fríggjadagur 7. januar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 5 - 8. januar 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Vit vilja takka babba fyri tíðina, sum vit fingu
saman við honum, vit fingu nógvar sera góðar løtur
saman við honum.
Hvørja ferð vit eru keddar tonkja vit, at hevði
hann verið so keddur, og hevði hann kunna valt
sjálvur, hevði hann valt at verið eftur hjá okkum. Vit
kunnu bara gleða okkum til vit møtast aftur ein
annan dag.
Hetta er bert ein heilsan frá mær!
Eg vil bara takka babba fyri tíðina saman við
honum.
Øll vóru góð og glað fyri hann, og hann var glaður
og góður við okkum!
Hann var glaður fyri hvønn dag, og hevði hann
kunna valt sjálvur, hevði hann valt at verið her hjá
okkum. Vit elskaðu hann øll, og hann elskaði okk-
um! Hann var altíð uppá fartin, tá onnur høvdu brúk
fyri tí. Og tað var ongantíð nakað keðiligt við babba!
Sjálvandi kom tað sum eitt stórt sjokk at hetta
hendi…
Eg vil bara gleða meg til vit ein dag møtast aftur..
Og ein heilsan til ommu og abba við Gjógv, og
minnist til at um tað er nakað so ber altíð til at tosa
við meg!..
Ester
Góði babba hví doyði tú? og tað var tú sum lærdi
meg at syngja og tekna, og eisini alt annað sum tú
hevur gjørt fyri okkum øll.
Døgg
Eg eri glað fyri, at eg kom at kenna Birgir, og eg eri
glað fyr, at vit komu at kennast so væl! Eg eri sera
glað fyri at hann gjørdi so nógv fyri meg og var so
góður við meg, at tað er næstan ikki til at skilja!
Hann var altíð klárur at hjálpa, hann gjørdi so
nógv fyri onnur, vit vóru nummar 1 og hann numm-
ar 2!
Men eg kann bara gleða meg til vit einaferð møt-
ast aftur uppi í himli! Tí hann hevur tað betri enn
nakar annar her á jørð! Hetta er eitt brot í einum
sangi, sum mær dámar væl: lívið kann broyta alt, eitt
hjarta kann fara í túsund pettir! Og tað er soleiðis vit
øll hava tað nú.
Drós
Minningarorð
um babba
Í dag hevur Føroya Spari-
kassi
endaliga
avgreitt
keypið av Kaupthing Bank
A/S í Danmark. Við keyp-
inum ognar Sparikassin sær
ein vinnulívsbanka við
fleiri møguleikum enn upp-
runaliga fráboðað.
Føroya Sparikassi hevur
nú endaliga ognað sær
Kaupthing Bank A/S í
Danmark. Fíggjareftirlitið
hevur góðkent handilin, ið
er avgreiddur.
Við avgreiddu keyps-
avtaluni hevur Sparikassin
ognað sær ein banka við
uppaftur fleiri møguleikum
enn upprunaliga fráboðað.
Sterkari støðu innan
virðisbrævarøkt
Upprunaliga ætlanin var, at
FIH Erhvervsbank A/S, ið
er ogn hjá Kaupthing Bún-
aðarbanka, skuldi keypa
virkisøkini Corporate Fin-
ance, Private Banking og
Markets burtur úr Kaup-
thing Bank A/S. Eftir sam-
røður partanna millum er
semja tó um, at bert Corpo-
rate Finance-parturin fer til
FIH.
Markets er virkisøkið, ið
fevnir um ráðgeving, keyp
og sølu av virðis-, láns- og
partabrøvum.
Private
Banking umfatar røkt av
pengum
hjá
múgvandi
privatpersónum. Corporate
Finance umfatar keyp og
sølu av fyritøkum, útvegan
av kapitali til slíkan handil
v.m.
»Vit fegnast um keypið,
ið ber í sær, at Sparikassin
hevur ognað sær ein vinnu-
lívsbanka, sum hevur fleiri
bein at standa á og eitt full-
fíggjað útboð av tænastum
at bjóða kundum sínum«,
sigur Marner Jacobsen, for-
stjóri í Føroya Sparikassa.
Hann vísir á, at Spari-
kassin við hesum hevur
styrkt støðu sína innan
virðisbrævarøkt bæði í
Føroyum og í Danmark.
Fleiri starvsfólk
Nú Kaupthing Bank A/S
varðveitir virkisøkini Pri-
vate Banking og Markets,
verður starvsfólkatalið í
dóttirbankanum munandi
størri enn áður fráboðað.
Upprunaliga var ætlanin, at
10-12 starvsfólk skuldu ar-
beiða í bankanum, men nú
kemur talið upp á 30.
Føroya Sparikassi var við
til at stovna Kaupthing
Bank A/S í 2001, upp-
runaliga við 20 prosentum
av partapeninginum, ið síð-
ani varð øktur til 25
prosent.
Eftir bert trimum árum er
bankin mentur soleiðis, at
hann pr. 30. juni 2004
hevði ein javna uppá 1,032
mia. kr. og eitt yvirskot fyri
hálvárið uppá 7,3 mió. kr.
Eginognin var 128 mió. kr.
Við keypinum av Kaup-
thing Bank A/S gerst virk-
semið hjá Sparikassanum
uttanlands meira sjálvstøð-
ugt, samstundis sum virkis-
grundarlagið hjá Sparikass-
anum verður víðkað. Eftir
yvirtøkuna av bankanum
økist javnin hjá Sparikass-
anum sum samtak við uml.
850 mió. kr., soleiðis at
hann fer upp um 6 mia. kr.
Nýggja stigið er í tráð við
eitt av málum Sparikassans
um at hava virksemi uttan-
lands fyri at spjaða váðan
út um gongdina í føroyska
samfelagnum.
Stórir møguleikar í nýggja banka Sparikassans
Serfrøðingur:
Prísvøkstur
møguliga fyribils
fyribrigdi
Øktir oljuprísir eru høv-
uðsatvoldin til vaksandi
inflasjónina í Føroyum í
fjør, men við fallandi olju-
prísum er møguligt, at
inflasjónin eisini minkar
frameftir, heldur Johnny í
Grótinum, búskaparfrøð-
ingur og ráðgevi á fíggj-
ardeild Sparikassans.
Oljuprísur økir
føroyska inflasjón
Fólk fáa støðugt minni fyri
lønarinntøku sína, tí hetta
seinasta árið er vend komin
í gongdina í inflasjónini.
Tað
eru
serliga
teir
hækkandi
oljuprísirnir,
sum skapa inflasjón.
Skemtarar stovna
smápartafelag
Menninir aftan fyri væl
umtókta undirhaldsbólkin
Pipar & Salt hava stovnað
eitt smápartafelag, sum
m.a. skal fáast við virksemi
innan gaman og álvara.