Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juni 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 107 - 10. JUNI 1999 tíðindablaðið 9 Møguliga ein sparikassi afturat í Vági Leysatíðindi ganga um, at Føroya Sparikassi møguliga fer at lata deild upp i Vågi. Forstjørin i Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, vil hvørki avsanna ella våtta tíðindini, men sigur, at hann onga forðing sær fyri hesum JOHN JOHANNESSEN Í Suðuroynni hava tíðindi seinastu tíðina gingið um, at Føroya Sparikassi ætlar sær at seta á stovn eina deild í Vági. Hesi tíðindi vil for- stjórin í Sparikassanum hvorki avsanna ella vátta, men Sosialurin frættir, at tingingar hava verið millum E. D. Joensen Radiohandil um, at sparikassin skuldi keypa bygningin hjá Radio- handlinum og lata upp av- greiðslu í honum. Eyðun Dahl Joensen, eigari av radiohandilinum, sigur tó við blaðið, at hesar tinging- ar eru sleptar. Tá stjóraskift- ið í Føroya Sparikassa fór fram, hendi nevniliga tað, at áhugin fyri at keypa bygn- ingin knappliga fall, og síð- ani er einki hent í málinum. Vísir ikki møguleikanum aftur Forstjórin í Føroya Spari- kassa, Marner Jacobsen, vísir ikki møguleikanum fyri at lata deild upp í Vági aftur. Hann heldur, at spari- kassin eins væl kann lata deild upp har, sum nakra aðrastaðni, um grundarlag er fyri hesum. Tað er klárt, at vit við- gera allar møguleikar fyri at Ovidka um virksemi okkara, men eg vil ikki vátta tíð- indini um, at vit ætla okkum at lata eina deild upp í Vági. --Um tit fara at opna eina deild av Føroya Sparikassa i Vågi, er hetta so ti at Sud- uroyar Sparikassi lat upp við síðuna av tykkum í Havn? --Fyrr var eitt landafrødi- ligt býti millum sparikassar- nar, men tá Suðuroyar Sparikassi lat upp deild yvirav deildini hjá okkum í miðbýnum í Havn, breyt hann hetta landafrødiliga býtið, sigur Marner Jacob- ið heldur, at orsaka av hesum ger Føroya Spari- kassi ikki nakad skeivt, um hann letur upp deild i Vågi. Forstjórin i Føroya Spari- kassa ger tó greitt, at um Føroya Sparikassi letur upp í Vági, er talan ikki um nakra heyndaratsókn, men um ein møguleika fyri at víðka um virksemi hjá stovninum. --Hoóvdu tit latið upp deild í Vági, um Suduroyar Spar- ikassi ikki hevdi latið upp í Havn? --Nei, eg vil enn einferð vísa á, at tað allatíðina hevur verið eitt landafrødiligt býti millum sparikassarnar. Tá Føroya Sparikassi lat upp á Tvøroyri, bleiv Suduroyar Sparikassi spurdur, um hann sen, Møguleikin fyri, at Føroya Sparikassi letur deild upp í Vági er til staðar ætlaði sær at lata deild upp har. Tað ætlaði hann sær ikki, og heldur ikki høvdu teir nakað ímóti, at Føroya Sparikassi í staðin lat deild upp. Marner Jacobsen visir å, at tað sum er farið fram millum Føroya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa, altíð er farið fram í sátt og semju. Men tá Suðuroyar Sparikassi lat upp í Havn, bleiv Føroya Sparikassi ikki spurdur. Hann sigur t6, at einki er i vegin vid sam- bandinum millum báðar sparikassarnar. At enda sigur Marner Jacobsen, at av ti at Sudur- oyar Sparikassi ikki spurdi Føroya Sparikassa eftir, tå hann lat upp deild i Havn, heldur hann ikki, at Føroya Sparikassi ger nakað skeivt, um hann letur upp deild i Vågi. Men hann leggur dent å, at hann hvørki vil våtta ella avsanna tidindini um hetta. Uttanlandsnevndin til Geneve og Liechtenstein Fyrstu vikuna í juli fer Uttanlandsnev ndin á kunningarferð til Geneve og til Licthenstein. Í Geneve skal hon kunna seg um altjóða handilsfelagskapin, WTO, og í Lichtenstein skal neyndin kunna seg um viðurskifti í hesum lítla og unga tjóðveldi JOHN JOHANNESSEN --Tað er av týdningi, at vit leita okkum íbástur uttan fyri landoddarnar og fregn- ast eitt sindur um, hvussu tað gongst øðrum londum, soleiðis, at vit ikki bara samanbera okkum við grannalondini, men eisini síggja út í heim, sigur Her- geir Nielsen, formaður í Uttanlandsnevndini í sam- bandi