leygardagur 5. juni 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri Marknaðardeild: Dagfinn Olsen Myndamenn: Postadr: P 76,
| Jan Miller Jonhard Hammer John Johannessen Jens Kristian Vang 110 Tórshavn
Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tróndarson Alvur Haraldsen Telefon: 311820
Blaðstjóri: Útgevari, uppseting og prent: Telefax. 314720
Eiríkur Lindenskov Blaðfólk: ítróttarskrivari: Sosialurin e-mail: |
Internet: www.sosialurin.fo Áki Bertholdsen, Emil L. Jacobsen Bústaður: : post då sosialurin.fo
Turið Kjølbro Argjavegur 26, Argir
Midloysnin er
gongda leiðin
Oddagrein
Ein av hugmyndafrødingunum i Sambands-
flokkinum, Trúgvi F. Guttesen, vil i blaðgrein
vera við, at hugsjón Javnaðarfloksins í rík-
isrættarspurningin letur seg ikki gera. Hann
grundar stoðu sína á tað, sum Frederik
Harhof, doktari, segði í eini åhugaverdari
útvarpssending herfyri. Hann segði m. a., at
uppskot Javnaðarfloksins var ikki nóg greitt.
Og Trugvi F. Guttesen leggur afturat, at Javn-
aðarflokkurin vil bæði ja og nei.
Frá Javnaðarfloksins síðu hoyra vit javnan,
at hugsjón hansara í ríkisrættarliga málinum
ikki er løtt at fremja í verki. Men hon letur seg
fremja, verður kortini dentur lagdur á. Sjálv-
andi er lættari at samráða seg til fulla loysing
ella til framhaldandi samband. Tað var tað
eisini í 1946, tá Fólkaflokkurin og foroying-
arfelagsfólkini tvíhildu um loysing, samstund-
is sum sambandsfólk annaðhvvort vildu hava
amt, ella vildu hava eina skipan, sum minti
mest um amtsstoðuna.
Tá helt Javnaðarflokkurin eisini, at vit skuldu
víðari, men hann helt ikki, at vit áttu at loysa
frá Danmark. Hesa hugsjón hevði hann fest
á blað í 1943 sum uppskot til oraðskifti um
ein politikk framá. Og tað skerst ikki buyrt, at
hugsjónin sigraði.
Stoðan í dag kann samanberast við stoð-
una eftir annan heimsbardaga. Fyri fleiri árum
síðani ásannaði Javnaðarflokurin á lands-
fundi, at heimastýrislógin var um at vera
tomd, hevði veikleikar og at neyðugt var við
greiðari linjum. Flokkurin kom tí til ta niður-
stoðu, at virkast skuldi fyri eini nýggjari lóg.
Einum sáttmála, sum greiðari heimilaði yvir-
tokum, og sum gjørdi foroyska samfelagið
búskaparliga meiri sjálvberandi.
Sambandsflokkurin helt fast um, at einki bilti
heimastýrislógini líka til fyrr í ár. Afturímóti
helt gamla Tjóðveldi, at einasta leiðin var
loysing. Hevði Sambandsflokkurin fyrraárið
viljað gingið við til at seta stjømmålanevndina,
vóru vit ongantíð komin í ta politisku stoðu,
vit komu í, sum Oli jacobsen so greitt hogdi
í basalt í blaðkjaki við Edmund Joensen.
Nýggja Tjóðveldið vann við hugsjónini um
>skipaða loysing« og >fullveldi<. Men mein-
ingarkanningar vísa, at tað er ikki meiraluti
fyri fullveldi. Og tað verður tað neyvan, eftir
at Hvítabók hevur sæð dagsins ljós, tá tað
aftur fer at skýma. Og enn minni er undirtoka
fyri framhaldandi sambandi. Afturómóti fær
hóvliga miðleiðin storstu undirtokuna. Víst
er uppskotið hjá Javnaðarflokkinum ikki full-
komið - og onkur andsøgnin er kanska eisini
til staðar - men hetta íkast til orðaskiftið, hevur
higartil verið tað mest konstruktiva - og tað
man eisini verða gongda leiðin, tå avtorn-
af...
Sosialurin
So er tað sagt
Stríðið innan føroysku
kirkjuna hevur verið nógv
frammi í seinastuni, bæði í
miðlunum millum
manna á gøtuhornum, kring
døgurdabordid, í fødingar-
døgum og aðrastaðni. Eisini
eg sjálvur havi tíkið tað
fram í Sosialinum. Hetta
havi eg gjørt, tí kirkjustríðið
hevur eitt alment tíðinda-
virði. Talan er jú um al-
mennu fólkakirkju okkara,
og tí eiga fólk at vita, hvat
fyriferst innan hana.
og
z
Rættuligur orðadráttur
júst um hetta mál hevur ver-
ið í nøkrum av farnu blødu-
num. Her meini eg ikki við
samrødurnar, eg havi havt
við bisp, Peter O. K. Olof-
son, Elsu Funding og onnur,
men um kjakið millum ein
annan John Johannesen úr
Leynum og Sonna Jacobsen
úr Sørvågi. Lat tað beinan-
vegin vera sagt, at her er
talan um ein annan persón,
sum eitur John Johannesen.
