leygardagur 12. juni 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 107 - 10. JUNI 1999
tíðindablaðið <
Fingu ikki
eina krónu …
Útlitini fyri at flakavirkið í Sýrvági
letur uppaftur batnaðu ikki eftir bygd-
arfundin í farnu viku
AkI BERTHOLDSEN
--Tað vóru næstan 50 fólk á
fundi og tað var ikki so
galið.
— Men tað kom ikki ein
króna inn og tað var eitt
vónbrot.
Í farnu viku var bygdar-
fundur i Sørvågi.
Tað vóru Andrias Berglíð
og onnur, sum høvdu kallað
bygdarfólkið saman.
Endamálið við fundinum
var at vita um ikki sørvingar
høvdu áhuga at seta pening
í eitt nýtt flakavirki, sum
ætlanin er at lata upp í Sør-
vági.
Men tá ið vit spyrja Andr-
ias Berglíð, hvussu fundurin
gekk svarar hann: Bæði og.
— Tað vóru 58 fólk á fundi
og tað var hampiliga nógv.
— Men vit fingu ikki eina
krónu inn í eginpeningi til
virkið og tað var eitt vón-
brot, sigur hann.
--Tó, tá ið rætt skal vera
rætt, so setti ein maður seg
fyri eitt sindur av pengum,
men tað gjørdi hann áðrenn
fundin.
— Men tað er onki yvir at
dylja, at tað var eitt vónbrot,
at ikki ein króna skuldi
koma inn á sjálvum fund-
inum, leggur hann afturat.
Gamalt virki í nýggjum
húsi
Tað er felagið West Fish í
Sørvågi, sum ætlar at lata
flakavirkið í bygdini upp-
aftur.
Virkið varð stovnað í
1993 og helt tá til í „Hvíta
Húsið“ hjá Vesturvón í Sør-
vági
Men fyri einum góðum
mánaða síðani varð virkið
afturlatið, tó uttan at tað fór
á heysin.
— Vit komu til tað niður-
stóðu, at vit vóru ov veik
fíggjarliga til standa okkum
í kappingini um at keypa
fisk, tí lótu vit sjálvur aftur,
sigur Andrias Berglíð, sum
er nevndarformaður.
Og nú verður so arbeitt
við at savna meiri eginpen-
ing, so at virkið kann lata
upp aftur munandi sterkari
fíggjarliga enn tað var.
Hesuferð skal tað húsast
í „Bláa Húsið“ i Sørvågi,
sum Vesturvón eisini eigur.
— Húsið er gjørt gjørt tipp-
topp til endamálið og tað
skuldi verða nýggj leiðsla,
sum skuldi standa fyri virk-
inum.
A Flakavirkinum á West
Fish arbeiddu 30-35 fólk, tá
ið tað gekk sum tað skuldi.
Og Andrias Berglíð sig-
ur, at tað er ætlanin at
nýggja virkið skal vera líka
stórt.
- Men sum skilst gongur
meiri strilti at savna inn tann
neyðuga eginpeningin.
Nakað av pengum er
savnað saman, men enn
manglar teimum 500.000
krónur.
Tilsamans skal felagið
hava 1,8 millión, so 1,3
millión er fingin til vega.
Og tað var hetta holið,
sum ætlanin var at typpa á
bygdarfundinum í Sørvågi.
Men av tí at onki kom inn
á bygdarfundinum, er ætl-
anin ikki komin eitt vet
Hann hevur onga hóming
av, hví tað gekk so illa á
bygdarfundinum.
— Tað er neyvan persón-
ligt, tí øll eru enn lika blíð
og týð ímóti mær, sum tey
altíð hava verið.
--Kanska hevur bygdar-
fólkið mist álit á, at eitt
flakavirki kann bera seg í
bygdini, tí hetta er triðju
ferð í 20 ár, at eitt virkið í
bygdini gevst.
— Talan er neyvan um
peninganeyd, tí tað er nógv
siglandi fólk í Sørvågi og
flogvøllurin er eisini stórt
arbeiðspláss.
Men Andrias Berglíð sig-
ur, at ætlanin er ikki at gev-
ast so.
— Vit hava nú staðfest, at
vit koma ikki longur í Sør-
vági. So nú mugu vit royna
aðrar leiðir, sigur hann.
— Hvat tað kundi verið,
veit hann einki um enn.
