Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juni 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 105 — 8. JUNI 1999 tíðindablaðið Taxi á Norwegian Wood: Vit høvdu nógv meiri i okkum Veðrið sá leingi út til ikki at vera við fyrireikarunum, men lótu áðrenn Norwegian Wood-festivalurin kom í gongd, sleit hann í, og veðrið helt sær, meðan tónleikurin varð spældur. Taxi fekk bert 20 minuttir á einum lítlum palli, og tað var ikki nokk til at vísa norsku áhoyrarunum hvat teir kunnu A NORWEGIAN WOOD i OsLO JÓGVAN HUGO GARDAR Norwegian Wood hevur seinastu árini bygt seg upp til at gerast tað best umtókta tónleikatiltakið innan rútm iskan tónleik í Oslo-øki num. Tað hava fleiri kend nøvn vitjað. millum annað Bob Dylan. Neil Young. Lou Reed og Van Morrison Á hesum úrvalinum síggja vit, at tey yvirhøvur hava brúkt gomul og kend nøvn. Í ár var túrurin komin til James Taylor, ein amer- ikumaður. ið øll kanska ikki beinanvegin vita hver er, men vit hava øll hoyrt tey kendastu lógini hjá honum. Tónarnir frá Taylor eru í country-rock-stíli, og á- hoyrararnir á Norwegian Wood lurtaðu í andakt. Tá tey kendu løgini komu, kundu tey um 50 ára aldur ikki lata vera við at syngja við. Á skránni stóðu kendir sangir sum >Carolina on my mind«, >Everyday<, > You'- ve Got A Friend«, »Fire and Rain< og >Country Road< Teir 3500 áskoðararnir kundu njóta tónarnar hjá hesum amerikumanni, sum kanska mest av øllum minn ir um ein skúlalærarar. held- ur enn eina country-stjørnu. A einum síðuspori Føroyski bólkurin »Taxi« fekk James Taylor sum sin upphitara á tí stóra palli- num. Sjálvir vóru teir settir at spæla á einum lítlum palli við síðuna av høvudspall inum. Tað var tyduligt, at hesin pallurin als ikki var egnaður til tónleikin frá føroyska bólkinum. Men Taxi-mann- ingin gjørdi sítt besta teir 20 minuttirnar teir sluppu at spæla. A skránni høvdu teir bert nygjørd løg. Einki av teim- um er frammanundan spælt fyri føroyskum åhoyrarum. Taxi fekk góða móttøku, men tað var dekan ov stutt at geva teimum 20 minuttir. Og tá seinastu tónarnir frá bólkinum hvurvu út í Oslo- nåttina, so kendist hetta bert sum ein lítil byrjan. Hetta váttaðu limirnir í bólkinum eisini aftaná Vit høvdu nógv meiri í okkum og hava eitt pro- gramm uppá 50 minuttir, sum vit høvdu vónað at vit sloppu at framføra, sigur Kaj Johannesen í Taxi. Teir høvdu frammanundan rokn að við at fáa 45 minuttir, minst. tí tað var tað fyrireik- ararnir høvdu sagt bólki- num og fjølmidlunum, at »olkarnir á lítla pallinum fingu. Fyri føroyskan tónleika- leim var hetta ein byrjan, men bæði tónleikabólkar, yrireikarar av Prix Føroyar og onnur sum ætla at selja føroyskan tónleik uttan fyri andoddarnar noyðast at gera eitt munandi betri fyr- ireikingararbeiði. Neyðugt er at vera meir ágangandi yvirfyri til dømis fyrireik- arunum av eini festival sum Norwegian Wood. Taxi-tónleikararnir standa einki aftan fyri ein stóran part av teimum, sum fingu høvi at visa seg á stóra pall inum, og høvdu uppiborið betri sømdir á Norwegian Wood. Fyri teir sum fyri reika Norwegian Wood er tað einki annað enn ein gøla, at teir bjóða einum bólki at ferðast í dagavís fyri síðani bert at sleppa á pallin í fátækar 20 mínutur Hvor sum hevur ábyrgd ina fyri at tað gekk. sum tað gekk, er líka mikið, her noyðast tey í Føroyum, sum skipa fyri Prix Føroyar, av ålvara at umhugsa, hvat meiningin er vid at senda Taxi til Oslo. Pengarnir og tíðin hevði verið betri brúkt til eina venjingarlegu úti í Hattarvík og eina fløgu. Væleydna vikuskifti Hóast Taxi fekk eina heldur jánkasliga byrjan roynd at vinna hoyra Oslo. so gekk Norw an Wood festivalurin hampu ligt i år. Leygardag um 3500 áskoðarar. medar sunnudagin var talið 6000 og útselt. Meðan Jan es Taylor og Wilco vóru tey best kendu nov dagin, vendi sunnudagurin sær til eitt sindur yngri á hoyrarar. Tá fóru Faithless og Suede á pallin Um Prix Føroyar vil royna at fáa vinnarin á Prix 2001 til Norwegian Wood er ikki greitt í løtuni, men hetta er uttan iva eitt stað, har føroyingar kunnu royna seg. Men tá er neyðugt at sømdirnar gerast betri. Ser- liga fyri tónleikararnar er tað ikki nokk at kunna siga, at teir hava spælt á Norwe- gian Wood. Málið má vera meir enn tað - og tað er tað eisini hjá okkara bestu tón- leikarum. Taxi fekk bert 20 minuttir á einum lítlum palli, og tað var ikki nokk til at vísa norsku áhoyrarunum hvat < teir kunnu SLENDA MÁLING -ment til veðurlagið Í Norðuratlantshavi -staðið sína roynd í Føroyum síðani 1979 Heildekkandi | TRÆVERJA, | 'TOL til tekju og jarnklædning, BETONG/STEINAKRYL einans 500, BYGGISØLAN | STRANDA SKÅLAFJARDAR | AMBOD og BÚNÝTI | D.J. ENNI MÅLING MÅLINGAHANDIL Silagøta 1 N. Pålsgøta 20 | Heidavegur Miðvágur Tvøroyri Torshavn Klaksvik Saltangarå 08 órói