fríggjadagur 18. juni 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
Torkil og Jonna
tíðindablaðið S0S'2
NR. 113 - 18. JUNI 1999
Við áarlókin, har riðilin av Ranunculus stendur í fagrasta blóma, hitti Sosialurin tveir søtar ung-
ar. Tey bæði, Torkil og Jonna, fara eisini at halda stevnu, men hóast Torkil er vísur í, hvør fer at
vinna seksmannafarsróðurin við monnum, er annað í huganum hjá hesum báðum hósvíkarbórn-
unum, enn bara Sundalagsstevna
Orð Høgni Mohr
Myndir: Jens Kr. Vang
Torkil Djurhuus gongur i
fyrsta flokki i Hósvíkar
Skúla. Hesin ljóshærdi pilt-
urin dugir longu væl at lesa,
og tí heldur hann okkum
vera eitt sindur undarligar,
at spyrja, um hann veit
hvadani vit koma
Sosialinum, sigur hann,
óimponeraður
Tað stendur eisini einar
rju ferðir á akfarinum hjá
rullandi redaktionini…
ti
Beiggi min vinnur
Torkil ætlar sær at fara at
fiska á Sundalagsstevnuni.
Men hann ætlar sær ikki
longur enn niðan í bygdar-
húsið at kasta. Tí í bygdar-
húsinum er Tivoli, og hann
hevur frætt, at fiskibrunnur
fer at vera haruppi
- Beiggi mín rør við Hós-
vikingi, ger Torkil okkum
púra greitt beinanvegin, og
hesin stóribeiggin ætlar sær
at vinna á Sundalagsstevnu
Lítli Torkil sigur seg vera
sera spentan til kappróð-
urin
Síl og állar
Av fagrasta veðri er í Hós-
vík. henda dagin, $ ostalurin
er rullaður norðuryvir
Framvið smølu bygdar-
vegunum stendur grasið
longu tungt og bogið, og
sóljurnar standa í fagrasta
blóma. Summarið er komið
til Hósvíkar, og riðlarnir av
bygdarbørnum ganga kyk
millum s6ljuteigar, åarløkir
og fjørusand. I á og ósa
fanga tey bæði sil og ållar,
sigur gentan, ið fylgist við
Torkili henda dagin.
Sita still hjá Eydnu
Jonna Hansen er eitt ár eldri
enn Torkil lítli, men hon er
líka fitt. Hon rósir Torkili,
og sigur, at hann dugir øgi-
liga væl at lesa. Jonnu sjálv-
ari dámar væl at rokna, og
best dámar henni at divi-
dera. Tey hava tveir lærarar;
Arna og Eydnu.
Tað er torført hjá Jonnu
og Torkili at taka dagar i-
millum, hvor lærari er fitt-
astur, men bæði Arni og
Eydna eru vældámd, hóast
tey eisini duga at skelda, tá
ófriður er í flokkunum.
- Vit sita næstan altíð
still, tá vit hava Eydnu, tí
hon er høvudslærari, sigur
Jonna avgjørd.
Skúladagarnar um summ-
arið sleppur Torkil vanliga
at vera uppi til klokkan
níggju, men tað kemur eis-
ini fyri, sigur hann, at hann
enn gongur uppi, tá klokkan
er farin av tíggju. Einaferð
hevur hann verið uppi til á
miðnátt, men tá skuldi hann
Nøkur yngri skúlabórn í Hósvík við akfarið hjá rullandi redaktiónini
ikki í skúla dagin eftir.
Nú fáa børnini summar-
SR
frid, so mørkini fyri vøku
fara óivað at verða meira
Torkil og Jonna eru góð
við ommurnar, og tey fara
at vitja tær í summar.
Umframt vitjan, fáa
ommurnar kanska okkurt
blómutyssi
kám, komandi vikurnar.
Ommurnar fáa vitjan
Jonna ætlar sær til Noregs
at vitja familju í summar,
men hinir eldru frændirnir í
Føroyum, vera kortini ikki
heilt við sviðusoð. Omman
í Havn kann vænta sær vitj-
an í summar, meðan hin
hepna omman hjá Jonnu býr
í Hósvík. Hana vitjar Jonna
hvønn dag, og onkuntíð
sleppur hon at ganga ørindi
fyri hana.
Torkil ætlar sær ikki at
standa aftanfyri Jonnu, hvat
í ommuvitjanum viðvíkjur.
Í tí, Jonna og hann fara spel-
andi niðanímóti Toftaá,
vendir hann sær kvikliga á
og rópar:
— Eg fari at vitja ommu í
Elduvík. Hon býr í einum
fýrakantaðum húsum, sum
eru eitt sindur stór...