fríggjadagur 11. juni 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
»
Are het yt
ås
DET
mal
far 1. ros
2. så i1
Í sne Ábyrgdarblaðstjóri:
Marknaðardeild:
Jan Miller Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
B
Internet: www.sosialurin.fo
NI he
Eirikur Lindenskov |
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76, )
110 Tórshavn |
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post Gsosialurin.fo
Paragraffryttari
fremur ikki ferðavinnu
Oddagrein
Í vikuni sóu vit aftur, hvussu stutt vit eru
komin, tá tað snýr seg um ferðavinnu.
Her í blaðnum greiddu vit ein dagin frá, at
svenskir stuttleikafiskarar vóru komnir hig-
ar við fleiri bátum. Endamálið hjá teimum
var at royna fiskieydnuna á foroyskum
firðum, sundum ella havleiðum. Men teir
rendu seg inn í >betongbyrokratiið<, sum
fleiri ferðir er umrøtt áhesum plássi áður,
og dagin eftir lósu vit aftur í Sosialinum,
at teir sluppu íkki at kasta, tí teir hovdu
ikki nakað fiskiloyvi!!! Jeremias.
Sjálvandi skuldu svensku garparnir havt
kannað slíkt, aðrenn teir løgdu úr landi.
Men, men. Nógv av okkum hava ferðast í
eðrum londum og hava rent okkum í trup-
ulleikar. Eisini í fiskihøpi. Men myndug-
leikar ella fólk í ferðavinnuni hava bein-
anvegin verið beinasom og greitt henda
trupulleikan, sum ofta er gjørdur av gå-
loysni, uttan at hetta eru vorðin stórtíðindi.
Svenska domið kundi sjálvandi verið loyst
uttan hóvasták. Hvonn Harrans týdning
hevur tað, um nakrir >smábátar< royna
við nøkrum toska-tráðum í nakrar dagar
og kanska fáa nakrar greipur? Vit markn-
aðarfora jú okkum við, at Føroyar eru eitt
eldorado, tá tað snýr seg um stuttleika-
fiskiskap. Hetta hava náttúruáhugað ferð-
afólk sæð, men tey hava ikki fingið at
vita, at hetta er bara galdandi, um tú
stendur á einum nesi, á eini lógv ella ert á
foroyskum kjøli.
Vit hava so ómetaliga fá tilboð at bjóða
ferðafólki. Tað eru túrarnir undir bjørg,
framvið oyggjum og niðan í eina gjógv
ella upp á onkran tind. Eitt far í hovuðs-
staðnum bjóðaði ferðafólkum fiskiturar,
men hetta skip liggur bundið í summar.
Samanumtikið: Fá ítokilig framstig, hóast
alt fleiri milliónir eru pumpaðar í ferða-
vinnuna. Innanhýsis eru fólk í ferðavinnuni
um at kvalast. M. a. í betong-byrokratii - t.
d. í sambandi við skeinkiloyvi, matstovu-
loyvi o. t. Ferðaráðið átti at verið tann
miðsavnandi og útinnandi eindin, men
»livir tað upp« til endamálið? Alt fleiri ivast.
Tað er ikki lætt at byggja eina vinnu upp,
tað vita oll, men hvussu er kósin og verða
spurningarnir og trupulleikarnir, sum
í 2
stinga seg upp, loystir” Sosíahurin
Nú skal tað eita Miðloysnin
Javnaðarflokkurin hevur
framvegis trupulleikar við
at finna sítt politiska stev.
Kósirnar hava verið fleiri.
Vit skulu tó ikki her við-
gera tær allar, men bert
nevna sjey.
1. Ríkisfelagsskapskósin,
har Heimastýrislógin var
høvudsambodid.
2. Yvirtøkuk6sin vid kravi
um, at føroyingar skuldu
valda, men danir skuldu
gjalda. Ein politikkur, sum
gjørdi føroyska samfelagið
buskaparliga minni sjålv-
berandi.
3. Blokkskipanin kom
sum ein fylgja av yvirtøku-
kósini, sum so aftur hevdi
ta avleiðing, at'peningurin
nú ikki verður brúktur til
tað, sum hann var ætlaður
til.
4. So boðar flokkurin frá,
at Heimastýrislógin er ein
forðan fyri framhaldandi
menning av tí føroyska
samfelagnum.
