Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juni 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

. Jan Muller SOtlit … Eirikur Lindenskov internet: www.sosialurin.fo Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: | Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro —- Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson | ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Den, uppseting og prent: Sp/f S osialurin Bústaður: | Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, ) 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post Gsosialurin.fo Ferdavinnan og framtíðin Oddagrein SUMMARIÐ er komið og við tí eisini ein stór fjøld av útlendskum ferðafólki. Henda seinasta tíðin hevur verið rættiliga turbulent hvat júst ferðavinnumálum viðvíkur. Fyrst var tað kunn- ingardiskurin í Vágum, sum varð stongdur men sum nú skilst er latin uppaftur. Síðani vóru tað hasir svensku stuttleikafiskararnir, sum hildu væl til standa, tá teir komu til Foroya at fiska men sum fingu sum vátan vott framm- aná, tá tað ikki uttan víðari bar til at fiska um okkara leiðir. Seinni kom hetta tó uppá pláss. NU skulu vit sjálvandi ansa eftir ikki at gera eina flugu til ein elefant. Tí sjálvandi vilja tað vera trupulleikar og misskiljingar í eini vinnu sum nettup ferðavinnuni, har tú jú hevur við fremmandafólk at gera. Men tað, sum er umráðandi, er, at vit læra av mistokunum, og hetta gera vit bert við at umroða tey. Tí er tað rætt, at mál sum hatta við kunningardiskinum í Vágum og svensku stuttleikafiskimonnunum, koma fram í dagsins ljós alt fyri eitt. VIT skulu ikki her siga, hvat er gjørt skeivt og ikki í sambandi við Kunningardiskin. Tí kundi tað verið áhugavert at fingið eina almenna frágreiðing frá Ferðaráðnum, sum jú var tað, ið fyrst segði fólkunum upp fyri harnæst at senda tey í feriu. Nú svenskir stuttleikafiski- menn koma til Foroya er Ferðaráðið aftur í fokus. Tí tær brosjurur, sum Ferðaráðið hevur latið gera um eitt nú góðu møguleikarnar hjá ferðafólki at fara á flot, hava ikki verið nokt- andi. Tær hava ikki greitt ferðafólki frá, hvørjar avmarkingar eru ol. Og nettup hetta er so ómetaliga týdningarmikið, tá roynt verður at fáa útlendingar henda vegin. Her endaði søg- an við sviunum tvørturim6ti við »happy end", nú teir fingu ein stóran kalva. Meira um hetta í blaðnum í dag. LATIÐ okkum læra av hesum ollum. Latið okkum ikki vera bangin fyri at fáa kritikk, tí tað er nettup kritikkur - tað at vísa á mistøk. feilir og skeivleikar - ið er við til at bota um. so vit fáa eina vinnu, ið vit kunnu vera errin av. Hetta er ein partur av menningini. LEYGARDAGIN fingu 19 føroyingar prógv sum ferðaleiðarar. Vit ynskja teimum tillukku. Tað er nettup slíkt sum ein ferðaleiðaraútbúgv- ing, sum skal forða fyri, at tað henda ov nógvar misskiljingar og skeivleikar í hesi vinnu. Tað at arbeiðið við ferðafólki verður lagt upp á eitt professionelt stoði longu frá fyrsta degi. Nýggju ferðaleiðararnir hava eftir okkara tykki eina týðandi uppgávu, sum m.a. er at tryggja, at vit fáa eina ferðavinnu, ið bæði vit foroyingar og ferðafólkini kunnu verða nøgd við. At henda vinna so eisini kann menn- ast til at vera eitt av teimum beinunum, sum samfelagsbúskapurin kann standa á umframt fiskivinnuna er