Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juni 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 105 - 8. JUNI 1999 ítróttar 15 Brown vil ikki spæla moti Foroyum Men Allan Simonsen er ikki samdur við honum i, at fóroyingar skulu smyrja seg við bara at luttaka í oyggjaleikunum Iriggjar = ferðir hevur skotski = venjarin, Craig Brown, vunnið á Føroyum. Fjórðu ferðina var mót- stødan so stór, at skotski venjarin bara fekk javnleik burturúr, men alíkavæl helt Craig Brown fast um á tíð- indafundinum eftir dystin, at tað hevði verið best, um føroyingar als ikki vóru við í EM undankappingini. Uppundir dystin varð Craig Brown endurgivin fyri at siga í skotsku fjøl- miðlunum, at eftir hansara tykki skuldu førovingar als ikki verið sjálvsagdir luttak- arar í EM undankappingini. Sjónarmiðið hjá skotska venjaranum er, at tað eru ov nógv lond við í EM undan- kappingini, og at tað átti at verði sáldað meiri. Aður vóru tað fýra lið í hvørjum bólkinum, og tað var bara vinnarin, sum slapp víðari í endaspælið. Hetta var ein góð skipan, og eg haldi, at tað átti framveg- is at verið soleiðis. Småu tjóðirnar skuldu ikki verið útilokaðar, men tær áttu at spælt í einari kvalifikatións- kapping, og so skuldi bara tey bestu av teimum smáu løndunum komið við í kappingina saman við stóru tjóðunum í Europa, var boðið hjá Craig Brown undan dystinum í Føroyum Og tá Itréttarsosialurin á tíðindafundinum eftir javn- leikin minti skotska venjar- an á utsøgnina og fregnad- ist, um hann framvegis var av hesi áskoðan, var Craig Brown avgjørdur: Hetta hevur einki við misnøgd ella mótstøðu móti Føroyum at gera. Eg haldi bara, at tað eru ov nógv lið í hvørjum bólkin- um, og tað haldi eg gongur út yvir tey fremstu landslið- ini. Feløgini eru ikki serliga fegin um, at landsliðsspæl- ararnir eru so ofta burturfrá til landsdystir, og vit høvdu sloppið undan nógvum av spenningunum, um talið á landsliðum hevði verið lægri. Men heldur tú ikki, at før- oymgar ha a vist, at teir eru kvalifiseradir at luttaka i EM undankappingini? - Eg ynski avgjørt ikki at taka nakað burtur frá avrik- inum hjá Allan Simonsen og hansara spælarum í dag. Eg visti, at teir fóru at vera góðir, og teir vóru góðir, men eg haldi framvegis, at tað hevði ikki verið órímu- ligt, um tjóðir av tí støddini, sum Føroyar eru, noyddust at spæla i innleidandi um- fari fyri at koma víðari. I Europa Cup verður Skot- land ikki mett millum sterk- astu tjóðirnar, og tað hevur við sær, at bestu liðini hjá okkum mugu spæla í inn- leiðandi umfari fyri at koma í meistarakapping- ina. — Eg veit um oyggjaleikir- nar, sum millum onnur Før- oyar taka lut í, og eg haldi, at tað heyði verið uppá sítt pláss, um tað í smálanda- kapping av tí slagnum hevði verið avgjørt, hverjar av smátjóðunum skuldu kom- ið við í EM undankapping- ina, var boðið hjá Craig Brown. Avbjóðingin skundar undir Stjórin í Atlantsflog, sum er høvudsstudul hjá landsliðn- um, Magni Arge, leiddi tíð- indafundin, og hann kundi ikki bara sær at biðja venj- aran hjá førovingum at koma við síni áskoðan á sjónarmiðið hjá Craig Brown, og Allan Simonsen duldi ikki, at hann var ósamdur við skotska venj- aran: Eg skilji, hvat tað snýr seg um hjá honum, og at tað eru trupulleikar við felog- unum. sum ikki eru so fegin um nógvu landsdystirnar. men út frá okkara sjónar- miði kunnu vit á ongan hátt taka undir við kvalifikati- ónskapping. Fyri okkara spælarar liggur avbjóðingin