fríggjadagur 7. januar 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2005
23
og feitastu lýsingarnar, tú kanst
ímynda tær. Tey hava sæð alt -
uttan also grønar, giggutar úlpur
við ovurstórum ljósareyðum
skinni ...
Stór satsing
Petur dylur ikki yvir, at lýsingin
var ein rættiliga stór satsing. Bar
hon ikki, kiksaði ikki bara ein
lýsing, men ein heil lýsingarrøð.
Ein neyðloysn varð gjørd, men
Petur varð rættiliga skjótt vísur í,
at hon ikki fór at gerast neyðug.
- Fyrr ella seinni fært tú eina
rættiliga eftirfarandi kenslu av,
um hugskotið eg nóg gott. Men
eg trúgvi ikki, at tað ber til at
læra fólk at fáa góð hugskot ella
vera kreativ. Tú kanst jú heldur
ikki seta teg niður og siga, at nú
fari eg at gera eitt hitt. Hatta er
nakað, tú hevur í tær, uttan at eg
rættiliga kann siga, hvat tað er,
men onkusvegna hongur tað
nokk saman við mátanum, tú
eygleiðir tað, sum hendir rundan
um teg.
Aðrastaðni hava tey oftast fólk
at gera slíkt fyri teg, heilar
fyritøkur, sum bara hava til
uppgávu at lýsa málbólkar út frá
spurnarkanningum, men slíkt
hava vit ikki í Føroyum, og tess
meir krevst nokk av teimum,
sum koma við hugskotum, sigur
Petur og leggur afturat, hann ikki
stendur heilt einsamallur
aftanfyri hugskotið við MMS
lýsingini.
- Eg haldi, tað vóru Thomas
Koba og eg, sum upprunaliga
komu við hugskotinum, men
harfrá er restin gjørd í tøttum
samstarvi við Hans Petur
Hansen, myndamann, Katrin
Bonde, sum sniðgav og seymaði
proto-úlpuna, umframt
grafikarar, leikarar og onnur.
Vánaligar lýsingar ella ...?
Í bókmentaheiminum tykist
trupulleikin vera, at ummæli eru
ov lítið atfinningarsom, men í
lýsingarheiminum er tað nærum
øvut. Fólk eru ikki bara sera
skjót at finnast at føroyskum
lýsingum í heila tiki, men gera
tað ofta eisini út frá rættiliga
órímiligum samanberingum,
heldur Petur.
- Fólk hava lyndi til at saman-
bera allar føroyskar lýsingar við
tær, tey síggja á stóru útlendsku
rásunum, men gloyma, at tey har
sum oftast bara síggja nakað av
tí besta, lýsingarfyritøkur
framleiða. Á teimum lokalu
donsku rásunum síggjast minst
líka nógvar "vánaligar" lýsingar,
sum á SvF. Vit síggja tær bara
ikki, tí tær verða bara vístar á
lokalrásunum, sigur Petur og
vísir á, at tað í høvuðsheitum
finnast tvey sløg av lýsingum:
Imagelýsingar og vørulýsingar.
Lýsingin við úlpunum hoyrir tíl
fyrra bólkin, sum eisini umfatar
eitt nú Nike og Coca Cola
lýsingarnar.
- Endamálið er er at knýta eitt
ávíst image ella huglag til
vøruna, sum sjáldan hevur nakað
beinleiðis við vøruna at gera,
men onkusvegna rakar málbólkin
við sínum humori, bólkamentan,
lívstíli, dreymum o.s.fr. Vøru-
lýsingarnar hava hinvegin eitt
heilt annað og einfaldari enda-
mál: at fortelja at handilin hevur
vøruna, hvat hon kostar og syrgja
fyri at kundin minnist navnið á
handlinum, sum selur hana.
Málbólkurin til vørulýsingarnar
er sum oftast familjan ella tey,
sum heilt ítøkiliga hava brúk fyri
vøruni, og tí hoyra tær heima á
lokalrásunum, sum eru tættari at
kundanum.
- Trupulleikin er, at í Føroyum
hava vit bara eina sjónvarpsrás,
sum sostatt má hýsa tveimum
sera ymiskum sløgum av lýsing-
um, sum tað í veruleikanum er
meiningsleyst at samanbera. Eg
haldi faktiskt ikki, at allar tær
føroysku vørulýsingarnar eru so
vánaligar, sum fólk ofta vilja
vera við. Tær eru bara skeivt
plaseraðar - á leið á sama hátt,
sum um ein mjólkapakki knapp-
liga royndi at stjala myndina á
MTV ella Eurosport. Úrslitið er,
at vørulýsingarnar órógva image-
lýsingarnar, og tí argast fólk ofta
inn á tær. Men so leingi vit onki
sjónvarpsalternativ hava, fær tað
illa verið øðrvísi, sigur Petur.