vid, at nevndin i næst- um fer á kunningarferð til Geneve og Liecthenstein. Skráin fyri ferðina er ikki rættuliga liðug enn, men ætlanin er at fara avstað fyrstu vikuna í juli mánað. Víðka sjónarringin Hergeir Nielsen sigur, at ætlanin við ferðini er at víð- ka sjónarringin, soleiðis, at hugskot úr til dømis Liechtenstein kunnu nýtast í sambandi við fullveldisætl- anina. -Liechtenstein er ein lítil tjóð við einum ungum full- veldi. Tískil skuldi borið væl til at hugt eftir, hvussu fullveldisgogdin er farin fram har, og møguliga fing- ið okkurt gott hugskot til okkara fullveldisætlanir. Hergeir Nielsen sigur, at ætlanin er at hitta politiska valdið í Liechtenstein og fáa at vita, hvussu myndug- leikarnir hava borið seg at við at reka hesa lítlu sjálv- støðugu tjóð. Hóast høvuds- vinnan ikki er tann sama sum í Fóroyum, heldur Her- geir Nielsen, at tað ber væl til fáa hugskot um vinnu- møguleikar. --Ætlanin er at fáa so ob- jektivar og greiðar uppliv- ingar av landinum sum møguligt, sigur Hergeir Nielsen, og leggur afturat, at tað ikki skal vera nøkur loyna, at endamálið við vitj- anini í Liechtenstein eisini er at hyggja at sjálvari fullveldisgongdini hjá land- inum. Eftir tí, eg havi hoyrt, er Liechtenstein ein spennadi avbjóðing. Landið líkist nógv Føroyum, bæði tá tosað verður um vídd og um fólkatal. Harafturat er land- ið eisini eitt ógvuliga ungt demokrati. Ein kann siga, at av tí at landið ikki hevur somu høvudsvinnu sum vit, ber ikki til at læra naka um vinnumøguleikar av hesi ferðini. Men her haldi eg tvórturímóti, at vit kunnu læra nógv. Vit kunnu spyrja, hvørja vinnu landið hevði áðrenn fulveldið og hví landið skipaði seg í eitt full- veldi. Liechtenstein fekk full- veldi eftir kríggið, og hevur virkað væl sum tjóð síðani. Samd nevnd Hergeir Nielsen sigur, at skráin fyri ferðina hjá Uttanlandsnevndini í juli ikki er endaliga fastløgd enn, men hann sigur, at allir limirnir i nevndini eru sam- dir um, at tad loysir seg at fara út at vitja onnur lond, og har fáa hugskot, ið kunnu flytast til okkara vidurskfti. Eisini sigur hann, at ynski fleiri ferðir hava verið frammi í nevndini um at fara slíka ferð, og tá so hug skotið um Liechtenstein kom, varð hetta beinanvegin hildið at vera eitt ógvuliga gott hugskot. WTO Áðrenn leiðin gongur til Liechtensetin, er ætlanin at vitja í Geneve í Sveis. Har hevur Alheims handilsfelag- skapurin, World Trade Organisation, høvudssæti sítt, og ætlanin er, at kunna seg um virsemið hjá felags- skapinum og møguliga fáa hugskot til føroysku vinnu- na. Ikki verkætlan Formaðurin í Uttanlands- nevndini sigur, at ferðin ikki er nøkur verkætlan, og tí er ikki vist, at nakað stórvegis skrivligt arbeiði verður gjørt burturúr ferðini, tá neyndin kemur aftur til Føroyar. Hergeir Nielsen vísir tó á, at øll Uttanlandsnevndin verður við á ferðini, og so- statt umboð úr øllum poli- tisku flokkunum á tingi. --Tað sum kemur burturúr ferðini er tengt at, hvat hvort einstakt umboð í neyndiuni sýgur til sín og vil arbeiða víðari við. Men eg eri vísur í, at tað er mennandi fyri all- ar limirnar at fáa eyguni upp fyri útheiminum. Hergeir Nielsen, formaður í Uttanlandsneyndini —Uttanlandsnevndin = er tann nevndin, ið hevur stør- stu skyldu at kunna seg um, hvat fyriferst í heiminum kring okkum, og tí kunnu vit vænta, at fleiri slíkar ferðir verða gjørdar. Mett av grannunum -Er orsøkin til, at Uttan- landsnevndin nú fer út um Norðurlond at kunna seg um fullveldisviðurskifti tann, at meira ikki kann heintast frá Íslandi og vørum grannum. --A ein hátt kunnu vit siga, at tað er so. Tað ber ikki til bert at hyggja at sær sjálv- um og grannunum. Tað er eisini neyðugt at hyggja longur út í heim, og tað er hetta, vit gera við hesum túrinum, sigur Hergeir Nielsen og leggur afturat, at røddir hava verið frammi í tinginum um, at vit eiga at víðka um sjónarringin, og at tað er hetta, ið er endamálið við ferðini.