Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 5 - 8. januar 2005 Hóskvøldið boðaði HB frá, hvør skal venja nýggja 2. deild- arliðið hjá teimum, og hvør er nýggjur høvuðsungdómsvenja ri í felagnum HB VENJARAR Jóannes Hansen HB fyrireikar seg av lívsins kreftum fyri at halda tørn um framúr góða úrslitið, sum felagið rakk í fjør. Hósdagin boðaði felagið frá á heimasíðu síni, hb.fo, at teir nú hava gjørt sátt- málar við teir, sum skulu standa fyri venjingini í 2. deild og hvør skal hava høvuðsábyrgdina av venj- ingunum í øllum teimum yngru deildunum. HB tryggjaði sær í heyst sessin í 2. deild, tá ið tað eydnaðist liðnum hjá teim- um í 3. deild at vinna enda- spæl móti 2. deildarliðnum hjá KÍ. Og nú hevur felagið allierað seg við ein klaks- víking í høvuðsstaðnum í royndini at halda um ný- vunna sessin. Leif Olsen skal hava ábyrgdina av HB liðnum í 2. deild, og Leif og HB siga, at málið fyrst og fremst er at varðveita pláss- ið í deildini og at menna ungu spælararnar, so teir verða førir fyri at spæla á besta liðnum. Leif Olsen, ið sum miðvallarspælari vísti seg at hava gott fótbóltsskil, er 46 ára gamalur. Longu í 1975, tá ið hann ikki var meiri enn 16 ár, kom Leif á 1. lið hjá KÍ. Har var hann, inntil hann fór til Danmarkar at læra til sosialráðgevara. Síðani hann flutti aftur á klettarnar og búsettist í Havnini, hevur Leif fleiri ferðir verið venjari hjá yngru HB liðunum, um- framt at hann sjálvur hevur hugnað sær í 4. og 5. deild. Sambært HB heimasíðuni, so er ætlanin, at næstbesta liðið skal fara undir venjingarnar fyrst í februar. GÍ veteranur ábyrgd- ina av teimum ungu Í síni tíð var Petur Amon Dalbø millum teir fremstu á GÍ liðnum. Petur Amon er 37 ára gamalur, og hann spældi við GÍ í áttati árun- um og fram í níti árini. Pet- ur Amon hevur í fleiri ár búð í høvuðsstaðnum, og seinastu 6-7 árini hevur hann verið ungdómsvenjari í HB. Nú hava gøtumaðurin og HB gjørt av, at Petur Amon skal vera høvuðsvenjari í ungdómsdeildini. Hann hevur tikið øll grundskeið- ini í FSF venjaraútbúgving- ini, og í fjør leyk hann UEFA B prógvið. Ung- dómsdeildin hjá HB fevnir um liðini upp til og við dreingja- og gentudeildini. Nakað fyri jól boðaði HB frá, at miðvingurin Albert Ellefsen skal vera hjálpar- venjari hjá Heine Fernan- dez í 1. deild, og at Albert eisini skal venja unglinga- liðið hjá HB. Í fjør hevði Petur Simonsen, sum nú er venjari hjá ÍF, ábyrgdina av HB unglingunum og liðn- um í 3. deild. KÍ og Statoil hava skrivað undir stuðuls- sáttmála fimta árið á rað. Nýggi sáttmálin er fyri komandi kapp- ingarár. Samstundis skrivaðu KÍ og Finn Johannesen undir sát- tmála um, at Finn skal vera ungdómssam- skipari komandi kappingarár FÓTBÓLTUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Gongur tað, sum Statoil og KÍ vilja og ætla, so fer KÍ at vera meiri sjónligt í kapp- ingini um heiðursmerkini og meistaraskapin, enn fel- agið var tað í fjør. Á tíðindafundi í KÍ-café- ini hósmorgunin varð kunngjørt, at Statoil og KÍ hava gjørt enn ein stuðuls- sáttmála. Og at Finn Jo- hannesen kemur at taka sær av ungdómsarbeiðinum í felagnum komandi kapp- ingarárið. Formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, beyð vælkomin og síðani greiddi hann stutt frá samstarvinum, sum er og hevur verið millum KÍ og Statoil. Hann fegnaðist um at sáttmálin nú var komin í hús. – Høvuðsstuðulsavtalan fevnir fyrst og fremst um fyrstu deild menn hjá KÍ, men onkrar smærri broyt- ingar eru tó í sáttmálanum í mun til tann gamla, greiddi Gestur frá. Higartil hevur Statoil staðið einsamalt á klæðun- um hjá spælarunum, men tað kann broytast nú, so at pláss verður fyri øðrum stuðlum eisini. Ein onnur broyting er so eisini tann, at hesin sáttmálin bert er fyri eitt ár, meðan tann gamli var fyri tvey. – Vit miðja eftir at vera millum trý tey fremstu liðini í ár, og henda avtalan er ein týðandi partur í at røkka hesum málinum, segði