Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 104 — 5. JUNI 1999 tíðindablaðið E yðun Elttør, landssty rismadur um nyggja oljumálastýrið: Veldugt framstig -Tað er sera umráðandi, at vit umsita oljumálini undir einum og sama karmi, og hevur hetta sera stóran týdn- ing, nú vit skulu til at fyrireika fyrstu útbjóðingina sigur landsstýrismaðurin JAN MØLLER -Ég haldi tað er ótrúliga gott, at oljumálini hava fingið sítt egna aðalstýri, og sambart nýggju stýrisskip- anini er tað eisini rætt, at hvor landsstýrismaður hev- ur sína egna umsiting, tí landsstýrismaðurin hevur fulla ábyrgd fyri sínum målsøki sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í olju- og umhvgrvismálum í eini við- merking til tíðindini i Sosialinum í gjár um, at landsstýrið hevur gjørt av at seta á stovn eitt aðalstýri aftrat, sum burturav skal taka sær av oljumálum. Eyðun Elttør sigur, at hann frá byrjan av hevur gjørt vart við hetta í Tinga- nesi. Hann brúkar myndina við unga brúðarparinum. sum at byrja við býr hjá verforeldrunum, men sum tíðin líðir og uppgávurnar vaksa hava hesi brúk fyri at fáa síni egnu hús. -Soleiðis føli eg tað nú vit seta eitt oljumálastýri á stovn. Tað er sum at seta fótur undir egið borð - í hesum føri við síni egnu umsiting og sínum egna fólki. Eyðun Elttør vísir á, at tað higartil hevur verið talan um forkanningar. Nú verður farið undir eitt nýtt skeið, har vit fyrst skulu bjóða út, og síðani verður farið at leita. -Um nakað spyrst burtur úr vita vit ikki, men mong tekin eru til, at før- oyska økid er áhugavert. Eg haldi tí, at tað er rætt at vera fyrivarin heldur enn eftir- snarin tvs. at taka avleið- ingarnar av vaksandi virk- seminum longu nú. Og skuldi tað víst seg, at oljuvirksemið við tíðini ikki gerst tað, sum vit vóna, so mugu vit laga umsitingina til tann nýggja veruleikan. Landsstýrismaðurin sigur víðari, at tá Oljufyrisitingin varð sett á stovn í 1993 var tað alla tíðina ætlanin, at hon skuldi átaka sær fleiri og fleiri uppgávur, meðan leikluturin hjá Oljuráðlegg- ingarnevndini skuldi av- markast. -Eg síggi tað sum eitt veldugt framstig, at vit fáa okkara egna stýri og kunnu arbeiða út frá tí. Uppá fyrispurning hvat eitt nýtt aðalstýri fer at kosta meira enn núverandi skipan sigur Eyðun Elttør, at vit í fyrstu syftu ikki tosa um nógvar nýggjar útreiðslur. Raðfesta olju høgt JAN MULLER -Ég eri samdur við løg- mann, at oljan sum målsøki eigur at uppprioriterast, og at vit úteftir geva tað signal, at vit raðfesta oljuna sum mál sera høgt sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javn- aðarfloksins til avgerðina hjá landsstýrinum at stovn- seta eitt nýtt aðalstýri. Hann heldur oljuvinnuna vera so serstaka, at hon eigur at verða óheft av øðrum. Men um hetta skal vera í einum nýggjum aðalstýri ella undir aðrari skipan hevur hann ikki nakra viðmerking til. Hann staðfestir bert, at tað er ynskið hjá landsstýrinum at fáa eitt nýtt stýri. Hann vísir tó á, at javn- aðarflokkurin hevur ongan- tíð verið heitur fyri skipan- ini við aðalstýrum. Longu í 1996 ávaraði javnaðar- flokkurin harðliga móti tí nýggja bygnaðinum, tí hann kom at kosta okkum alt ov nógv. Og trupulleikin í dag er tann, at vit hava fingið eina nógv dýrari um siting, men sum ikki virkar betrt. -Við hesi avgerðini má fólkaflokkurin gera sær greitt, at hann við avgerðini at stovna enn eitt stýri er medvirkandi til at dýrka al- menna umsiting. Jóannes Eidesgaard held- ur annars, at vit áttu at kann- að, um ikki nýggja olju málastýrið kann liggja í Suðuroynni. Edmund Joensen, fyrrverandi logmaður um oljumálastýrið: JAN MULLER -Tað er púra óneyðugt at skipa eitt nýtt aðalstýri til oljumálini. Avgerðin vísir mest ein veikleika hjá sit- andi løgmanni sigur Ed- mund Joensen, fyrrverandi løgmaður og nú formaður sambandsfloksins í eini við- merking til