Fyri at eingin misskiljing
skal vera, ynski eg gjøgnum
hesa viðmerking at gera
greitt, at eg framhaldandi
ætli mær at viðgera málið
so óheft sum møguligt, so-
leiðis at tað verður vidgjørt
frá øllum síðum. So er tað
sagt!
Vinarliga
John Johannessen,
blaðmaður á Sosialinum
Kvinnupolitiskur ve rkstaður hjá Útnorðurráðnum i Tórshavn i vikuskiftinum:
Um 100 luttakarar
I sambandi vid rådstevnuna
verdur almennur fundur i
Norðurlandahúsinum sunn-
ukvoldið 6. juni kl. 209
Kvinnuráðstevnan hjá Ut-
norðurránum ”Kvinnupolit-
iskur verkstaður hjá Ut-
norðurráðnum" verður i
Tórshavn í døgunum 4. til
8. juni 1999
Umleið 60 fólk frá teim-
um trimum løndunum í út-
norði, Føroyum, Grønlandi
og Íslandi, hittast á ráð-
stevnuni at hava orðaskifti
um støðuna hver hjá øðrum
og finna fram ul felags
loysnir. Harafturat eru javn-
stóðuráðharrarnir frá Føroy-
um og Grenlandi og polit-
ikarar frá Utnorðurráðnum
við. Eisini eru gestir við frá
Norðurlandaráðnum.
A skránni fyri rådstevn-
una eru hesi mál: Kvinnur í
politikki, arbeiðsmarknað-
armål, javnstødumål, fam-
iljupolitikkur, harðskapur
og savnan og varðveitsla av
kunningaartilfari, sum hev-
ur samband vid kvinnur. I
sambandi vid rådstevnuna
verður almennur fundur i
Norðurlandahúsinum sunn-
ukvøldid kl. 20.00, har lut-
takararnir fara at bera fram
nidurstødur frå rådstevnuni.
Aftanå hetta verdur ordid
frítt til spurningar/orda-
skifti, har øll kunnu luttaka.
Endamálið við rådstevn-
uni er at styrkja samstarvið
millum tey trý londini í út-
norði, Føroyar, Grønland og
Ísland, og at eggja luttak-
arunum til felags framløgu
av útvaldum kvinnupolit-
På
Eini 60 fólk frá teimum trimum úrnorðurlondunum hittast á ráðstevnuni at hava orða-
skifti um støduna hvør hjá óðrum. Myndin er frá tíðindafundi á løgtinsskrivstovuni
iskum evnum, fyri síðan at
leggja hesar fram sum til-
ráðing á ársfundi Utnorður-
ráðsins. Hetta merkir, at
framløgurnar frá rådstevn-
uni verða tiknar við á árs-
fundi ráðsins, og verða tær
samtyktar har, verða tær
lagdar fram i tingunum í
londunum. Stutt sagt, fram-
løgurnar kunnu eggja til
lóggávu i londunum fyri
hesi útvaldu kvinnupolit-
isku evnini. Við hesum í
huga verður stórur dentur
lagdur á bólkaarbeiði, og
að at Eiustakaramir eru sak-
kønir hvor á sínum øki.
Utnorðurráðið hevur latið
upp vev-síður á interneti-
num:
http://www.vestnordisk.is
Har eru nærri upplýsingar
at finna um arbeiðið í Út-
norðurránum.
Nærri upplýsingar um
ráðstevnuna fást frá Páll
Brynjarsson, ráðsskrivara,
tlf. 354.5630 732 — fax 354
5630 735, Kristinu Samu-
elsen, sendinevndarskriv-
ara, tlf. 310850 — fax
310686, ella frá samskift-
msfølkunum i arbeiðsbólki-
num Ingu Ellingsgaard, tlf.
313056 — fax 316223 og
Bergtóru Hanusardóttir tlf.
316354.
Utnorðurráðið er ein sam-
starvsfelagsskapur millum
tingini í Íslandi, Grønlandi
og Føroyum. Formaður fyri
Utnorðurránum er Ísólfur
Gylfi Pálmason, altings-
maður, fyrsti næstformaður
er Lisbeth L. Petersen, løg-
tingsmaður, og annar næst-
formaður er Johan Lund Ol-
sen, landstingsformaður.
Kyndilsfagnaður á Hálsi
EIRIKUR LINDENSKOV
Í dag frá klokkan 10% til
16” skipar hondbóltsfel-
agið Kyndil fyri stórum
tiltaki í høllini á Hálsi,
nevnt Kyndilsfagnaður.
A skránni verður ym-
iskt, einamest fyri børn,
eitt nú klovnakast, har
vatnbumbur verða kastað-
ar eftir klovni, ein rodeo-
tarvur verður eisini tøkur,
eins og playstationspøl,
fiskibrunnur, seymslåing
0. a.
Klokkan 14% vitja
klovnar í høllini, og fara
teir at undirhalda børnu-
num. Eisini fara Lotte Sør-
ensen og Jacob Jónson at
skriva autografar á mynd-
ir.
Umframt tiltøk fyri børn
verður eisini loppumarkn-
aður, køku/mattombola,
bamsutombola og kaffé. |
Innkomni peningurin |
fer til rakstur av felagnum,
ið telur um 150 aktivar |
limir. |