Gestur Hovgaard. Og Hans Waag, sølu- og marknað- arleiðarin hjá Statoil, ið sum ungur var íðin KÍ spælari, hevði hug at spenna boðan eitt sindur hægri: – Tá ið vit fyri einum ári síðani skrivaðu undir spon- soravtalu við KÍ, søgdu vit, at vit fóru at verða nøgdir, um KÍ endaði millum fýra tey bestu. Men hesa ferð vóna vit, at KÍ fer at vinna meistaraskapin, segði Hans Waag. Statoil sigst hava serliga góða undirtøku í Klaksvík, og tað kann væl hugsast, at tað eisini hevur við tað at gera, at KÍ og Statoil samstarva. Gestur segði, at felagið hevur eisini arbeitt við at fáa ein annan stóran stuðul, men tað tíverri ikki eydn- aðist, so tískil verður Stat- oil einsamallur høvuðs- stuðul hjá KÍ kappingarárið 2005. Hans Waag legði aftur at Gesturi, at hetta tilsamans var tann tíggjundi sáttmál- in, sum varð undirskrivaður millum KÍ og Statoil. Ungdómsvenjari Finn Johannesen verður høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ komandi kappingarár. KÍ hevur gjørt nógv við ungdómsarbeiðið seinastu árini, og formaðurin helt fyri við atliti at úrslitunum hjá teimum yngru deildun- um seinasta kappingarár, at nú byrjar tað arbeiðið at kasta av sær. – Serliga 2004 vísti, at nú er ungdómsarbeiðið við at koma uppundan, segði Gestur. Finn Johannesen hevur – umframt at verið ungdóms- venjari í øðrum feløgum - havt samstarv bæði við Ev- erton og Liverpool í ensku fótbóltskappingini, og tað væntar leiðslan í KÍ kann hava stórar møguleikar við sær fyri ungu spælararnar í felagnum. Annars greiddi Gestur eitt sindur frá fyrstu deildar hópinum hjá KÍ. – Tað hevur verið ein ávís tilgongd, men sjálvandi eis- ini frágongd, men vit meta, at hópurin er rímuliga breiður til komandi kapp- ingarár, og eisini er hann nakað yngri enn hann hevur verið, greiddi Gestur frá. Danski áleyparin hjá KÍ, Jacob Bymar, hevur boðað felagnum frá, at hann ikki verður við aftur á liðnum fyribils, tí at hann fer at gera sína herskyldu í Dan- mark. Tað harmaðist Gestur um, men samstundis fegn- aðist hann um, at Allan Jo- ensen er við at koma seg eftir sín drúgva skaða og tí helst aftur verður at síggja á fyrstu deildar liðinum hjá KÍ komandi kappingarár. Statoil og KÍ ætla sær í toppin Leif og Petur Amon skulu hjálpa HB Finn Johannesen verður ungdómsvenjari hjá KÍ komandi kappingarár Eitt ára stuðulsavtala millum KÍ og Statoil varð undirskrivað hósmorgunin í KÍ caféini. Hetta er tann fimti sáttmálin hjá teimum á rað Malan skal venja AB Argja Bóltfelag hev- ur saman við Mal- uni Mohr Dahl skrivað sáttmála, sum ber við sær, at Malan næsta kapp- ingarárið verður venjari hjá AB kvinnunum AB VENJARI Jóannes Hansen Oftast hava tey á Argjum funnið lokala loysn, tá ið tey hava funnið fram til, hvør hevur skula havt ábyrgdina av venjingini hjá kvinnuliðnum. So- leiðis verður tað ikki í ár. Í fyrrakvøldið boðaði AB frá á heimasíðu sín- ari, ab.fo, at felagið hevur gjørt samstarvsavtalu við Maluna Mohr Dahl. Hon skal hava ábyrgdina av AB kvinnunum í 2005. Malan er kend av og við kvinnufótbóltin. Í síni tíð spældi hon bæði við HB og B36, og hon hevur eis- ini verið í nevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya. Malan hevur verið kvinnuvenjari hjá B36, HB og GÍ, og í fjør hevði hon ábyrgdina av saman- setta liðnum B68/GÍ. Besta úrslitið higartil sum venjari rakk Malan í 1999, og tað ber ikki til at røkka betri úrslitið, enn Malan tað árið rakk við HB, sum bæði varð meistari og vann steypa- kappingina. Men úrslitini valdast eis- ini, hvussu fyritreytirnar hava verið og verða at røkka teimum. Í níti árun- um vann AB fleiri ferðir meistaraheitið og steypa- kappingar í yngru deild- unum. Tað kundi bent á, at felagið átti góða fram- tíð í kvinnufótbóltinum, men higartil hevur tað ikki hepnast at gera seg galdandi í toppinum. AB vann 2. deild í 2002, men síðani øll kvinnuliðini fóru at spæla í somu deild, hevur tað ikki eydnast teimum at enda ovast.