leygardagur 5. juni 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 104 - 5. JUNI 1999
ítróttar
21
Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
e-mail: emil sosialurin.fo
Foroyingar skulu
spæla í sinum økjum
Allan Simonsen útilokar ikki, at føroyingar fáa stig móti Skotlandi, men treytin er, at
spælararnir brúka innaru síðu á høvdinum, og at marginalirnir hesa ferð eru i føroyska
i
=
partinum
Hann hevur ivaleyst gjørt upp við
seg sjálvan, hvørjir ellivu skulu á
vøllin í dag, men tað helt hann fyri
seg sjálvan í gjár. Hann hevur eis-
ini gjørt upp við seg sjálvan,
hvussu føroyska liðið skal spæla
móti Skotlandi, og tað hevur hann
einki ímóti at tosa um.
— Eg veit ikki, hvørjir fara at
spæla á teirra liði. Eg sá teir vinna
1-0 á útivelli móti Tyskalandi, og
so spældu vit móti teimum í fjør.
At teir vunnu móti týskunum var
eitt fínt avrik, og tað má hava giv-
ið teimum eina rúgvu av sjálvs-
áliti. 2. hálvleik spældu vit væl í
Aberdeen. og tað er út frá tí avrik-
inum, at vit skulu byggja víðari í
dag, er tað fyrsta, venjarin hevur
at siga, tá vit fáa tonna á hann eftir
venjingina.
Allan Simonsen veit væl, at
áhugin fyri dystinum er stórur og
at tað fara at koma nógvir áskoð-
arar á Svangaskarð, og tað sær
hann sum størsta munin á fyri-
treytunum upp undir hendan
dystin, tå sammett verður við tann
í Aberdeen í fjør.
Brúka høvdid
Allan Simonsen hevur sum venj-
ari hjá føroyingum tríggjar ferðir
havt Skotland sum m6tstødulid,
og sum danskur landsliðsspælari
spældi hann fleiri ferðir móti skot-
um, og út frá hesum royndunum
er hann fullvísur i, hvussu teir fara
at spæla idag:
— Teir seta fulla ferð á beinan-
vegin, og so fara teir ikki at helma
í. Teir fara at leggja høgar bóltar
innfyri, og teir fara at royna at
koma aftur um teir í borðunum
hjá okkum og leggja bæði høgar
og flatar bóltar innfyri. Teir spæla
altíð við fýra monnum á linju í
verjuni. Teir fara at hava tveir
stórar menn í miðverjuni, og so
fara teir at hava tveir meiri smid-
ligar menn í síðunum, og eingin av
hesum fýra verður serliga álops-
hugaður, burtursæð frá í deyð-
bóltsstøðunum.
[ad er út frá hesum roknaða
veruleikanum, at Allan Simonsen
hevur lagt ætlanir um, hvussu før-
oyska liðið skal snúgva sær:
Fyri tað fyrsta verður tað ikki
okkara uppgáva at mynda spælið.
Tað eru vit snøgt sagt ikki førir
fyri móti so stórari fótbóltstjóð.
Men tá vit fáa bóltin, skulu vit
gera nógv fyri at varðveita hann,
og harvið seta ferðina niður. Vit
hava bara ein ella tveir spælarar
frammi, og tá teir hava fýra heilt
har afturi, so merkir tað, at tað
fara at verða onnur øki á vøllin-
um, har vit verða í fleiri enn teir,
og tað er í hesum økjunum, at vit
skulu senda bóltin millum okkara,
meðan vit bíða eftir, at ein av
fremru monnunum verður soleið-
is fyri, at hann verður førur fyri at
taka ímóti bóltinum. Megna vit
hetta, og megna vit onkuntíð at
vinna bóltin av teimum, tá teir
skulu spæla seg úr verjustøduni,
og duga vit í sovornum fórum at
spæla skjótt. so kunnu vit fáa mál
Hetta er annar parturin av ætl-
anini. Hin parturin skal útinnast.
tá skotarnir hava bóltin:
- Í verjupartinum er alneyðugt.
at vit halda allar avtalur, og at
eingin spælari tekur sær nøkur
óráð fyri. Sum eg segði, so skulu
vit royna at halda upp á bóltin,
men í stóðum, tá okkara menn
verða kroystir, verður tað týdn-
ingarmikið, at bólturin verður
ruddaður burtur. Eg havi álit á
spælarunum, sum hava nógvar
royndir, at teir duga á at skyna.