bara at fegnast um. Latið okkum ikki vera bangin fyri at læra av hvørjum eðrum, og latið okkum lurta heldur enn at skrúva fyri móttakaranum, tá sunnur kritikkur verður reistur. Sosialurin Goóðtaka ikki skerjing um eftirútbúgving Føroya Lærarafelag kann undir ongum umstødum góðtaka, at landsstýrismað- urin í skúlamálum hevur ætlanir um at skerja eftirút- búgvingina av føroyskum fólkaskúlalærarum soleiðis, at ársskeiðini í Føroyum 1999/2000 verða skorin burtur. Eftirútbúgvingin av lær- arum er ein so týðandi part- ur í fremjanini av nýggju fólkaskúlalógini, at vit vænta, at henda ikki fer at virka, tá so týdningarmikil økir verða skerd. Vit eru stórliga bangin fyri, at við hesum er nýggja fólkaskúlalógin deyða- dømd. Myndugleikin skal ikki vænta, at Føroya Lærara- felag loyvir limum sinum at taka uppå seg nyggjar und- irvisingarhættir, uttan at teir fáa útbúgving í hesum. Samstundis metir Føroya Lærarafelag at hetta er eitt greitt brot á grein 2 í Høv- uðssáttmálanum, sum sigur, at partarnir skulu fremja gott samstarv. Eitt týðiligt tekin um, hvussu út av lagi vánalig arbeiðsviðurskiftini í fólka- skúlanum eru, og hvussu nógv lærarar stúra fyri framtíðini hjá fólkaskúlan- um er, at so fá hava hug at søkja skulastjorastørvini, sum nu eru leys. Undirvisingar- og menta- málastýrið lýsir í hesum døgum størvini leys fyri aðru ferð. Tað er okkara vón, at lim- ir okkara framhaldandi, av sær sjálvum á hendan hátt. fara at vísa á, at leiðsluvið- urskiftini krevja stórar åbøt- ur. Tað er gott, at limir okk- ara soleiðis vísa á vónleysu støðuna í føroyska fólka- skúlanum. Føroya Lærarafelag hev- ur vid Høvudsavtaluni frå 10. juli 1998 bundid seg å hond og fót, so felagið sjálvt kann ikki blokera hesi størv, hóast vit høvdu havt bestan hug til tað. Hvussu kunnu fólk hava hug at leiða eitt skúlaverk, sum liggur í andaleypi? Føroya Lærarafelag så skriftina å vegginum fyri nógvum árum síðani, tå tann nýggja fólkaskúlalógin varð trýst omanyvir okkum, men lítlir og ongir pengar fylgdu vid, og vit gjørdu vart við vandan. Nú skriftin er sett upp við neonljósi og blinki, má myndugleikin reagera. Myndugleikin má síggja, at tað ber ikki til at leggja stórri og nýggjar arbeiðs- byrðar á fólk uttan at gjalda teimum meira í løn. Hetta er ognartøka. Um hildið verður á fram við hesum framferðarhátti, verður Føroya Lærarafelag noytt at seta tiltøk i verk. Føroya Lærarafelag Elsa Birgitta P. Petersen, formadur Føroyar, kongsveldi in spe I Sosialinum 11. í h.må. er fråbodad, at Løgtingsins Uttanlandsnevnd vid Her- geiri Nielsen (T) sum for- manni ætlar sær at ferðast til Liechtenstein (óivað sama landið sum í >heims atlas< er stavað Liktinstein), og at javnarflokkurin ikki verður við í terðalagnum, tí at talan er veruliga um eina fullveldisekspeditión. Hetta má heilt náttúrligt fáa okkum, sum um ikki so langa tíð skulu taka stóðu til framtíðarlagnu føroy- inga, at spyrja: Hvat gott kann spyrjast burturúr tí, at »serfrødingar« úr Føroyum fara til Liechtenstein fyri har vid lykt venda hvønn stein fyri at vita, hvussu liechtensteinar suverenitet- ur verdur handfarin? Liechenstein er konstit- utionelt kongadømi við fúrsta og lóggevandi Land- tag og liggur í alpunum millum Schweiz og Eystur- ríki til støddar 25 km x 6 km. Fúrstadómið