avgerðina at skipa eitt oljumálastýri. Hann vísir á, at avgerðin er væl prísurin fyri, at fólka- flokkurin keypti sjálvstýris- flokkin í síni tíð. - Vit sóu jú til samráðing- arnar, at sjálvstýrisflokkurin við tveimum eykavaldum fekk tveir landsstýrismenn, og tað er væl tí, at tað er gjørd ein innanhysis avtala millum sjálvstýrisflokkin og fólkaflokkin um eitt nýtt aðalstýri eisini. Føroya fólk hevur longu goldið fyri ein landsstýrismann ov nógv, og nú skal tað gjalda fyri at Púra óneyðugt fáa eitt aðalstýri aftrat eis- ini. Edmund Joensen sigur, at undanfarna landsstýrið tók hædd fyri hesum við at seta á stovn eitt vinnumálastýri, har oljumálini eisini skuldu leggjast, eftir at løgmaður hevði umsitið tey. -Oljumål- ið varð uppprioriterað so høgt tað kundi vera, og y innumálastý rið varð eisini gjørt til at kunna handfara eina professionella olju- vinnu. Edmund Joensen vísir eisini á, at ein orsøkin til at hava oljuna sum eina sjålv- støduga deild inni í Vinnu- málastýrinum var nettup hetta við, at hon tá ikki skuldina liggja ov nær tí politisku skipanini. Við hes- um varð eisini skapt eitt ávíst trúvirði. -Nú verður tað øvugta galdandi, og oljan kemur at liggja beint undir landsstýr- ismanninum. Eg eri vísur í, at tað hevði verið betri at havt oljuna í vinnumálastýr- inum. Nú spjaða vit ístaðin vinnuna. Edmund Joensen vísir á, at vinnumálastýrið var primert gjørt uppá vinn- una og har eisini oljuvinn- una. Fyrrv. løgmadur sigur annars, at vit í dag kunnu staðfesta, at alt, sum henda samgongan hevur sagt um, at almenna umsitingin ikki skal vera ov stór, er gjørt til skammar av henni sjálvari. Umsitingin veksur við rúk- andi ferð, og útreiðslurnar verða hareftir. Formaður sambands- floksins vísir eisini á, at alt lønarlagid sum heild er nógv okt, og tað skal ikki undra hann, um einar 200 mill. eru komnar aftrat í út- reiðslum til komandi fíggj- arlóg. Tað væntaða yvir- skotið er tí longu útholað. Nakað annað er - og tað er uttan mun til um tú hevur eina oljumáladeild ella eitt oljumálastýri - at brúk er fyri fleiri ressursum til at fyrireika 1. útbjóðing. -Hetta er jú nakað heilt nýtt fyri okkum føroyingar, og nettup tí henda 1. út- bjóðingin er so týdning- armikil mugu vit eisini hava neyðugu ressursirnar til at fáa hana so góða sum tilber. Eyðun Elttør veit ikki, hvat hetta arbeiðið fer at kosta men nakað verður tað so til. Ein partur av ar- beiðinum fer at verða gjørd- e-nrail: booking ur av ráðgevum. Í hesum sambandi vísir landsstýris- maðurin eisini á tær upp- gávur, sum skulu gerast í kjalarvørrinum á havum- hvórvislógini I dag húsast Oljumála- deildin og landsstýrismað- urin í gróthúsbygninginum á Debesartrød. Har er gott at vera sigur landsstyris- madurin men leggur sam- tidis dent å, at vid teimum mongu nyggju uppgåv- unum, sum liggja fyri framman, so verður tørvur á meiri plássi, og tí verður tað eisini í løtuni hugt eftir Til Fráf. Tórshavn 3/9, 10/9, 15/9 Fråf. Hansthol 29/5, 5/6, 12/6, 19/6, Til Til Fråf. Tórshavn, 11/8, 18/8, 25/8, 1/9, BB, 15/8 Fráf. Sey0isfjørdur 21/5, 5/6, gr OOA OP : smyril-line.fo 28/5, 4/6, 11/6, 18/6, 27/8, 14/8, 21/8, 28/8, 4/9, 11/9 Noregs , ødrum bygningum Tað hevur fyrr verið nevnt, at oljuumsitingin kanska átti at ligið uttan fyri Havnina t.d. í Suðuroynni Landsstýrismaðurin tekur ikki undir við hesum sjón- armiði. Hann heldur tað er rættast at hava hana liggj andi í Havnini. Sjálvur skal hann sum landsstýrismaður verða tætt knýttur at lands stýrinum umframt sjálvari umsitingini, og ma. tí heldur hann ikki tað ber til at flyta til onnur pláss í landinum við hesum sjeynda aðal stýrinum Á; tølk í bili Ferðist bíliga, Tórshavn - Hanstholm ella hinvegin Da n markar 7557 fyri en Ferdist biliga, Tórshavn - Bergen ella hinvegin úr eina 65,- fyri hvønn Ferdist biliga, Tórshavn - Lerwick ella hinvegin