Men hann váttar, at m.a.
eru útlendskir íleggjarar
hugaðir at seta pening í
virkið, men tað er onki í-
tøkiligt.
Andrias Berglid hevur
enn toliligar vónir um, at
ætlanin kemur undir land.
— Eg læt bygdarfólkið
vita, at eg ætladi ikki at gev-
ast, fyrrenn tað stóð heilt í
botni, um tað ikki gongur
alt ov long tíð, sjálvandi. tí
ongin kann halda á í allar
ævir.
— Men tað er í øllum
fórum greitt, at vit lata ikki
virkið upp, uttan vit hava
nóg mikið av pengum at
keypa fisk fyri, sigur Andr-
ias Berglíð.
Sjálvur ivast hann ikki i,
at virkið fer at lata uppaftur.
— Lata vit tað ikki upp,
ger onkur annar tað. Tí her
er bæði gólvuppboðsgla og
samstundis hava arbeiðs-
mannafelag, trolararnir, og
Vesturvón tikið seg saman
um eitt nýtímans ísvirki.
— Samstunds hava vit ein
nýmótans hús at hava flaka-
virki í.
— Men alt hetta er lítið
vert uttan eitt virki, tí hvør
livir av øðrum, sigur hann.
--Bygdarfundurin í Sórvági miseydnaðist fullkomiliga. Men Andrias Berglíð hevur enn ikki mist vónirnar um at flakavirkið
verður latið uppaftur. Nú verður roynt at leita aðrar vegir, kanska verður roynt at útlendingar set seta pening í
Fleiri og fleiri velja teir sera væl umtóktu Rover bilarnar!
EEN
TE - *
Rover 416 SI 5 hurðar Rover 214 SI - 5 hurðar Rover 420 SI
111 HK, 0-100 km/t 10,7 sek. 103 HK, 0-100 km/t 10,3 sek. 136 HK, 0-100 km/t 9 sek.
Servostyring - ABS - AIRBAGS
Trygdarbjålkar í hurðum - Elrutar
Valnøtutræ á instrumentbretti/hurðum
Fjarstýrt centrallås v/ startsperru
Servostyring - ABS - AIRBAGS
Trygdarbjålkar í hurðum - Elrútar /Spegl
Servostýring - ABS - AIRBAGS
Trygdarbjálkar í hurðum - Elrútar Fr.
Vainøtutræ á instrumentbretti ;
Radio/Band. v/RDS - Justerbart Ratt - í m. RadiolBand. VIRDS - Justerbart pe Er
Kr. 177.800,- Ratt-v. m. Kr 196 800 -
. 196.800,
Kr. 149.800,- 2.0 Turbo Diesel vilnteroooler 105 HK
Kr. 209.800,-
Rover 620 Tl
200 HK Turbo v/intercooler.
0 - 100 km/t 7 sek.
Leður inntrekk - El-søltak
Servostyring - ABS - AIRBAGS
Trygdarbjålkar í hurðum
Valnøtutræ á instrumentbretti/hurðum
Air-condition - Elrútar /Spegl
Rover 620 Sl
131 HK, 0-100 km/t 9,5 sek.
Fjarstýrt centrallås v/ startsperru
Servostyring - ABS - AIRBAGS
Trygdarbjålkar í hurðum - Elrútar /Spegi
Valnøtutræ á instrumentbretti/hurðum
Air-condition - Alufelgur
Radio/Band. víRDS - El-antennu - v. m
Rover 623 SI "Automatic"
158 HK, 0 - 100 km/t 9,5 sek
Leður inntrekk - El-sóltak
Servostýring - ABS - AIRBAGS
Trygdarbjålkar í hurðum
Valnøtutræ á instrumentbretti/hurðum
Air-condition - Eirútar /Spegi
Alufelgur - Fjarstyrt centrallás
Alufelgur - Fjarstýrt centrallås v/ startsperru Kr. 236.800,- ví startsperru - Radio/Band. VíRDS
Radio/Band. v/RDS - El-antennu - v. m 2.0 Turbo Diesel viintercooler 105 HK El-antennu - v. m
Kr. 284.800,- Kr. 251.800,- Kr. 298.800,-
Di SD. SB. Bilar
J. Broncksgetu 15 - TIf. 310 600
Vælkomin til ein Rover royndartúr