Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. juni 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

: NR. 104 - 5. JUNI 1999 er itrottar SOS % 23 Skotland skal Vinna fyri at koma til EM Fótbóltur: Føroyska liðið er sera væl skipað í verjuni, og Jákup Mikkelsen er ein góður málmaður. Men vit fara eftir sigrinum, tí tað er tað einasta, vit kunnu brúka til nakað, um vit ætla okkum til EM endaspælið næsta år, sigur skotski venjarin Craig Brown EMIL L. JACOBSEN Sum tey flestu nú munnu vita, spæla Føroyar í dag EM undandyst á Svangaskarði móti Skotlandi. Meðan tað fyri føroyska liðið fyrst og fremst ræður um at fáa eitt so gott úrslit sum gjørligt, kunnu skotar bert brúka ein sigur til nakað í dag. Alt annað er ov lítið. Vinna vit ikki í dag, missa vit møguleikan fyri at spæla okkum í endaspælið. Og ein javnleik kunnu vit heldur ikki brúka til so nógv, sigur væl lýddi skotski venjarin Craig Brown. Hann vísir á, at Kekkia allarhelst = longu hevur vunnið bólkin, men skotar kunnu sleppa víðari frá 2. plássi, um teir eru hepnir. — Vit fara fyrst og fremst eftir 2. plássinum, men um vit vinna rest, m.a. útidystin móti Kekkia, enda vit ovast, sigur Craig Brown. Skotland hevur ikki verið serliga sannførandi í hesi undankappingini. Craig Brown vísir á, at hann tilsamans = hevur verið noyddur at brúka ikki færri enn 33 ymsar spælarar í teimum fimm dystunum, skotar higartil hava spælt í bólkinum. Skaðar hava elvt til nógvar útskiftingar, og av tí sama hava vit verið Ostødugir. Eitt nú kann eg nevna, at av hópinum hjá okkum, sum var í HM kappingini í fjørsummar, eru bert tríggir eftir. Vit eru ikki nóg væl samanspældir enn, men herfyri vunnu vit á Týsklandi, so eg havi góðar vónir, sigur venjarin, sum leggur afturat, at hann sær ein vanda í, at hansara spælarar kunnu flúgva ov høgt eftir sígumn á týskarunum og ikki halda Føroyar vera nakra serliga mótstøðu. Vit fara eftir sigrinum í dag, men tað verður ikki lætt. Føroyska liðið er gott, og í Aberdeen sóu vit eitt nú, at tað er sera væl skipað í verjuni. Jákup Mikkelsen er ein góður málmaður, og Todi Jónsson er altíð vandamikil, sigur Craig Brown, sum veit ikki so lítið um føroyska liðið. - Ég så ter jú í Aberdeen, og vit høvdu ein mann her, tá tit taptu móti Kekkia — og vit sóu jú øll, hvussu tað gekk fyri seg... — Vit mugu vinna, og tí fara vit eisíni at spæla 5 ú ER 5 ane álopsfótbólt. Men vit fara ikki at tveita alt ov nógv fólk fram, tí so er vandi fyri, at tað verður ov trongligt har frammi, samstundis sum føroyska liðið fær mótálop, sigur Craig Brown. Hann var eisini venjari, tá skotar vóru her í 1995, men liðið í dag líkist ikki nógv ti, sum vann 2-0 tá Av teimum. sum eru við hesaferd, vóru bert Colin Calderwood = og Scot Gemmill við ta ferðina, og Gemmill kom ongantíð longri enn á bonkin. Craig Brown heldur annars. at skotska liðið í dag er betri enn tað, sum var her