fríggjadagur 11. juni 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 107 - 10. JUNI 1999
tíðindablaðið 0512 7?
Reiðarafelagið ger vart við misnøgdina:
Vænta eisini at foroyingar fáa
rimiligar sømdir frá norðmonnum
— Vit vænta, at sama smidligheit og
sami vilji til at finna loysnir, sum
norskir myndugleikar hava víst í sam-
starvinum við íslendingar, eisini fer at
vísa seg í samráðingum við fóroyingar,
sigur Fóroya Reiðarafelag
AkKI BERTHOLDSEN
Føroya Reiðarafelag ger nú
av álvara vart við sína mis-
nøgd við fiskivunnusam-
starvid imillum Føroyingar
og Norðmenn.
Í einum brævi, sum er
sent til oll hugsandi fólk við
ávirkan á viðurskiftini, gera
teir nú vart við, at teir vóna,
at norðmenn vísa stórri
samstarvsvilja, so at við-
urskiftini millum Føroyar
og Noreg kunnu batna aftur.
Brævið er bæði sent
norska og danska uttanríkis-
málaráðnum, Føroya Løg-
manni, føroyska og norska
fiskimálaráðharranum, for-
manninum í Vinnunevnd
Løgtingsins, formanninum
og limum í norsku uttan-
landsnevndini og øðrum.
Í brævinum ger reiðara-
felagið vart við, at føroy-
ingar eru sera fegnir um av-
taluna ímillum Ísland og tey
bæði strandalondini í Bar-
entshavinum, Noreg og
Russland
— Hendan avtalan bendir
á, at eitt styrkt samstarv um
fiskivinnuna í Norðuratl-
antshavi.
— Føroya Reidarafelag
hevur altid viljad havt skip-
að viðurskifti og hevur
stuðlað føroyska fiskivinnu-
politikkinum í Barentshav-
inum.
— Síðani fiskimarkið varð
útflutt, hevur hesin politikk-
urin verið bygdur á rammu-
avtalur við strandalondini
og samstarvi við tí endamáli
at tryggja føroyskum fiski-
monnum greiðar avtalur og
greiðar treytir fyri fiski-
skapinum í Barentshavin-
um.
— Vit hava áhugamál í
Barentshavinum og um-
framt tær kvotur, vit sam-
ráðast okkum fram til, hava
vit eisini fiskað rættiliga
nógv við Svaldbard í seksti
og sjeytiárunum og hava tí
søgulig eisini søgulig rætt-
indi har.
— Vit hava eisini rættindi
til rækjur vid Svaldbard.
Reiðarafelagið ynskir
Íslandi tillukku við avtaluni,
sum má metast at verða eitt
gott úrslit av arbeiðnum hjá
dugnaligum samráðingar-
fólkum.
—Vit fara ikki at leggja
okkum út í, hverjar avtalur
strandalondini í Barents-
havinum gera.
— Men tað skerst ikki
burtur, at hetta úrslitið verð-
ur samanborið við úrslitið
av samráðingunum, helst i-
millum føroyingar og norð-
menn hesi seinastu árini.
— Vit hava jú eitt gott
samstarv við norðmenn um
atlantoskandisku, várgýt-
andi sildina og um súgdjór-
ini í havinum og í fleiri
fiskivinnunevndum.
—Grundleggjandi hava vit
sama åhuga i fiskivinnupol-
itiskum málum sum islend-
ingar og norðmenn hava, tó
at ósemja kann vera um
ymisk byti.
Reiðarafelagið sigur, at
tað hevur lagt merki til, at
íslendingar hava fingið ein
ávísan, fastan prosentpart
av toska-TAC, umframt eitt
fast hjáveiðiprsent.
— Vit høvdu eisini tað fat-
an, at føroyingar og norð-
menn vóru samdir um, at
okkara toskakvota í norsk-
um sjógvi hækkaði, tá ið
TAC hækkaði- vit hava altíð
góðtikið, at hon lækkaði, tá
ið TAC lækkaði.
