fríggjadagur 18. juni 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
22
Sloðbrótandi
sláturvirki
tíðindablaðið SOS 2 177
NR. 113 - 18. JUNI 1999
Frá vinstru: Beinir!
Poulsen, slaktari, Ad-
olf Joahnnesen, stjóri
og Olavur Weihe,
slaktari. Kúgvin eitur
Laura. Enn hevur
eydnast henni at sloppi
undan píkabyrsuni á
sláturvirkinum í Hós-
vík
Grundsjónarmiðið undir sláturvirkinum í Hósvík er, at fremsta uppgávan er at fletta fóroysku
neytini undir skipaðum viðurskiftum. Flestu landbúnaðarfólk, ið hava samstarvað við virkið, hava
sambært stjóranum á MBM-Kjøti, Adolf Johannesen, verið nøgd við tænastuna
Orð: Høgni Mohr
Myndir: Jens Kr. Vang
Tað rýkur úr asfalttangu-
num á havnarlagnum sunn-
arumegin Hósvíkarbygd.
Hesir = veldugu tangar
goyma heita jarðbikið, ið so
hvort tørvur er á ti, fer at
tæna akførunum á føroysku
vegunum. Á sama eki,
stendur einasta sláturvirki í
landinum. Eitt av tí allar-
seinasta, eini 70% av for-
oysku neytunum tevja, tå
tey fara framvið í lastbili,
og inn í slåturhøllini eyst-
anfyri at fella fyri píkabyrs-
unu, er júst rami asfaltroyk-
urin, ið við millumbilum
stendur úr tangalokunum.
Í január 1997 lat MBM-
kjøt dyrnar upp fyri fyrstu
fylginum av feigum fenaði,
og seinasta hálvttriðja árið
hevur hesin hópur av seyði
og neytum verið í støðugum
vøkstri. Somuleiðis hevur
fyritøkan í seinastuni inn-
flutt nakað av útlendskum
kjøti, og hesin innflutningur
fer sambært leiðsluni at
verða øktur.
Ovist, nær
yvirskot verdur
Einsamalla slåturvirki hjå
Meginfelagi Búnaðarmanna
er ein slóðbrótandi ætlan.
Klaksvíkingurin, Adolf Jo-
hannesen, ið er stjóri á virk-
inum, sigur, at longu tá farið
varð undir at fremja ætlan-
ina, vistu teir, at virksemið
ikki fór at kasta nakað av
sær. Í roynd og veru, er und-
irskot væntað í langtíðar-
fíggjarætlanini fyri virkið.
Hvussu nógv ár fara at
ganga, áðrenn føroyska slåt-
urvirkið fer at hava avlop
av virkseminum, heldur
hann somuleiðis vera óvist.
Men vánirnar eru tíbetur
frægari, enn tær hava verið,
tí undir øllum umstødum
sleppur virkið við teimum
trimum slaktarunum ikki at
vera ein ævigur undirskots-
handil.
— Við tí innflutta kjøti-
num, ber tað okkum betur
til at hava eina javna fram-
leiðslu, og tá hin samlaða
framleiðslan er komin uppá
tað stødid, vit ætla, fer virk-
semið kanska at kasta nakað
av sær, ella um ikki annað,
so hvíla í sjálvum sær, sigur
stjórin við Sosialin.
Keypa neytini
Mannagongin á sláturvirki-
num er í høvudsheitunum
tann, at virkið keypir neytini
frå bøndurnum. Er talan um
eina fyrstafloks kúgv, verða
20 krónur latnar fyri hvort
kilo. Flett verða millum 6
og 10 neyt um vikuna. Selur
kúeigarin ikki sláturvirki-
num kúnna, men letur virk-
ið fletta hana fyri seg, tí
hann sjálvur ætlar sær at
selja/eta hana, kostar hetta
honum 10 krónur/kilo. Fyri
henda kostna verður kúgvin
flett, hongd upp í tvær vik-
ur, skorin sundur, vakum-
pakkað og fryst.
Grundsjónarmiðið undir
sláturvirkinum í Hósvík er,
at fremsta uppgávan er at
fletta føroysku neytini undir
skipaðum viðurskiftum.
Flestu landbúnaðarfólk, ið
hava samstarvað við virkið,
hava sambært leiðsluni ver-
ið nøgd við tænastuna.
Fleiri kenna tað, sum eru
teir slopnir undan tungari
byrðu, nú teir eru slopnir av
við slaktið.
— Teir reka kúnna uppí ein
lastbil, og síggja os onki
aftur uttan eina uppgerð,
sigur Adolf Johannesen.
Verri hevur verið við prís-
inum. Tað er ongin loyna,
at leiðslan á MBM-kjøt feg-
in hevði viljað, at prísurin á
lidnu vøruni verður hægri.
Men, av tí, at tað ikki er
sláturvirkið sjálvt, ið selur
kjøtið deteil, liggur illa fyri
at ávirka tann prísin. Adolf
Johannesen væntar tó, at
teir fara at kunna gera meiri
við hetta framyvir.
Djóralæknin vitjar
hverjaferð
Arbeiðsvikan á MBM-kjøti
er neyvt skipað. Mánadagar
verður tikið ímóti neytum.
Týsdagar verða tey flett, og
hanga síðani í slaktarínum
eina nátt. Bæði áðrenn og
eftir sjálva flettingina,
kannar djóralæknin neytini.
Ongi neyt verða dripin,
hevur djóralæknin ikki sæð
tey, eins og onki kjøt
sleppur inn í frystirúmið,
uttan so at sami djóralækni
hevur kannað bæði kjøt og
avroð. Óðinsdag verða
neytakrovini vigað og
klassað, og tað ið eftir er av
vikuni verður orkan løgd í
kravmiklasta partin av
arbeiðinum; at skera sundur
og pakka.
Heimafletting
altíð loyvd
Tað hoyrdust hvorki jarm
ella beljan, henda dagin,
Sosialurin var á vitjan á slát-
urvirkinum í Hósvík, og vit
i
el