Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. januar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 5 - 8. januar 2005 SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Teir eru kendir í øllum landinum. Fyri teirra einastandandi blíð- semi sum hotelstjórar á hotel Hafnia á Áarvegnum. Fyri summi kom tað kanska sum ein lítil skelkur, at brøðurnir, Johan og MC Restorff, brádliga gjørdu av at selja hotellið, sum hevur verið í familjuni síðani tað varð tikið í nýtslu í 1951. Øll árini hevur øll familjan meir ella minni verið við í rakstrinum av hotellinum,bæði systrarnar, Kirsten og Birgit, og mamman, Marie. Men tó mest Christian, Johan og MC. Johan Restorff, sum er tann eldri av teimum báðum brøðrun- um, greiðir frá, at avgerðin ikki hevur kostað honum náttar- svøvnin. Tann 1. januar í ár hevði hann 45 ára starvsdag á hotellinum. – Tað var ikki so lætt at taka avgerðina, men tá hon var tikin, sá eg hana sum ein veruleika. Sjálvandi er tað harmiligt, men tað er ikki nøkur plága fyri meg kortini, sigur hann. Hann leggur afturat, at hann var glaður fyri at fara til arbeiðis á hotellinum hvønn dag. Misti stevið Fyri MC, sum tók seg úr hotel- virkseminum í mars mánaði í fjør, kom avgerðin so líðandi. Hann greiðir frá, at tá hotellið hevði 50 ára jubileum, kom ein setningur fram í einari røðu, sum ljóðaði, at alt er til sølu fyri tann rætta prísin. – Tá varnaðist eg fyri fyrstu ferð eina kenslu innan í mær, sum segði, at nú eri eg mettur. Betri kann eg ikki lýsa tað, sigur MC. Hann heldur fram, at hetta var í 2000. Ein roynd var tá gjørd, og onkrar samráðingar vóru á skránni, men onki ítøkiligt kom burturúr. So hann helt fram í sínum starvi á hotellinum. Men tankin um at selja hotellið bleiv við at spíra í høvdinum á honum, og tað gjørdi, at hann ongantíð rættiliga fann stevið aftur í sínum dagliga starvi. – Eg gjørdi tað meira av plikt enn nøkrum øðrum. Eg hevði jú onki annað, og tað var ikki sørt, at eg til tíðir var maktarsleysur. Og so líðandi kom avgerðin um at taka meg burtur úr, greiðir hann blídliga frá. Tá MC boðaði frá, at hann vildi úr, bað Johan hann finna ein uttanfyristandandi persón at hjálpa til við at avgreiða viður- skiftini. Samráðingar vóru, men boðið sum MC fekk frá Johan og soninum, Martin, var ikki nøktandi. Tá var tað, at Johan veruliga fór at hugsa um, hvussu hann kundi hjálpa MC við at gerast leysur av hotellinum. Hann greiðir frá, at tað gekk long tíð frá tí, at hann hevði tikið avgerðina, til hotellið varð selt. Hetta tí at selja eitt hotel kann gerast ein long process. – Hetta var ein frustrerandi tíð, tí ein visti ikki, um ein var keyptur ella seldur. Men vit eru sera fegnir um og vælnøgdir við nýggju eigararnar, sigur Johan og leggur afturat, at talan er um hampamenn, sum eisini hava megnað at funnið góð fólk til at leiða hotellið framyvir. Hann sigur, at hann bað Harran um at geva teimum ta røttu loysnina, og tað er hann sannførdur um, at Hann hevur gjørt. No hard feelings Tá tíðindini bórust um, at MC Restorff vildi úr hotelvirksem- inum, fóru søgur at ganga um, at Johan og hann vóru komnir til ilnar. Onkur hevði sagt við teir, at tey høvdu hoyrt hetta, meðan onnur komu til teirra og søgdu seg vóna, at hetta ikki fór at merkja, at ilt kom í teirra millum. Báðir siga teir, at tað ikki hevur verið so lætt, men at teir hava lagt alt í Harrans hendur, og tað helst er orsøkin til, at teir kunnu sita saman í dag. – Tað er sum við partrolarum. Tá báðir toga saman, og annar so brádliga vendir av leið, tá kann tað ikki vera lætt. Eg ivist ikki í, at tað hevur verið frustrerandi fyri bróður, men tað hevur tað eisini verið hjá mær. Tú kennir ábyrgd, tá tú veit, at tú ert orsøk til, at eitt virksemi heldur uppat, sigur MC og leggur afturat, at hann vildi ynskt, at hann kundi verið sum pápin og hildið fram, til hann var farin um tey áttati. Men soleiðis skuldi tað bara ikki verða. MC sigur, at tað ber ikki til at spæla komediu fyri konu sínari. – Tá tú ert vorðin mettur av tínari tilveru og hevur hug at royna eitt hvørt annað, so er hon tann fyrsta, sum merkir tað. Men hon hevur hvørki skundað undir meg ella hildið mær aftur. Hon hevur bakkað meg upp allan vegin í mínari tilgongd til at taka hesa stóru avgerð, sigur MC Restorff. Minni upplæring Onkur hevur sagt við MC, at hann var meiri nærverandi í sínum starvi fyrr. Tað heldur MC als ikki vera so løgið. Hann greiðir frá, at tá Johan og hann í 1971 byrjaðu at reka hotellið saman, var tað ikki við einari ørgrynnu av lærdum fólki. Tað vóru teir báðir og ein útlærdur kokkur. Teir máttu gera alt sjálvir og læra fólk upp. Tá var hotel- virksemið ofta eitt springbretti hjá fólki, sum vóru ímillum skúlagongd og útbúgving, og tískil skuldi nógv upplæring til. Í dag eru flest øll starvsfólkini á Hafnia útlærd, og tí er ikki so stórur tørvur á at fáa útlendingar í starv longur. – Men harvið er ikki sagt, at tað ikki er tørvur á tær longur, men tað slítur upp at skula siga tey somu tingini umaftur og umaftur. Eg meini so við, at tá tú hevur biðið fólk tømt eitt øskubikar 500.000 ferðir ella at skifta eina peru, so orkar tú til síðst ikki meira. Tað er kanska ein smálutur, men tá tú vilt hava tað perfekt, so mást tú eisini gera millum annað hatta, greiðir MC Kvinnur kom Í gjár varð hotel Hafnia formliga yvirlatið nýggju eigarunum. Harvið søgdu brøðurnir Restorff farvæl við eitt virksemi, sum teir saman hava rikið síðani 1971. Í teirra stað eru komnar tvær kvinnur, Ása Johnsdóttir og Birna Gaard. – Avgerðin hevur ikki kostað okkum náttarsvøvnin, men tað er sjálvandi við sorgblídni, at vit siga farvæl. Okkara arbeiðsdagur á Hafnia er nú farin afturum, siga teir báðir MC og Johan Restorff í samrøðu við Sosialin