í, at vit sleppa at spæla móti stórum fótbóltstjóðum. og eg dugi ikki at ímynda mær. at áhugin hjá spælarunum og áskoðarunum hevði ver- ið tann sami, um talan bara var um smá og í fótbólts hópi veik mótstøðulond var viðmerkingin hjá Allani Simonsen jh fyri fimm árum síðani Landsliðsvenjarin, sum var ovurfegin um uttanfyri Allan Simonsen var so at siga sigurssælur, tá hann royndi at útgreina avrikið og úrslitið, og tað var fyrst og fremst arbeiðnum, sum verður gjørt í føroysku feløgunum, sum hann gav æruna fyri avrikið: — Tað hevur verið ein veldugur framburður hesi gott og væl fimm árini, sum eg havi verið í Føroyum. — Tað hevur verið ein veld- ugur framburður hesi gott og væl fimm árini, sum eg havi verið i Føroyum. Spælararnir eru so nógv betur fyri nú, enn teir vóru fyri nokrum árum síðani, og tað hevur sera nógv at siga, heldur Allan Simon- sen úrslitið, iðraði seg um, at liðformaðurin sat Spælararnir eru so nógv betur fyri nú, enn teir vóru fyri nókrum árum síðani, og tað hevur sera nógv at siga. Eg minnist aftur á, at vit í fleiri dystum vóru væl við og vóru um reppið at fáa góð úrslit, men so datt alt saman síðstu løtuna, tí okk- ara menn vóru so kroystir av mótstóðumonnunum og so pøstir, at teir gjørdu eina rúgvu av mistókum, sum motstødumenninir eirinda- leysir fingu sær fyrimun av. Og so minnir venjarin å dystirnar móti Finnlandi á utivølli í 1994 og á heima- velli i 1995, sum vórðu tapt- ir åvikavist 5-0 og 4-0, og sum kostaðu eina rúgvu av málum síðstu løtuna, og á útidystin í Grikkalandi í november 1995, tá tað var málleyst inntil 58 minuttir vóru farnir. Grikkalandi vann 5-0! Hildu avtalurnar - Skotarnir spældu akkuråt, sum vit høvdu roknað við, og eg haldi ikki, at teir vóru serliga vandamiklir. Tað var sera harmuligt, at teir fingu eitt bíligt mál. Eg haldi, at Jákup Mikkelsen gjørdi tað, sum hann átti at gera í hasari støduni. Kanska kom bólturin óvart á Ossur Han- sen, men hann skuldi ikki roynt at tamt hann, men í staðin fyri smekkað hann burtur Allan Simonsen 'rósti Jákupi Mikkelsen fyri hans- ara leiklut bæði millum stólparnar og tá hann tók lut í uppbyggjandi partin- um, og hann rósti Pól Thor- steinsson fyri at hava hildið Billy Dodds so sera væl. Venjarin helt, at Todi Jóns- son hevði verið stak væl upplagdur, og at Oli Jo- hannesen hevði styrt verj- uni heilt væl: — Fyri verjupartin kundi eg rost teimum øllum soml- um. Talan var fyrst og fremst um eitt lidavrik, har allir spælararnir hildu seg til tað, sum vit høvdu avrátt frammanundan, og tað eri eg nøgdur við. Men eg haldi ikki, at framrættaða spælið var nóg gott í 1. hálvleiki. Í steðginum prátaðu vit um hetta og gjørdu onkrar smá- ar broytingar, og eg haldi, at tað gekk betri í 2. hálvleiki Tað harmaði Allan Sim- onsen almikið. at Jens Kristian Hansen ikki var Við: - Eg sat og hugsaði um tað. tá tað í 2. hálvleiki bleiv soleiðis, at Hans Fróði Han- sen ofta gjørdist leysur við bóltinum. Jens Kristian Hansen er ein betri bólt- spælari, og tí hevði tað verið meiri nátúrligt fyri hann at farið fram á midvøllinum at tikið lut í uppbyggjandi spælinum, enn tað var fyri Hans Fróða. Jens Kristian var ikki tøkur, og tað kundu vit einki gera við, men vit kunnu frødast um, at tað eydnaðist at javna, tá vit kastaðu nógv fólk fram tað gjørdi tað sama, um vit taptu við einum ella tveim- um málum — og tað var stuttligt, at tað skuldi eydn- ast hjá Hans Fróða at stúta eitt so gott mál. jh