fyri fýra árum síðani. - Eg vóni, at vit fara at | spæla betur enn vit gjørdu í | Aberdeen, tá føroyska liðið spældi ein góðan dyst. Og eg kann bert siga eina ferð afturat, at vit mugu vinna. Craig Brown var herfyri frammi í fjølmidlunum, har | hann iðraði seg eitt sindur um, at eitt nú svenski Henrik Larsson hjá Celtic ikki var skoti. Hann vísti á tað óhepna í, at so nógvir útlendingar spæla í bestu | skotsku deildini. | - Eg var og hugdi eftir | skotsku steypafinaluni | herfyri millum Rangers og | Celtic. Bert tveir av teimum | fyrstu eliivu hjá Rangers vóru skotar, vísir | landsliðsvenjarin á. | - Tað er sjálvandi | óheppið, at útlendingarnir | skulu seta so stóran dám á | skotsku Premier deildina, | men hinvegin hava vit fleiri spælarar í ensku Premier | League og 1. deild. Soleiðis hevur tað eisini altíð verið. | Spælararnir eru væl fyri í | løtuni. Kappingarnar í! Skotlandi og Onglandi eru júst lidnar, og tí skuldu okkara menn verið væl fyri nú. Tað eru fyrst og fremst | skaðarnir, sum hava darvað | okkara EM undankapping, | sigur Craig Brown. — Vit fara eftir sigrinum í dag, men tað verður ikki lætt. Feroyska liðið er gott, og í Aberdeen sóu vit eitt nú, at tað er sera væl skip- | að í verjuni, sigur skotski landsliðsvenjarin Craig Brown | 2. deild: GÍ-FS Vágar 2-3 (1-1) Hóast talan var um ikki so galnan dyst í næstbestu deildini, so var stødid ongantíð tað, sum tað verður roknað við í 1. deild. Men FS Vágar vann 3-2 í Sarpigerði, tá teir í fyrrakvøldid spældu út- setta dystin móti GÍ, og nú mugu vágamenn — fyribils í hvussu so er — metast sum eitt gott boð uppá uppflyting. Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá Omar Páls- son, sum var raskur fram- rættaður miðvallari, setti hol á. Heini Heinason fór til baklinjuna í vinstru og legði út frá, og eftir málið hevði heimaliðið fleiri møguleikar (Kim Peter- sen hevdi kanska tann størsta). Tiggju minuttir fyri hálvleik javnaði Birgir Jo- ensen, sum fór sjálvur av miðjuni, sneiddi Mortan Joensen av og trillaði í málið. j Í 2. hálvleiki legði GÍ aftur harðliga fyri. Jóhan á Mýrini í FSV málinum hevði eina framúr bjarg- ing, og so kom hansara lið alt meiri við. Á tímanum var Birgir Joensen aftur upp á spæl við fluktskoti eftir innlegg úr vinstru, og fimm minuttir seinni økti Eyðfinn Fjalsbak (bara eina lítla løtu seinni varð hann útvístur, tí hann hevði fingið tvey gul kort), sum úr 18 metrum sendi frispark ígjøgnum manngarðin hjá GL Stutt fyrileiklok pynt- aði oyndfirðingurin Kar- sten Abrahamsen. sum í 2. hálvleiki var komin inn á vongverjan í høgru, um fyri heimaliðið. men vága- menn riðu stormin av, og tá teir sunnudagin fara til Hvalbiar, er tað við full- um stigatali. jh Mynd: Ålvur Haraldsen Leynavatnskappriding verdur leygardagin Arliga leynavatnskappridingin leygardagin OS. juni. Byrja verður kl. 14.30. Leynavatnskappríðingin er fyrsta an fimm FM-kappingum