Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

okkurt serligt, antin gott ella ringt, so er hann vælkomin at festa tað niður á blað, so at hinir kunnu arbeiða víðari við tí. Nógv eftirspurdir Tað er einki dulsmál, at Prix Foroyar finalan hevur havt eitt stórt soluvirði fyri unga havnarbólkin. Síðani finaluni hevur stórur eftirspurningur verið eftir at fáa Tangz at spæla kring landið, og Rókur greiðir frá, at fyribils eru teir bundnir av uppgávum her heima heilt fram til september mánaða. Teir fimm limirnir í Tangz ætla sær annars at gera so nógv sum gjørligt við tónleikin tað næsta árið, og hetta merkir millum annað tað, at eingin av teimum fer undir víðari lestur nú í summar, hóast onkur kanska hevði hug til tað. Sum ådurnevnt, so verða Rókur, Halgir og Dánjal klaktir sum pisur í komandi viku, meðan bæði Rói og Hallur longu hava fingið students- prógv. Rói starvast til dagligt í einum barnagarði, meðan Hallur roynir eydn- una sum tónleikari burturav. Tá ið summarfrítíðin er farin aftur um bak, hava teir fimm sett sær fyri at royna at arbeiða við tónleik í størst møguligan mun og at hava so lítið sum gjørligt at eðrum arbeiði. Teir eru allir sera fegnir um, at teir kunnu sleppa at gera tað, sum teir so fegin vilja og elska. At tað hjá Róki, Halgir og Dánjali í løtuni kann vera eitt sindur trupult at savna tankarnar um lærubøkurnar er ikki torfort at ímynda sær, men Rókur sigur tó, at tað fer nokk at ganga. “ Tað kann vera, at upp- tøkurnar fara at taka longur enn teir seks dagarnar, men um so verður, so er einki at gera við tað, tí flogan skal vera dygdargóð og íkki bert ein lappaloysn, sum vit sjålvir íkki eru nogdir við …” Yngd nr. 23 - 16. juni 1999 13 Annars ætlar Tangz sær at taka lut í árligu ólavsoku- konsertini, og hetta vóna teir verður eitt kærkomið hovi til saman við áhoyrar- unum at fegnast um nýggju EPina. Við í norður- lendskum tiltaki Seinni í ár skal Tangz vera við í einum størri norður- lendskum tónleikatiltaki Rókur Jakobsen sigur, at enn vita teir ikki so nógv um tiltakið, burtursæð frá at tað eru fleiri ungir norð- urlendskir tónleikabólkar, sum savnast fyri at vita, hvussu teirra tónleikur lík- ist, og hvat tey hava at geva hverjum ødrum. Fyribils er tað tó nýggja EPin, sum stendur ovast á listanum hjá vælumtókta bólkinum Tangz, og tað verður spennandi at hoyra úrslitið, tá ið tað kemur á marknaðin beint undan ólavsoku. Tað verður Trý- arin í SMS, sum fer at framleiða og standa fyri søluni av fløguni.