Heimastýrislógin skal
burtur, og ístaðin skulu vit
hava eina sjálvstýrislóg.
Hetta varð gjørt, hóast
flokkurin ikki kundi greiða
frá, hvat ein sjálvstýrislóg
var fyri nakað. Men nú er
ein slík útgreining komin,
ið hevur givið flokkinum
vandaførar trupulleikar.
5. Hóast Javnaðarflokkur-
in hevur gjørt føroyska sam-
felagið búskaparliga minni
sjålvberandi, skrivar hann í
oddagrein, nevnd
>Hol í sjógvin<: >Tá sum
nú verður tað Javnaðar-
flokkurin, ið gongur á odda
í okkara sjálvstýrisstremb-
an, ið sjálvsagt kemur at
enda við, at Føroyar gerast
suverenur statur.« Her er nú
talan um reinan tjóðveldis-
politikk.
6. So seint sum hin 11.
november 1997 skrivar
Javnaðarflokkurin, at Før-
oyar skulu verða eitt sjálv-
støðugt land, og reglur
verða gjørdar um, hvussu
farast skal fram, um vit vilja
fara úr ríkisfelagsskapinum.
7. Leygardagin hin 5. juni
í ár hava Javnaðarflokkurin
og Sosialurin aftursvar til
undirritaða.
Teir viðgera ikki tær at-
finningar, sum eg umrøddi,
men velja heldur at leita 50
ár aftur í tíðina og vísa til,
at stødan í dag kann sam-
anberast við støduna eftir
seinna heimsbardaga. Ein
lógin samanbering. Teir
skriva eisini, at tá avtornar,
verður tað hvorki loysing
ella samband, men ein mið-
loysn (eg veit ikki, um teir
her hugsa um miðleingjuna
hjá Fólkaflokkinum?).
Suvereni staturin (full-
veldið) er nú fyribils lagdur
á hillina, tí nú eitur nýggja
kósin: »Midloysnin er
gongda leiðin<.
Henda skinklan millum
loysing og samband verður
nú rópt >Hin hóvliga mið-
loysnin«.
Flokkurin skrivar, at hann
nu hvørki vil hava loysing
ella samband, men vil kort-
ini skipa okkara samfelag
innan verandi rikiseind —
hvussu skal tad gerast?
Alvaratos, nær fer Javn-
aðarflokkurin at finna seg
sjálvan aftur?
Trygvi F. Guttesen
Amariel Norðoy á Høganesi
Í sambandi við Eystan-
stevnuna = (Skálafjarðar-
stevnuna) skipar Felagið
HØGANES fyri listafram-
syning við tí mæta og kenda
listamanninum = Amariel
Norðoy. Amariel er vorðin
nógv eftirspurdur uttanfyri
landoddarnar: men 'hevur
kortini givid sær stundir at
seta eina framsyning upp
umborð á sluppini .,Høga
nes“.
Hetta má sigast at vera
eitt sera hóskandi umhvørvi
til verkini hjá Amariel - sum
ofta hevur BATIN við so
ella so í málningum sínum.
Framsýniningin verður
opin kl. 15-19 leygardag og
sunnudag, 11. og 12.
juni.
Leygardagin verður fern-
isering kl. 15. har Jóannes
S. Hansen hugleiðir um list
og Randi Hansen spælir
klaver. Jóannes kenna vit
øll, sum ein virknan menta-
mann, bæði á Skálafjoørði-
num - og í hugfarsligu út-
varpssendingum hansara.
Randi hoyrir til yngra ættar-
liðið av klavertónleikarum
og hevur gjørt stór framstig
hesi seinastu árini. Nevnast
kann haraftrat, at Randi er
abbadóttir hin kenda skip-
aran og reg og me
Just í Túni, sum bygdi
»Høganes"” um til tað snið,
hon hevur í dag. Jóannes
hevur eisini familjubond til
»Høg« nes“ tí hann er bróð-
Vit rokna við, at Amariel
nær at koma aftur til klett-
arnar til ferniseringina leyg-
ardagin, kl. 15, hin 11. juni.
Sum siður er, tekur Felagið
HØGANES ikki atgongu-
gjald, men tunnur eru um-
bord at leggja eitt oyra i -
fyri vitjan og ein kaffimunn.
Sunnudagin eftir kapp-
róðurin, ljóða aftur stevnu-
tónar umborð á , Høganesi”.