— Men hesum hava norsk-
ir myndugleikar afturvíst
seinastu árini. Norskir
myndugleikar hava avgjørt
víst aftur, at føroyska kvot-
an av sær sjálvum skuldi
fylgja TAC- tá ið tað hækk-
aði - hetta er bara galdandi
tá ið tað lækkar.
Mangla dirvi og rætt-
vísiskenslu
Reiðarafelagið sigur, at
umframt avtaluni um sína-
millum fiskirættindi, hava
føroyingar altíð viljað, at
ein partur av fiskivinnuav-
talunum ímillum Føroyar
og Noreg skuldi vera, at
okkara søguligu rættindi og
onnur rættindi, við Svald-
bard, verða staðfest.
— Vit hava eisini gjørt
okkara til at fáa eina ser-
staka avtalu um sildina, utt-
an at tað ávirkaði avtaluna
um sínamillum fiskirætt-
indi.
Hvat rækjufiskiskapinum
við Svaldbard viðvíkur,
tóku føroyingar longu í
1984, sum fyrsta landið,
undir við Noregi um at fáa
skipað viðurskifti.
Í nýggju avtaluni millum
Ísland, Noreg og Russland,
eru íslendingar ikki bundnir
av nøkrum sum helst regu-
leringum, hvat rækjufiski-
skapinum vid Svaldbard
vidvikur og kunnu ti fiska
ótálmað ímeðan Noreg i
fjór einvíst, uttan samráð-
ingar av nøkrum sum helst
slag, og uttan prévførslu,
avmarkadi okkara fiskiskap
næstan 50%.
Hóast væl undirbygd
mótmæli, hava norskir
myndugleikar enn ikki havt
tað neyðuga dirvið og rætt-
vísiskenslu til at viðurkenna
okkara søguligu rættindi.
— Okkara fiskirættindi
eftir botnfiski eru ásett eftir
einum ávisum tíðarskeiði.
— Vit hava tó fleiri ár víst
á og prógva, at norska út-
rokningargrundarlagið er
skeivt. Hetta hava vit m.a
prógvað við fiskidagbók-
um.
Dagbøkurnar vísa, at
nógv stórri partur av botn-
fiskinum, er fiskadur við
Svaldbard enn higartil sagt.
— Men heldur ikki i
hesum føri hava norskir
myndugleikar havt tad
neyðugu rættvisiskensluna
til at vidurkenna okkara
søguligu rættindi.
- Norskir myndugleikar
hava púra avvist at brúkt tey
endurskodau tølini, ikki ti,
at prosentini eru farin eitt
sindur upp, men meiri ti, at
óttin fyri at byrjað at end-
urskoða tel vigar tyngri enn
at visa føroyingum rættvísi.
— Hinvegin hava vit nú
sæð, at í avtaluni við Ísland,
hevur Noreg góðtikið, at
endurskoðað tøl fyri fiski-
skapin geva íslendingum
ein fastan part av toska-
stovninum í økinum.
Reiðarafelagið sigur at
enda, at vit mugu vænta, at
sami vilji og sama smidlig-
heit at finna loysnir, sum
hevur eyðkent Noreg í hes-
um máli, eisini fer at vísa
seg í samráðingum við før-
oyingar, so at vit aftur
kunnu koma til tað dámligu
samrådingarstødu, sum fyrr
var millum londini, sigur
reiðarafelagið.
Ll
Norskir myndudleikar mangla tað dirvið og tað rættvísiskenslu, sum skal til fyri at
geva fóroyingum okkara søguligu rættindi, sigur reiðarafelagið.
petur á petur * 320870
Tær vælumtóktu
kurvarnar eru nú
aftur á goymslu
J. Broncksgøta + 100 Tórshavn * Tel 31 21 55
* Køksvektir
* Dekkserviettar
e Viskustykkir
* Tallerkar
* o.m.a.