Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. juni 1999síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 140 - 15. JUNI 1999 Viðmerking: Havnarfólk! Hvar eru tit? Fyrst vil eg takka Beatu Jensen á Dimmalætting fyru greinina í dimmu tann 24. apríl 1999, har tú minnir okkum á, at vit mugu ansa eftir at fornminni ikki fara fyri bakka. Somuleiðis takk Beata fyri eina sera áhuga- verda frágreiðing um Bauer, húsið og katolikkarnar í Føroyum fyri uml. 150 ár- um síðani. Næst vil eg takka Jákup Lindenskov fyri undirtøk- una í Sosialinum 6. mai 1999 og síðani í góðan morgun Føroyar í Útvarpi Føroya tann 25. mai 1999, har hann tekur undir við mær í samband við sethúsi- num í J.C. Svabosgøtu 19, sum í mars mánaði brunnu í grund. Takk fyri Jákup at tú so diggiliga mindar søg- uligu virðini í Rættará og serstakliga Kristines Minde/ Bauers hús, eitt rættuligt herðaklapp. Rætt hevur tú Jákup, tá tú nevnir bygda byggi-spekulatiónir í trýss- inum. Men Jákup, tað var eisini skammuligt, at Tórs- havnar Kommuna ella pol- itikararnir í Havn gingu á odda við slíkum byggi- svansi, bert fyri at forvinna sær sjálvum ein løtuvinning við at geva slík byggiloyvi, har bygt bleiv uttan fyrilit. Politikararnir tá mundu ikki hugsa um umhvørvi, hugn- an í býnum, søguna ella tann gamla arkitekturin ella byggisniði. Hetta burdi Tórsh. kommuna í dag tikið til eftirtektar og bøtt upp á skeivleikan og byggisvans- ið, ið starvsfelagarnir/polit- ikararnir í únum gjørdu. Mær vitandi hava tit møgu- leika til mangt og hvat, men brúka tað ikki. Eg skrivaði til Býráði í Havn tann 26.04.99 um ikki at ganga byggimálið í Svabosg. á móti. Tann 21.05.99 fekk eg svar frá byggi- og býarskip- anar-nevndini at bygningur- in f Svabosg. 19 hevdi frå teimum fingið loyvi at byggja upp aftur. Hetta átti Byggideildin í Tórsh. Kommunu at havt forða fyri, tí húsini fjaldi Kristines M. soleiðis at húsið húsið hevur ligið burturgoymt í skýmaskoti og gloymt í uml. 40 ár. Í trýssinum var tað ein bygdarmaður av Eiði, men fluttur úr Fuglafiri, ið bygdi upp fyri Kristines Minde. So er ikki í dag. í dag er tað ein Havnarmaður við stór- um H og har aftrat útbúgvin arkitektur, ið stendur fyri skemdargerðini ið nú skal endurtakast. Arkitekturin er Albert Isfeld, sum av góð- um grundum er settur at endurbyggja húsini í Sva- bosgøtu 19 fyri systrarnar, ið búgva í Noreg. Aðrenn eg skrivaði í blaði, ið kom út 24. apríl 1999, var eg og tosaði við Albert Ísfeld, um vit ikki at byggja aftur á øku. Svarið var nei, tí so vildu systrar hannsara gerðast húsvillar. Húsvillar, hvar? Tær gerast Bauershús - ikki húsvillar í Havn, tí tær búgva í Noreg, har tann eina hevur búð í nógv ár. Ja! men „húsini eru bert til útleigan“ svaraði eg. Líkamikið sært tú svaraði arkitekturin „um húsini verða bygd upp aftur, so kinnu hesar systrar mínar fáa nógvar pengar fyri hús- ini, tí øki er mitt í Havnini og húsið spildurnýtt“. Eg øtadist, tonkti mitt, men svaraði okkurt soleiðis. Lat okkum gera eitt hvort sam- an, soleiðis at systrar tínar kunnu fáa sum mest fyri grundøki - vit kundu t.d. søkt ein fornminnisstovn, kommununa ella Landstyri, men nei og kortanei var svarið eg fekk. Har var einki at heinta, eingin kensla fyri barnaheimið og umhvørvi har hann er vaksin upp. Nei! Har taldi bert løtuvinningur. Albert tú gert eina dára- gerð, at tú ikki vil bóta um skeivleikan, ið gjørdur var í 60*unum. Eitt kann eg for- telja tær, handan byggingin verður ein stórur, negativur varði hjá tær. At tú, sum stórur H Havnarmaður og arkitektur ikki dugur at síggja virðini í tí gamla er spell. Men, gott hjá tær; tá arkitektur talar, so sýnist tað sum um mynduleikarnir bara syngja við. Hetta kem- ur tær til nyttu, nú tú vil vinna tær pening fyri at byggja upp fyri aftur barn- dómsheim títt og aftur leggja tað í skugga. Nú tikir mangan løgid at bygdarmaður,sum eg havi áhuga