fríggjadagur 7. januar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 • leygardagur • 8. januar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Asiatiska
Flóðaldan
Tinghellan á s. 33–35
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Hjørdis Mortensen arbeiðir til
dagligt sum skrivari hjá forstjór-
anum í Tryggingarfelagnum
Føroyar. Eitt starv, sum hon
hevur røkt, síðani hon byrjaði á
Tryggingini í 1962. Men frá 1.
januar og fýra ár fram verður
hon eisini borgarstjórafrúa í
høvuðsstaðnum. Hetta starvs-
skiftið hjá manninum fer millum
annað at hava við sær, at Hjørdis
og Heðin tey fýra komandi árini
ikki longur fara at arbeiða á
sama arbeiðsplássi.
Heðin byrjaði á Tryggingini í
1978. Síðani tá hava tey arbeitt á
sama staði og altíð fylgst til
arbeiðis.
Heðin flytur tó ikki so langt
burtur frá Kongabrúnni, men ein
munur verður, at Heðin hevur
longri arbeiðsdagar.
– Tað er sjálvandi ringt at siga,
men til dømis hesa vikuna er
hann farin frá húsum um átta-
tíðina og er komin nógv seinni
heim enn vanligt, sigur borgar-
stjórafrúan.
Eisini væntar hon, at Heðin
kemur at ferðast meira.
– Og helst kemur hann at hava
brúk fyri fleiri hvítum skjúrtum,
sigur Hjørdis skemtiliga.
Hon heldur tó ikki, at tað fer at
ávirka hana tað stóra, at maðurin
nú er vorðin borgarstjóri. Hon
fer at halda fram í sínum vanliga
starvi, so broytingin í vanliga
gerandisdegnum verður neyvan
tann stóra.
– Tað liggur ein onnur ábyrgd í
tí, og man kemur helst oftari at
vera boðin við til tiltøk og annað
sum maki hjá borgarstjóranum,
men annars verði eg tann, sum
eg plagi at vera, sigur Hjørdis
Mortensen.
Lágan profil
Heðin hevur altíð havt nógv jørn
í eldinum, og hann hevur mang-
an verið í fjølmiðlum – bæði í
sambandi við Tórshavnar býráð,
sum ÍSF forseti og í øðrum
samanhangum, men Hjørdis
heldur tó, at tað er nakað øðrvísi
nú, hann situr sum borgarstjóri í
høvuðsstaðnum.
Byrjanin til hetta starvið og alt
rokið við avtalunum, sum vórðu
gjørdar í millum flokkarnar í
Havn í sambandi við skipan av
samgongu, gjørdu sítt til, at
Heðin var fyri nógvum ákoyring-
um.
Hetta hevur ikki órógvað
Hjørdis so nógv. Hon sigur, at
hon hevur valt at halda lágan
profil, tá tað kemur til ágangin,
sum Heðin var fyri.
– Heðin hevur so ofta verið
fyri ágangi í fjølmiðlunum og
aðrastaðni við, og tað hevur hann
altíð megnað at komið burtur úr
sjálvur, sigur hon brosandi og
leggur afturat, at hetta við fjøl-
miðlunum er tó kortini nakað,
sum tey skulu venja seg við.
– Eg vænti sum sagt, at tað
verður nakað øðrvísi, nú Heðin
situr í starvinum sum borgar-
stjóri, og eg ivist ikki í, at tað
liggur ein sera áhugaverd tíð fyri
framman, sigur Hjørdis
Mortensen, borgarstjórafrúa í
Tórshavn, sum væntar sær nøkur
spennandi ár saman við Heðini
sum borgarstjóra.
Nú »skiljast« Heðin og Hjørdis
Síðani í 1978 hava hjúnini Heðin og Hjørdis Mortensen arbeitt í Tryggingar-
felagnum Føroyar. Men frá 1. januar í ár varð tað broytt. Heðin er farin í sessin sum
borgarstjóri í Havn, og harvið skiljast teirra starvsleiðir – í øllum førum tey
komandi fýra árini
Heðin og Hjørdis Mortensen. Tey hava arbeitt saman í Tryggingarfelagnum Føroyar síðani í 1978, men nú er Heðin farin av Kongabrúnni og niðan í Býráðshúsið
at sita – í øllum førum tey komandi fýra árini
Mynd: Ólavur Rubeksen