leygardagur 12. juni 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 109 - 12. JUNI 1999
tíðindablaðið
Kirkjubøstolarnir til
Foroya komandi ár
Seinnapartin hósdagin skrivaðu mentamálaráðharrarnir úr Danmark og Før-
oyum undir samstarvsavtalu, ið hevur til endamáls at lata fóroyingum fornlutir
aftur, teirra millum Kirkjubóstólarnar. Lutirnir hava verið varðveittir á donskum
søvnum, tí umstóður hava ikki áður verið í Føroyum
Fyrireikingar verða nú gjórdar, so forngripir, eisini Kirkjubóstólarnir, verða
sendir heim til Føroya longu år 2000, tå Føroyar halda 1000 ára hald fyri
kristnanini av Fóroyum
Elsebeth Gerner Nielsen og Signar á Brúnni undirskrivaðu seinnapartin hósdagin samstarvsavtalu, um at fóroyingar fáa í
varðveitslu Kirkjubóstólarnar og aðrar fornlutir
DAGFINN OLSEN
Seinnapartin hósdagin un-
dirskrivaðu Signar á Brúnni,
landstýrismaður við
mentamálum, og danski
mentamálaráðharrin, Else-
beth Gerner Nielsen, sam-
starvsavtalu, ið hevur til
endamáls at lata føroying-
um Kirkjubóstólarnar, og
aðrar fornlutir, aftur. Eisini
skrivaðu Arni Thorsteins-
son, landsantikvarur, og
Steen Hvass, ríkisantikvar-
ur, undir avtaluna.
Hetta hendi á samkomu í
Tinganesi, í Skansapakk-
húsinum, har allir norður-
lendsku mentamálaráðharr-
arnir, ið eru í Føroyum til
Arne Thorsteinsson, landsantikvarur, og |
ráðharrafund í løtuni, eisini
vóru til staðar, umframt em-
bætisfólk og onnur.
Signar á Brúnni beyð
gestunum og danska menta-
málaráðharranum vælkom-
num. Síðani settu tey 4,
Signar á Brúnni, Elsebeth
Gerner Nielsen, Arni Thor-
steinsson og Steen Hvass,
nøvn síni undir avtaluna.
Longu næsta ár
Í stuttum røðum lýstu
mentamálaráðharrarnir báð-
ir gongdina í málinum og
tey fegnaðust um, at sam-
starvið endiliga er komið so
langt.
Signar á Brúnni nevndi
m.a., at vónandi fáa vit í
Føroyum eisini skjótt gomul
skjól í varðveitslu og at ar-
beitt verður við hesum.
Elsebeth Gerner Nielsen
metti forngripirnar, sum
lyklar til fortíðina. Hon
fegnadist um, at føroyingar
nú fáa lyklarnar, ti hon metir
kunnan um fortíðina at hava
stóran tydning í gerandisliv-
inum.
Hon avdúkaði í rødu síni,
at longu komandi ár koma
stólarnir væntandi til Før-
oya. Tá hátíðarhalda føroy-
ingar 1000 ára hald, síðani
Føroroyar vórðu kristnaðar.
Elsebeth Gemer Nielsen
helt tað hava tydning, at før-
oyingar vid 1000 ára skiftið
Mynd: Jens Kristian Vang
hava møgulieka at granska i
eganri fortíð og egnari
grund í eini tíð, har alt verð-
ur meiri altjóðakent og
smærri mentanir broytast.
Hon nevndi, at hetta eisini
er í tráð við tað, ið ríkis-
antikvarurin Steen Hvass
hevur arbeitt fyri.
Hon helt ongan vanda
vera fyri, at føroysk mentan
hvørvur, men hava eina
bjarta framtíð, tí her banka
hjørtu, ið føra mentanina
fram.
Hon segði seg fegnast um,
at brátt hómast í sjónar-
ringinum ein partur av Før-
oya fortíð, ávegis heimaftur
til Føroya.
Myndir: Jens Kristian Vang
Elsebeth Gerner Nielsen, danskur mentamálaráðharri
Føroyingar
fåa lyklarnar
til fortidina
Soleidis målber danski mentamåla-
ráðharrin , Elsebeth Gerner Nielsen,
seg, nú fóroyingar fáa aftur forngrip-
Ir.
- Fyritreytin fyri at vaksa seg sterk-
an og náa upp í ljósið, er at hava
sterkar rótur, sigur Elsebeth Gerner
Nielsen.
Um hetta við at lata fóroyingum
lyklarnar er heildarpolitikkur hjá
donsku stjórnini, nú fóroyingar tosa
um sjálvræði, vil hon tó ikki beinleið-
is svara játtandi
DAGFINN OLSEN
Elsebeth Gerner Nielsen
sigur, at eins og í Føroy-
um, so er henda stórhend-
ing eisini veitsludagur fyri
donsku stjórnina, tí við
hesum er møguleiki at un-
dirstrika, at Danmark og
Føroyar hava felags søgu,
men hvør sina sjålvstød-
ugu sgu.
Um hetta, at føroyingar
nú fáa lyklarnar til fortid-
ina er ein ábending um, at
danir sum heild ætla at
geva føroyingum, ið hava
fullveldisætlanir, lyklar-
nar, sigur hon, at Elsebeth
Gerner Nielsen, at hon ætl-
ar sær ikki at leggja seg útí
føroyskar ætlanir og ysnki.
- Eg havi meira hugsað
um hetta, sum eina ment-
anarhending. Fyri øll
félkasløg, øll samfeløg, er
av stérum tydningi at
kenna sínar røtur, og við
avtaluni, sum er undir-
skrivað, hava føroyingar
fingið lylkarnar til for-
tíðina og egnar røtur og sin
part av mentanararvinum.
Fyritreytin fyri at vaksa og
náa upp í ljósið, er at hava
sterkar røtur, sigur Else-
beth Gerner Nielsen.
Mentanarlig
akkersplåss
Hon heldur, at føroyingar
frammanundan eru vanir
vid haldgóð mentanarlig
akkersplåss. Hon hugsar
her um målid og kemur
eisini inn á, at fáa staðni í
heiminum er so sterk bók-
mentalig- og listarlig megi
og fáa staðni verða so
nógvar bøkur skrivaðar,
sum i Føroyum.
At forngripir koma aftur
til Føroya, metir hon, sum
at lagt verður afturat ment-
anarligu barlastini.
Hon heldur eisini vera
av týdningi at hava við, at
talan er ikki um, at danir
eru komnir til Føroya og
hava tikið lutirnar. Teir eru
fluttir, tí eisini føroyingar
hava ynskt tað. Hon metir
tó ikki, at danir hava gjørt
føroyinum eina tænastu.
Heldur er talan um ein
varðveitslupolitikk, ið vit
øll í dag hava gleði av,
heldur hon.
Um gomlu skjølini, ið
møguliga skulu varðveit-
ast í Føroyum, sigur Else-
beth Gerner Nielsen, at
longu komandi ár verður
væntandi greitt, hvørjir av
teim um 400 lutunum, ið
eru á danska tjóðsavni-
num, skulu aftur til Før-
oya. Hon sigur, at ríkis-
antikvarurin, Steen Hvass,
metir, at komandi år er
hetta avgreitt. Sjålv væntar
hon eisini, at Kirkjubø-
stólarnir koma til Føroya
komandi år.
Vit prenta røduna hjå
Signari á Brúnni á s. 13