni
á árinum vístu, at føroyska lands-
liðið hevði tikið við læru
Um spælararnir og venjarin
framvegis minnast til lærdómin,
og um so mangir áskoðarar koma.
sum tað ljóðar frá, og um áskoðar-
arnir kenna ta ábyrgdina, sum teir
eiga at gera á heimavelli. so økist
sannlíkið fyri einum góðum avriki
og harvið møguleikin fyri tí
årslitinum, sum so nógv droyma
um, men sum í veruleikans heimi
tykist vera so langt burtur. Tíðliga
í annað kveld vita vit, hvør veru-
leikin verður, men øll eiga at
minnast til, at skal veruleikin ger-
ast tann, sum tað verður droymt
um, so er hetta fyrst og fremst
treytað av hugburðinum. jh
Feroyska liðið spældi ein sera góðan seinna hálvleik niðri í Aberdeen tann 14. oktober. Skotland vann dystin
2-1, men Feroyar vunnu seinna hálvleik 1-0
Mynd: Álvur Haraldsen