Støðið hækkar
Meðan samaberingin við sólbrill-
ur ella cowboybuksir á MTV
ikki er rættvís mótvegis eini
føroyskari mjólkapakkalýsing, er
hon ein stór avbjóðing fyri
lýsingarfyritøkuna. Og tað er
fínt, heldur Petur, tí tað er ongin
ivi um, at náðileysa samanber-
ingin er við til at halda støðinum
uppi.
- Vit eru allatíðina uppi ímóti
Beckham, MTV, Nike ella Coca
Cola, har dygdin altíð er í topp
og pengar ongantíð nakar trupul-
leiki. Ein máti, at taka kapping-
ina upp, er at fara heilt yvir í
hina gjónna eftir øllum tí, sum
MTV ikki er, sum vit til dømis
hava gjørt við úlpunum. Men
MTV støðið er framvegis ein av
fyrimyndunum, og tað er uttan
iva ein av orsøkunum til, at so
nógv halda lýsingina vera út-
lendska. Fíggjarliga og tøkniliga
er kappingin sjálvandi fullkomi-
liga órímilig, men hon tryggjar,
at ambitiónsstøðið hjá okkum
sum lýsingarfyritøku er í lagi og
vónandi, at virðingin fyri fakin-
um hækkar. Tann virðingin hevur
heilt avgjørt vantað í Føroyum,
heldur Petur.
- Hetta kemst uttan iva av, at
nógvar føroyskar fyritøkur hava
hugsað, at markanaðarføring er
bara nakað, sum kostar. Tá tær
nú hava klárað seg uttan so
leingi, hví skal tað so knappliga
vera neyðugt nú? Eftirhondini
sum fyritøkur kortini hava kent
seg noyddar at lýsa - m.a tí
kappingarneytin ger tað, hava
nógvar valt at gera tað sjálvar.
Og tá verður ofta tann skjótasta
og bíligasta loysnin vald, og
góðskan og boðskapurin verður
hareftir. Ein óheppin gongd,
heldur Petur, tí ein slík lýsing
verður sum oftast óprofessionell
og gjørd út frá skeivum treytum.
Tá tú lýsir, mást tú veruliga
meina tað, og ikki lýsa bara fyri
at lýsa. Tín persónligheit stendur
uppá spæl.
- Ein fyritøka er sjáldan tann
besta til at hyggja at síni egnu
vøru við eygunum hjá keyparan-
um. Í okkara samstarvi við
fyritøkur uppliva vit ferð eftir
ferð, at vit fortelja teimum ting
um keyparan og marknaðin, tey
als ikki hava givið sær far um.
Tað er eisini okkara uppgáva og
ein av orsøkunum til, at vit
yvirhøvur eru til, sigur Petur,
sum heldur, at tað oftast er
millum hesar heimagjørdu
lýsingarnar, at vit finna tey
vánaligu dømini - ikki tí tær
tøkniliga ella grafiskt eru heilt
av leið, men tí tær ikki kenna
fløkta samanspælið millum tað,
lýsingin signalerar og treytirnar,
málbólkurin setur.
Livandi lýsingar á
gongugøtuni
Ultimativa lýsingin fyri Petur er
ein, har tað hvørki er neyðugt at
nevna navnið á fyritøkuni ella
vøruni longur. Á leið á sama
hátt, sum tá bogaða hvíta stikan
fær teg at hugsa um íróttarklæð-
ir, ella tú verður tystur bara við
at síggja eitt brá av eini fløsku
við kvinnuskapi.
- Við úlpunum í MMS lýsing-
ini eri eg rímiliga vísur í, at tað
hevði verið nokk bara at víst eina
úlpu, longu í aðru lýsingini í
røðini. Í prinsippinum virkar
konseptið soleiðis, at fólk koma í
tankar um at senda eini MMS
boð bara við at hoyra ein
brotpart av tónleikinum, ella
síggja onkran við einum løgnum
gongulag. Beint nú bendir eisini
alt á, at gomlu, grønu úlpurnar
eru við at gerast hægsti móti
aftur. Um tað eru vit, sum hava
skapa ein trend, skal eg ikki
pástanda, men verður tað sum í
70 unum, tá úlpurnar litaðu býin
grønan, ja so verða gøturnar á
tremur við livandi lýsingum fyri
MMS boð uttan at eg ella
fyritøkan nýtast at gera nakað
sum helst - annað enn at finna
uppá okkurt nýtt, smílist maður-
in aftanfyri úlpurnar og letur
hugflogið reika móti næsta
hugskoti ...
- Eg trúgvi ikki, tað ber til at læra fólk at fáa góð hugskot ella vera kreativ. Tað er nakað, tú hevur í tær, heldur Petur Slyne