Tá spælir og syngir ein
stevnutrio, samansett av
Hans Poulsen, Margrethu
Højgaard og Jan Rasmus-
sen.
Temadagur fyri diabetikarar
Roknað verður við, at um-
leið 40-50 ungir føroyingar
hava diabetes, sukursjúku.
Hesi ungu liva eins og onn-
ur ung gera og klára tað
sama. Men hóast tað, so er
stórur munur, og tað eru fá
uttanfyristandandi, sum ver-
uliga vita, hvat tað merkir
at hava diabetes.
Flestu vita tó, at tey sum
hava diabetes, skulu ansa
eftir, hvat tey eta, og at ym-
iskt sett, køkur, slikk 0.3.,
er bannad. Men at feitt er
verri enn sukur, og at ein
vanlig sjokulåta ofta er bet-
ur enn ein sukurfri, tad hava
mong ringt vid at skilja.
Tá ið ein ungur fær dia-
betes, verður alt fyri eitt
neyðugt at fáa insulin. Sjúk-
an kemur jú av, at brisið,
búkspýttkertilin, heldur
uppat at gera insulin, sum
er eitt neyðugt hormon, sum
ger, at kosturin kann um-
setast til orku í kyknunum.
Er barnið t. d. 10 år, tá ið
tað fær diabetes, og ein fær
insulin 4 ferðir um dagin,
so kunnu vit rokna út, at tá
hesin er 75 ár, tá hevur við-
komandi fingið kanska
94.500 sproytir við insulini.
Eisini skulu tey, sum hava
diabetes, tíðum kanna blóð-
sukur. Hetta verður gjørt við
einum lítlum tóli, sum krev-
ur ein blóðdropa úr einum
fingri ella oyra, og tekur
bert 1-2 minuttir at gera.
Men tað skal gerast, og
oftast verður farið í einrúm,
tí ... um hini ungu ikki ræð-
ast blóð, so er tað ikki ser-
liga hóskandi í dag.
Temadagur
Leygardagin 19. juni skipar
Diabetesfelag Føroya fyri
temadegi fyri ungar diabet-
ikarar í aldrinum 14 - 30 ár.
A skánni er m. a. undirvís-
ing í diabetesviðgerð,
hvussu ung aðrastaðni klára
seg við diabetes og mangt
annað. Eisini verður kunnað
um diabetes á internetinum,
og møguligt verður at royna
hetta.
Temadagurin er sjálvandi
ætlaður teimum, sum hava
diabetes, men hevur ein vin-
ur ella vinkona hug at vita
meira um diabetes, so eru
eisini tey vælkomin.
Dagurin, sum hildin verð-
ur á Hotel Føroyum, byrjar
kl. 14.00 og endar uml. kl
19.00. Kostnaðurin er kr.
100,- fyri hvønn, og tá er
matur íroknaður. Tekning
fer fram á telf. 444478 og
375087.
Diabetesfelagið hevur til
dagin fingið tvær, í Dan-
mark kendar damur, at
hjálpa til við tí fakliga. Tal-
an er um læknan Jette Vibe-
Petersen og sjúkrasystrina
Dorrit Røien, sum báðar
starvast á ambulatoriinum á
Bispebjerg Hospital.
Okkurt til foreldrini
Í samband við at felagið
hevur vitjan frá Bispebjerg
sjúkrahúsinum, verður eis-
ini okkurt til foreldur, sum
hava hug at fáa meira vita
um sjúkuna hjá børnunum.
Øll foreldur og avvarandi at
børnum, sum hava diabetes,
eru vælkomin til fund å Ho-
tel Føroyum um morgunin
hin 19. juni kl. 09.30.
Tær bådar Jette Vibe-Pet-
ersen og Dorrit Røien, hava
dagliga vid diabetesbørn at
gera, koma saman við okk-
ara heimligu diabetevið-
gerðarum at greiða frá, og
lagt er upp til at fáa gott prát
ella kjak um viðgerð og
uppvøkstur hjá slíkum. For-
eldur, sum hava hug at
koma, skulu siga frá hjá
onkrum nevndarlimi ella á
telf. 444478, skjótast tilber.
Steinbjørn i Lambanum
Diabetesfelagið hevur
heimsíðu, sum tit finna á:
www.diabetes.fo