mikudagur 9. juni 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UNG 99:SOSIALURIN
Yngd nr. 22
9. juni 1999
2. árg.
Hetta sigur 23 ára gamli Chris,
sum er tann yngsti av teimum
fimm limunum í Dream Boys, ið
vitjadu klettarnar í vikuskiftinum
Terji Nielsen
Tað er ymiskt, hvorja fatan fólk
hava av teimum, men tað er tó
greitt, at nógv halda teir vera
nakrar tómar dukkudreingir,
sum halda seg vera og elska at
visa seg sjálvan fram. Limirnir í
Dream Boys eru tó nakrir heilt
vanligir ungir menn úr Ong-
landi, sum royna at forvinna
sær eitt sindur av peningi á ein
eitt sindur oðrvísi hátt enn tey
flestu.
Hava 12 ár baki
Tá ið Yngd fær eitt lítið prát við
Chris, stutt eftir at hann saman
við hinum dreymadreingjunum
hevur verið á pallinum í Club
20 sunnukvøldid, stendur hann
við barrdiskin og er í ferð við at
njóta eina kalda Foroya Bjór
veðr.
Chris greiðir frá, at Dream
Boys hava heili 12 ár á baki,
men at hann sjálvur bert hevur
verið við í hálvttriðja ár. Onkur
av hinum limunum hevur verið í
samfull níggju ár, so hesin er
ein sannur veteranur í hesi so
forkunnugu vinnu.
Tilsamans eru limirnir í Dream
Boys átta í tali. Teir ferðast
sjáldan meira enn fimm í senn,
og so eru hinir eftir heima í
Lon don. Chris greiðir frá, at
man nærum kann siga, at teir
eru fimm fastir, og so hava teir
tríggjar eykamenn. Hann nevnir
í hesum sambandi, at teir
fimm, sum hava vitjað her í
Feroyum, eru júst teir fimm
fastu.
Tað er ikki frítt, at vælvandu
kropparnir vera vístir fram víða
um í heiminum. Chris greiðir
frá, at bara síðani hann kom
við í bólkin, hava teir havt fram-
forslur í Russlandi, Dubai,
Skandinavia, Spania og aðra-
staðnis við. Størsta fjøldin, sum
Chris hevur framført fyri, var å
Tenerife, tå ið teir høvdu eina
framførslu, sum var å einum
palli, ið var settur upp mitt á
eini stórari strond. Framforslan
var í sambandi við eitt stórt so-
kallað beach-party, og ikki færri
enn 2.500 áskoðarar vóru til ta
framførsluna hjá Dream Boys.
Kendastu mannligu stripparar-
nir í heiminum eru uttan iva
YNGD
- títt
umboð har
tað hendir!
amerikansku Chippendales,
men í Bretlandi eru Dream
Boys teir storstu, greiðir Chris
frá. Síðani eru tað nógvir aðrir
minni bólkar, men eingin hevur
sama stoði sum Dream Boys,
vil Chris vera við.
Fáir hava gentu
Spurdur, hvussu tað er at hava
eitt persónligt kærleikslív, tá ið
man er strippari, svarar Chris:
- Tað er ógvuliga trupult at
hava eina gentu heima í Ong-
landi. Tað eru bert onkur eink-
ultur, sum hevur tað. Um tú
skalt hava eina gentu heima
við hús, so noyðist at skilja og
virða arbeiði hjá tær, og slíkar
gentur hanga ikki á trøunum.
Nógvir hava havt gentu, men
tað vísir seg, at tær altíð eru
um at ganga av verðini av øv-
und, tí at vit vísa okkum fram
fyri oðrum gentum. Tað er eis-
ini onkur fyrrverandi limur í
Dream Boys, sum er givin, tí
at hann valdi gentuna fram um
arbeiði.
Tað vísir seg annars, at stripp-
arar fáa alsamt meiri virðing
millum manna, og hetta játtar
Chris eisini. Hann greiðir frá, at
fyrr var tað vanligt, at menn
stóðu og nidurgjørdu teir, með-
an teir vóru á pallinum, meðan
tað í dag gerst meiri og meiri
vanligt, at mans koma til teirra
eftir framførslurnar og geva
teimum gott skoðsmál fyri fram-
førsluna.
Koma aftur til Føroya
At enda sigur Chris, eftir at
vera spurdur um Dream Boys
koma aftur til Føroya, at tað
gera teir heilt vist. Fyrireikarar-
nir av tiltakinum her i Føroyum
hava spurt okkum, um vit vilja
koma aftur, og tað eru vit ógvu
YNGD Í DAG:
- DREAM BOYS!
- Uttan úr heimi
- Listarnir
13
liga áhugaðir í, sigur fyrikom-
andi stripparin úr London at
enda, áðrenn hann fer at gera
seg kláran til tað heilt stóra
eykanummarið í Club 20
sunnukveldið