Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Skúlin er liðugur nesum døgum gerast næmingar kring landið lidnir við skúlagongd sína. Nøkur gerast liðug við fólk- askúlan, onnur við student, HF, handilsskúla ella okkurt heilt annað. Men felags fyri tey øll er, at tey eru fegin um, at strævna skúlagongd- in loksins hevur fingið ein enda - í hvussu so er fyri- bils, og tískil er rómurin 6- førur. I Klaksvik bleiv i gjår gjørt nógv burturúr seinasta skúladegi hjá báðum fólka- skúlunum í býnum. Har tysjaðu einir 800 - 900 næm- ingar út úr skúlastovunum og út á gøtuna í morgun, skríddir í øllum litum. Tey sungu gll sangin >Skúlin er liðugur<, ið Klaksvíking- urin, Niclas Heri Jákupson, hevur gjørt bæði orð og lag til. Fløga og sjónbandalag Nógva hóvastákið burturúr seinasta skúladegi í Klaks- vík hevði eina aðra orsøk enn bert, at skúlin var lið- ugur. Arbeitt verður nevni- liga við at geva eina veitsl- ufløgu út til summarid. Hendan fløgan er ætla teim- um, sum i år gerast lidug vid skúlarnar og eisini øðrum, ið ynskja at minnast afturá farnar summarstevnur og kanska eisini seinasta skúladag. Og í hesum sam- bandi verður eisini eitt sjón- bandalag gjørt til eina end- urútgávu av sanginum >Skúlin er liðugur<. Leik- ararnir til hetta sjónbanda- lag eru næmingarnir í báð- Nr. 104 — 5. JUNI 1999 um skúlunum í Klaksvík. Summarfløgan er ein savnan av føroyskum land- aplágum gjøgnum tíðina. Sjálvandi er >Skúlin er lið- ugur< eisini við, men í eitt sindur broyttum líki. Á nýggju er tað Arnfríð Liit- zen, ið syngur skúlasangin, og Ingi Isaksen hevur staðið fyri endurgerini av sangi- num. Millum bólkarnar, ið verða við á nýggju fløguni, eru >Straight Ahead«, »Hjarnar«, »Blått«, »Kåri P.«, >Harkaliðið< og »Dag- finn & Impuls«. Vænatndi kemur fløgan út um einar fjúrtan dagar. Konsert á Kambs- dali Leygarkvøldid klokkan 20 — ein góðan tíma eft- ir at landsdysturin á Svangaskarði verður liðugur — fer sangkórið „í Siloa í Fuglafirði at hava konsert í nýggju høllini í studentaskula- num å Kambsdali. Á skránni eru umleið fimtan løg, og tað verð- ur roknað við, at KOR- sertin verður umleið hálvan annan tíma. Kórið hevur í vetur vant eina ferð um vik- una — hvert mikukvold í ein tíma — og á skránni leygarkvoldið eru sálmar og sangir, sum kórið hevur havt frammi hetta síðsta ár- ið. Skráin fevnir mill- um annað um onkran nigro spiritual, eitt sindur av gospel, og so eru okkurt á skránni, sum ikki hevur verið frammi áður, t.d. eitt nýtt lag til ein kvøld- sálm, sum Victor Dan- ielsen í síni tíð umsetti. Nýggja búnan til lagið hevur Jógvan á Lakjuni gjørt. Eisini er ein heilt nýggj umseting á skránni. Tá Diana prin- sessa fór til gravar fyri knøppum tveimum ár- um síðani hoyrdi Eyð- un á Lakjuni eitt lag vera sungið sum felags sálm. Sangurin og lagið festu í hjá kórleiðara- num, sum fann fram til, hvat hetta var fyri ein sálmur. Heitt var á Zac- harias Zachariassen í Gøtu um at umseta sálmin, tað hevur hann gjørt, og nú verður høv- ið at hoyra teir gott tri- ati sangararnar í kór- inum í Siloa bera tað fram.