sum verða avgreidd- ar igjøgnum summari. Tær eru í hesi rød: Leynavatn, Várkapping í vågum, Olavsøka, Heystkapping í vågum og endabresturin er Heystkappridingin i havn har Føroya- Ross: Aldur Litur Stígandi 12 Gráur 2 Rigel 14 Gulur 3 Blesi 8 Reyður Tvíspor ung. 4 Luna 20 Svort 5 Gulnara 18 Grá 6 Dis 4 Gul 7 Mikka 7 Gul 8 Glóðfaksi 14 Gulur 9 Blitz 12 Reyð 10 Fenja 8 Gul 11 Glóðfaksi 14 Gulur 12 Mikka 7 Gul 11 Maskot 9 Svartur 12 Borga 7 Gul 13 Garpur 9 D.brúnur Tvispor Vaksin II fl 16 Tula 10 Reyð 17 Jarpur 7 Svartur 18 Háfeti 12 Gráur 19 Linsa 10 Brún 20 Branda — 11 Gul 21 Rigel 14 Gulur 22 Eldur 8 Gulur 23 Grani 18 Gulur 24 Jøkla 11 Reyð 25 Jøkul 12 Gulur 26 Svålur 9 Svartur 27 Gosi 8 Brúnur 28 Helga 13 Flekkut 29 Vera 7 Svort Tvíspor Vaksin I fl 30 Jørild 6 Brúnur 31 Gula 5 Gul 32 Bello 5 Gulur 33 Garpur 5 Gulur 34 Askur 15 Svartur 35 Skenkur 4 Svartur 36 Løtt 14 Gul 37 Broddur 10 Gulur 38 Oddur 14 Reydur 39 Kambur 5 Gulur 40 Fúsi 9 Gulur 41 Stella 8 Reyð 42 Foki 9 Gráur 43 Lokkur 8 Brúnur verður Ríðari Heri Dahl Marner Joensen Regin Petersen Øssur Andreasen Jåkup Berg Edward M Barbara Carlsen Barbara Reynheim Randi W Hallur H Barbara Reynheim Barbara Carlsen Andrias PDavidsen Durita H. Sørensen Ella Joensen Solbjørg Sigurstein Anni Djurhuus Hallur Sørensen Hans P. Poulsen Sigfrid Jørgensen Marner Joensen Johnny Kjærbo Svenning Reinert Jåkup W. Joensen Dånjal P. Muller Rannvå Vang Oluva å Lofti Tina Ziska Regin Petersen Sjårdur Samuelsen Hengi Davidsen Oli J. Låberg Durita á Heygum Knút Lutzen Ingi N. Rasmussen Grækaris Joensen Dina Splidt Heri Dahl Torbjørn Poulsen meistararnir verða funnir Sjálv kappríðingin byrjar kl. 14.30 og á skránni er eisini søla av ymiskum til matna og drekka. Um kveldið kl. 20.00 verður legubál við sangi, og fólk mugu minnast til at hava grónu sangbók við Felagstúrur norður til Leynavatn verður friggjakvøldid kl. 19.00 úr Havnardali. Eigari Berg-Hestar Dánjal Magnusen Mortan Andreasen Marjun Li Hans V. Lutzen M Petersen Hjartvar S. Poulsen Sjálv Lutzen Regin Hansen Sjálv Hjartvar S. Poulsen Sjálvur Berg-Hestar Jákup W. Joensen derstein Berg-Hestar Hans Ib Jacobsen Petur Sørensen Jensia Davidsen Hengi Davidsen Dånjal Magnussen Sjålvur Sjålvur Fagurbjørg Joensen Jåkup P. Muller Berg hestar Sjålv Andrias Jacobsen Ella Joensen Sjålvur Tummas Davidsen Benny Tórsheim Holgar Jacobsen Sjålvur Gunnar Grækarisson Sjålvur Heri Kristoffersen Egi Dam Pol Falkvard Zacharias R.JakobsenSjålvur Heri Kristoffersen Súsanna i Búðini Kristfríð Jacobsen Jógvan A. Petersen Susan Brockie Rólant Reinert Heimstaður Tórshavr Streymnes Kvívík Tórshavn Kollafjørður havn lafjørdur Torshavn Midvågur Miðvágur Streymnes Stykkið Norðradalur Kollafjørður Kvívík Tórshavn Sandavágur Tórshavn Kollafjørður Tórshavn Miðvágur Tórshavn Sørvågur Tórshavn Tórshavn Tórshavn Sandavágur Tórshavn Sørvågur Leynar Sørvågur Torshavn Tórshavn