fyri Havnini og Krist- ines Minde í Rattará. Hetta er tó ikki so løgid, tí Gud- mundur K. lsfeldt var beiggi ommu mína Jolina Andreassen, ið var gift við Eiðis Tummas búsitandi í Fuglafiri. Mamma Gudmund og Jolinu var Joline Joensen av Eiði og pápin var Íslending- tíðindablaðið sæð av hospitalsvegnum um 1920 ur av Norðfjørðinum. Tá Jo- lina doyði fór pápin við Vågen til Føroyar, og lat børnini Jolina 1/2 år go Gudmundur 3 ár fostra upp á Eiði. Sonur Jolinu var pápi mín, mamma mín og Gun- hild Isfeldt vóru systrar - føddar Eldevig úr Fuglafiri. Stutt sagt, so var Gud- mundur K. Isfeldt. Ommu- beiggi min og kona hansara Gunhild Isfeldt var mostir min. Tå Gudmundur og Gun- hild fóru år Fuglafiri til Havnar, keyptu tey Krist- ines Minde. Vit vóru ofta í Havn, har vit vitjaðu og pápi hjålpti mammubeiggja. Eg var sjálvur í Havn i øll- um ferium, og so skjótt til bar. Í Havn bleiv eg aldur upp eins og ein sonur í hús- inum, hóast mostir og omm- ubeiggi fingu átta børn. Tá eg fór úr skúlanum, var eg enn meira í Havn, har eg hjálpti ommubeiggja við ymiskum og har ímillum at byggja húsini í J.C. Svab- osgøtu. Gudmundur og Gunhild vóru eini fyrimyndarlig hjún, og fyri mær at síggja fingu tey alt at bera til. Gud- mundur keypti gamla sjúkr- akassabygningin í Magnus Heinarsonargøtu til niður- rivingar seinast í hålvtryss- inum. Hann fekk byggi- loyvi í garðinum. Lat húsið byggja, men bygdi eina hædd omaná, og fluttu inn har at búgva fyrst í 60 “inum. Tað var húsið, ið brendi í grund tann 20. mars 1999. Nøkur fá ár seinri, fór Gudmundur at spekulera uppá hús til útleigan og keypti húsið, ið kallaðist „Svalan“, ið var grannahús við Ebenezer. Hann lat eis- ini tey gera stórri, við tí fyri eyga at konan skuldi kunna klára seg, tå id hann var farin. Hann tók sum givið at hann fór fyrst - og so varð, tí hann var væl eldri enn hon. Tá var eingin ALMA ella socialhjálp at fáa, so ikki kann sigast ann- að enn at Gudmundur hugs- aði um familju sína. Grund- øki til „Svaluna“ hevði hann ikki, bert urtagarðin kring Kristines Minde, so har var bara eini ráð at taka. Gera seg væl við ein byráðslim, so mundi alt fara at laga seg - helst var neyðugt at lova eitthvørt afturfyi. Byggi- loyvið fekk hann til eitt stórt hús. sum bleiv kroyst niður í garðin, sum skótt fyltist við leigarum. Tá familjan var flutt yvir í stórra húsið, helt Gudmund- ur gamli fyri, at tað lítla „brúnahús“ ongantíð skuldi verið bygt. Harvið segði hann, at hann angraði bygg- ingina og at hann hevði gjørt eitt mistak. Við hesum orðum vil eg heita á teg Albert G. Isfeldt arkitektur um at vaska hendur foreldrum tínum, áðrenn ovseint er og slikka tíni = býarspekulatiónssár áðrenn tú gert tín egna skemdarvarða, ið verður eitt negativt minni um teg. Sum bygdarmaður helt eg at nógv fólk búðu í Havn. Eg má fara at hugsa umaftur, tí har kunnu ikki vera nógv Havnarfólk, tá bert Beata Jensen og Jákup Linden- skov gera vart við skemd- argerðina, ið er í ferð við at fara fram mitt i deiliga høv- uðsstaði okkara. Hugsi tykkum Havnarfólk, hvat fara eftirkomarar okkara at siga um tykkum, at tit blunda og lata standa til. Takk fyri upptøkuna Ingi Andreasen Kambsdalur 23 Okkurt um vantandi áhuga Eitt slag av bygdafundi var í Sørvågi hin 3.6., har tey ið uppmøtt vóru, sum eg seinni hoyri vóru 58 í tali, fingu eina frágreiðing frá arbeiðinum við at endur reisa fiskavirkið West Fish í Sørvågi. Sum eg skilti tað, var talan um góðar 4 mill tónir krónur, ið skulu til fyri at opna virkið. Noya gtigu tølini annars minnist eg ikki, men vit fingu so at vita, at við gamla partapen inginum og nýteknaðum partapeningi, resta enn millum 500.000 g 600.000 kr. í, til fíggingin er fingin upp á pláss Andrias Berglíð sigur við Sosialin hin 11.6., at hann er sera skuffadur, ti ikki ein króna varð tekna á fundinum. Har má eg taka sørvingar i verju; fyri tað fyrsta fekk