Sjálvsagt fer okkurt mistakið at
verða gjørt, tað umgongst ikki,
men tey skulu vera få, og tað er al-
neyðugt, at vit sleppa undan
óneyðugum mistøkum.
Tíðin og marginalirnir
Allan Simonsen leggur stóran
dent á, at skotar ikki tíðliga fáa
eitt mál:
— Allir fótbóltsdystir eru ymisk-
ir, men tess longri vit megna at
halda teimum burtur frá trognum.
meiri fer leikurin at myndast eftir
okkara fyritreytum. Ikki soleiðis
at skilja at teir fara at linka um
trýstið. Heldur verður tað soleiðis,
at álopshugurin hjá teimum fer at
vaksa, og so fara vit heilt víst at fáa
møguleikar.
Og venjarin dugir at ímynda
Allan Simonsen heldur ikki, at
føroyingar eiga at mynda dystin í
dag. — Tað eru vit snøgt sagt ikki
førir fyri móti so sterkari fótbólts-
tjóð. Men tá vit fáa bóltin, skulu
vit gera nógv fyri at varðveita
hann og harvið seta ferðina niður,
sigur landsliðsvenjarin, sum vón-
ar, at føroyska liðið í dag hevur
fleiri marginalar í sínari síðu enn
móti Bosnia og Kekkia
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo /
sær. at tað skal bera til at fáa stig
Vit mugu framvegis minnast
at tað er Skotland. sum vit spæla
ímóti. Men halda vit tætt, og eydn
ast tað ikki væl hjá teimum, sam-
stundis sum okkara spæla upp til
sítt besta, so kann alt koma fyri
Nógvu tær seinastu ferðirnar hava
vit ikki havt marginalirnir við
okkum — hugsa um dystin í Bosnia
og tann á heimavelli móti Kekkia
— so nú kunnu vit droyma um, at
hesa ferð verða marginalirnir í
okkara parti.
Liðið
Og so enda vit við tí, sum venjarin
ongantíð tosar um, men sum í
prátinum alíkavæl skínur eitt
sindur igjøgnum. Eingin ivi er um.
at Todi Jónsson verður fremsti
maður, og verður ein maður aft-
urat í ålopinum, so verður tað Uni
Arge (hóast Jákup á Borg hevur
verið sera væl upplagdur á venj-
ingarleguni uppundir dystin). Tað
er eingin ivi í, at Jens Kristian
Hansen og Oli Johannesen vera í
miðverjuni. Tað er eisini greitt, at
Øssur Hansen verður vongverji í
vinstru, og at Sámal Joensen, Juli-
an Johnsson og John Petersen
vera á midvøllinum. Allan Mørk-
øre verður eisini vid, men spurn-
ingurin er, um hann verður vong-
verji í høgru, ella um hann verður
longir frammi á midvøllinum.
Tað er heldur eingin ivi í, at Pól
Thorsteinsson verður við. Í Aber-
deen høvdu skotar tveir smáar
spælarar í álopinum. Tað gjørdi, at
venjarin ta ferðina umhugsaði at
flyta Pól Thorsteinsson í miðverj-
una fyri Hans Fróða Hansen. sum
stendur seg betri móti stórum
spælarum, men venjarin valdi at
halda Pól Thorsteinsson úti í
borðinum. Móti Týskalandi
spældi Skotland við einum lítlum
og einum stórum í álopinum. Fer
skotska uppstillingin at líkjast
henni í Týskalandi, so fer tað at
hava við sær, at venjarin fer at
hava somu miðverjuna, sum hann
hevði í Aberdeen.
Tólv spælarar eru nevndir om-
anfyri, og tað vil siga, at ein teirra
verður ikki við. Hvor verður sett-
ur á beinkin er eisini treytað av,
um venjarin metir tað vera ráði-
ligt bæði at hava Jens Kristian
Hansen og Pól Thorsteinsson.
sum báðir dragast við snuddir, á
vellinum frá fyrsta bríksli
jh