Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 5 - 8. januar 2005 LÝSINGAR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens K. Vang Uppgávan var reint guff. "Ger eina lýsing, sum rakar tey ungu millum 13 og 25 ár - legg onki í hini. Restin er upp til tykkum." 3 vikur seinni var lýsingin hjá Petur & Petur fyri nýggju MMS tænastuna hjá Føroya Tele fyrstu ferð at síggja á sjónvarpsskíggj- anum. Vit hálvgomlu undrast, men fyri stjóran, Petur Slyne, er úlpulýsingin ein fakligur ynski- dreymur. Men hvussu kann Petur kalla tað reint guff at skula gera eina lýsing undir so stórum tíðartrýsti við einum so neyvum málbólki fyri eyga? - Tí tað gevur tær ótrúliga fríar teymar - nakað vit lýsingarfólk í Føroyum hungra eftir. Tá tú skalt royna at raka ein so smalan mál- bólk, kanst tú loyva tær at tveita sjálvt tey løgnasta hugskotini á borðið. Kynstrið er at velja tað besta burturúr og so - ja so má tað bara bresta ella bera. At fóðra tey ovurfóðraðu Og tað bar. Grønu úlpuverurnar við tøssandi gongulagnum fóru beint inn hjá teimum ungu - eitt sindur av tilvild, tí úlpurnar vóru als ikki við í upprunaliga hug- skotinum til lýsingina. - Fyrsta útkastið var ein maður við øgiliga stórum og løgnum hári, sum so sær ein annan mann við líka løgnum, men bara nógv størri hári ... men vit saknaðu líkasum okkurt føroyskt eyð- kenni. Tað var vist tá, hugskotið við úlpunum við ovurstóra skinninum kom. Í veruleikanum kundi tað vera líka mikið, hvat tað var, bara tað var nóg løgið og øðrvísi til at vera cool. Restin av lýsingini er so bygd rundan um løgnu úlpuverurnar, sum hvørki hava andlit ella kyn og í heila tiki eru so langt úti, at ongin rættiliga veit, hvat gongur fyri seg. Úlpuverurnar eru bygdasligar, barnsligar, kiksaðar og tykjast ikki at hava alt ov nógv millum oyrini. Men tær duga at sam- skifta við at senda eini mynda- boð, og tað er í grundini einfaldi boðskapurin í lýsingini. Hví so gera hana so margháttliga, at tú fert at ivast í, um tú yvirhøvur skilur hana? - Tí ein greiður boðskapur ikki merkir tað sama, sum at tað er lætt at náa málbólkin við honum. Sjálvt um hesin málbólkurin er óvanliga smalur eftir føroyskum lýsingarmátistokki, er hann settur saman av eini rúgvu av smærri málbólkum, vit eisini mugu hava í huga. Tey, sum ganga í dans, flenna ikki eftir tí sama, sum tey, sum ganga á møti. Tey, sum búgva á bygd, hava onnur áhugamál enn tey, sum búgva í Havn. Tað er soleiðis tú mást hugsa alla vegin ígjøgnum, men tú skalt fram- vegis raka øll. Tað einasta, tey heilt sikkurt hava í felag, er, at tey tíma ikki at hyggja eftir lýsingum, tí tey eru ovurfóðraði við teimum. Tey hava langt síðani sæð tær flottastu, coolastu Maðurin aftan fyri úlpurnar Ongin skilur petti av, hvat tær siga og enn minni av løgna tónleikinum, tær ganga í takt við. Men grønu úlpuverurnar í nýggju sjónvarpslýsingini hjá Føroya Tele hava rakt beint har, tær skuldu. Vit hava fingið eitt prát við Petur Slyne, mannin aftanfyri margháttliga hugskotið - Ein máti at kappast við teir stóru er at fara heilt yvir í hina gjónna. Úlpuverurnar eru alt tað, MTV, Coca Cola ella Nike avgjørt ikki eru, sigur maðurin aftanfyri hugskotið, Petur Slyne