eingin ta fatan, at pengarnir skuldu teknast her og nú á fundinum. Øll fingu eitt pappír at skriva eitt beløb á, og so skuldi hetta latast inn innan nakrar dagar. Eingin ivi er um, at fleiri nýttu henda møgu leika, tað gjørdi undirritaði í øllum fórum. So at siga, at fundurin onga krónu gav, er í øllum fórum at undir- driva sannleikan, um so ikki 500.000 kr. komu inn. Men mær vitandi, er fígg- ingin við at koma upp á pláss, so myndin er ikki so svørt, sum nevndarformad- urin vil gera hana til. Har má ein eisini minn- ast, at tað eru bert fáðir mánaðir síðan, at limirnir í arbeiðsmannafelagnum i Sørvågi, ið er stórsti parta- eigarin í virkinum, fingu at vita, at virkið hevði eitt kempu undirskot í fjør, 600.000 kr., vegna vánaliga leiðslu, rætt og slætt. So vánaliga, at bankin kravdi hana frá, varð alment upp- lýst á arbeiðsmannafelags- fundinum. Til henda fundin vistu fólk ikki betri, enn at klárt var at byrja virksemið. Men fingu á fundinum til sína stóru undran opinber- að, at yvir hálv millión rest- aði í. Nú eru sørvingar ikki heilt tápuligir, vil eg vága at pástanda, so við ringu fyrverandi úrslitunum í huganum, vældu fólk at fara heim og tyggja eitt sindur upp á hetta teimum varð upplýst á fundinum, áðrenn ein glaðbeintur aft- ur setti í. Tí óttin er jú har: Ríkur virkið aftur? Skal partapeningurin aftur hækkast um hålvt år? o.s.fr. Tað sýnist heldur ikki, sum at nevndin dugur at hyggja út um eingjagarð- arnar, fyri at finna eina unga, skilagóða og virkis- fýsna leiðslu. Hóast at næmingar úr fiskivinnu- skúlanum ár um ár fara úr skúlanum við enntá inter- nationalum prísum, so eru tað eftir øllum at dóma, bert fólk innan heimligu bøgardarnar, ið eru til, tå tað kemur til hatta. Og tað er ikki altíð, at nærmasta loysnin er tann besta Í kassanum hjá arbeiðs mannafelgnum man skjótt bara eiturkoppaspinn vera eftir, sum haðan er lora út í milliónavís. Og ein kann spyrja seg sjálvan, hvat fel agið hevur fingið burtur úr fyri alla ta risaupphædd, ið haðan er latin. Bert lutvíst arbeiði fyri 10 fólk í 1998 er higartil úrslitið eftir seim astu milliónainnspræning na. Einki stórvegis at má ásannast. Um 1 Vit ásanna at vit í Sørvågi eftir hondini einki arbeidsmannafelag eiga Felagið er blivi ein vinnuligur figgjargrunnur og nevndin har er blivin arbeiðsgevarar, og tað er í mínari verð ikki so heppi Eg má siga, at prinsippielt havi eg altíð verið ímóti at eitt arbeiðsmannafelag arbeiðsgevari, tí hvønn skulu arbeiðsfólkini tá fara til? Hetta er dillem aðið í Sørvågi, tykir mær Vit hava eitt arbeiðsmanna- felag, sum er blivi arbeiðs gevarafelag og fíggjar grunnur, og tað er altso langt frá grundhugsjónini við einum fakfelag Teir pengar, sum skuldu staði sum verkfallsgrunnur, eru lempaðir út í eitt botn- leyst hol at dekka undirskot hjá einum virki. Og hvat hevur tað við fakfelagsar- beiði at gera? Sjálvandi vilja sørvingar hava arbeiði og eitt virki, men áhaldandi at seta pen- ing í, bæði persónliga og gjøgnum arbeiðsmannafel- agið við ti úrsliti, at virkið hálvt ella heilt ár eftir aftur steðgar fyri peningamang- ul, leiðist fólkið við eftir hondini. Og ti er ikki undur í, at fólk fegin vilja hugsa seg um, og tað meira enn eina ferð áðrenn tey aftur seta pening í Annars skal Andrias Berglíð hava rós fyri, at hann hevur gjørt eitt fyri- myndarliga gott arbeiði fyri at fáa virkið at ganga Og tað er ikki hansara skuld, at tað hevur gingist so strilti sum tað mangan hevur Men livst so spyrst. Vón andi fáa vit nú eitt virkið, sum ber seg og kann hvíla í sær sjálvum. Vónandi verður leita væl og virði- liga eftir einari góðari og virkisfúsari leiðslu til virk- ið, tað er neyðugt skal virk- inum verða lív laga. Og vónandi ferð arbeiðsmann- afelagið ikki aftur inn í nakra vinnuliga verkætlan, tí tað er nú einaferð ikki uppgávan hjá einum fak- felag. Og so havi eg sagt mítt gerst Sonni Jacobsen