er kent fyri frimerkjaframleidslu og sera lagaligan skattapolit- ikk. Har arbeiða umleið 20.000 fólk herav 12.000 útlendingar, og av teimum eru 7.000 búsett í Schweiz. Næstan ongin skattur og lagaligar reglur fyri út- lendskum kapitali er orsøk- in til, at meira enn 25.000 handilsvirkir úr allari verð- ini eru skrásett í Liechten- stein. Fårstadømid hevur mynt- og tollunión við Schweiz, sum eisini hevur uttanríkis- politik Liechtensteinar um hendi. Fúrstin kann innkalla og upploysa ríkisdagin (Land- tag), 1000 borgarar ella 3 kommunur (av 11) kunnu framleggja lógaruppskot. Lógir, samtyktar av ríkis- degnum, kunnu vrakast ella góðtakast við fólkaatkvoðu. Um pástandurin, at ein politisk vitjan til Liechten- stein við formanninum í utt- anlandsnevndini á odda er fullveldisekspeditión, er eft- irfarandi, fer tað er verða spennandi at vita, um For- oyar sum ein nýggjur fuglur Fønix - hann vísir seg hvørji 500 ár - rísur úr Atlantshav- inum åtøkur Liechtenstein í teimum schweizisku/eyst- urrísku alpunum: Føroyar, konstitutionelt kongsveldi, sum gongur i arv til son eins og kongsjørøin við so at siga ongari skattalóg og 50% arbeiðsmegi úr øðrum londum. Jú sanniliga, vit hava nógv í vænti, um illgrunin hjá Jóannesi Eidesgaard, løgtings- og fólkatings- manni, hevur hald í veru- leikanum. Skattaborgarar landsins, ið ikki hava gloymt polit- iska- og umsitingarliga vit- loysi í 80-unum, sum tók stødid undan vanligum viti og skili við katastrofalum avleiðingum fyri at kalla hvort hús og heim, mugu spyrja. hvussu henda mikla ferðina eystur og vestur og suður í onnur lond verður fíggjað. Í 80-unum játtaði løgtingid árliga 4-5 millión- ir til ferða- og dagpening uttanlands, meðan løgtingid nú ikki ræður yvir meira enn 300 túsund um árið til sama endamál? Heri Mohr A ————— Vitavarðarhúsini í Akrabyrgi Fyri nókrum árum síðani gjørdi vitaverkið av at selja húsini hjá vitavørdinum í Akrabyrgi, av tí at tað ikki longur var neyðugt hjá teimum at hava manning búgvandi á hesum stað. Longu frammanundan hevði tað vist seg, at Akra- berg var eitt tað besta stað til at fylgja við hvussu ferð- afuglurin kom og fór mill- um Føroya og útlond. Fugl- afrødingar høvdu ti stóran áhuga í at tað framvegis bar til hjá teimum at nýta hesi hús. Samstarv varð so tikið upp millum Undirvísingar- og Mentamálaráðið, Náttúr- ugripasavnið, Fróðskapar- setur Føroya og Collegium academicum faeroense um at keypa húsini og umvæla tey, so tey kundu gerast nýt- ilig til smærri skeið, eins og tað eisini skuldi bera til hjá vísindamonnum (t.d. fugla- frødingum) at stødga har í longri tíðarskeið. Nú eru húsini liðug, og ber tí til at nýta tey til um- hugsaða endamálið. Vísindamenn, listamenn og rithøvundar, sum hava áhuga í at arbeiða í friði eitt ávíst tíðarskeið, kunnu leiga húsini hesa tíð. Harumframt ber til at hava smærri skeið í húsu- num fyri 10 til 15 fólkum í senn. Tey, sum áhuga hava fyri at nýta hesi hús, kunnu seta seg í samband við Dorete Bloch, tel. 31 85 88, fax 31 85 89, e-mail doreteb Ongs.fo Heimasíðan hjá gjald- stovuni www.gjaldstovan.fo Í farnu viku var heim- asíðuadressan hjá Før- oya Gjaldstovu skeivt endurgivin. Hin rætta stendur omanfyri... | Sosialurin bidjur Gjaldstovu og við- skiftafólk halda okk- um til góðar.