Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 1999síða 24

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 113 - 18. JUNI 1999 tíðindablaðið 25 Vællærdur súklusmiður i Norður- streymi HOGNI MOHR Disklop í rygginum hevði við sær, at 46 ára gamli koll firðingurin, Tróndur Simon- sen, noyddist at velja sær arbeiði, ið til ber at gera standandi. Hann valdi at fara at fáast við traðkisúklur, og fyri stuttum varð hann útlærdur súklusmiður. Hann hevur lært í Jútlandi, og var ein hin besti næmingurin á skúlanum. Sveinastykkið hjá sær, eina kappsúklu, ið hann gjørdi úr enda í annan, fekk hann 11 fyri. Sonur Trónd sæst javnan við sveinastykkinum á vegnum. Víðfarna sveinastykki er javnan heilt norðuri í Vík og á Eiði. Tróndur fer at leggja seg eftir at gera eitt gott umvæl- ingararbeiði. Góðska og prísur fara at fylgjast í ar- beiðinum hjá Tróndi. Handil og verkstaður hjá Tróndi liggja í gulu húsu- num, beint niðanfyri klædn- ahandilin, Friendtex, í líðini í Kollafirði. Súklusmiðurin í Kollafirði selur dygdargóðar súklur í øllum stóddum. Hann vónar at fáa gott samstan við teir, ið íðka súkluítrótt í Føroyum. Fyri hesi ítróttarfólk, hevur hjólgóðska og neyvleiki stóran tydning, og júst í hesum upp spenningararbeidi er Tróndur serkønur Blái bygdarliturin A flestum stevnum, er vanligt at fólk fara í føroyska húgvu. Hósvíkingar harafturímóti, fara sjálvandi í hós- víkshúgvu. Samleiki bygdarfólksins sum hósvíkingar, liggur so frammalaga, at tað stendur á í handlinum, Nálini, at fáa bundi nóg nógvar húgvur...Tað er Martin Emil Hansen úr Gøtu, ið var og vitjaði Sosialin saman vid floksfelógum hendan dagin, ið gjørdi okkum tann beina at standa modell Orð: Hógni Mohr Myndir: Jens Kr. Vang Í hesum stevnudógum ganga hósvíkingar undir egnari húgvu. Henda serliga húgvan er havblá og hevur svarta rond. Eftir rondini stendur við stórum stavum; Hósvíkingur. Húgvusniðið er serstakt. Húgvan gongur ikki uppí spíss, sum vanligt er - hon er snørd saman í erva. Verða hósvíkingar kaldir um hálsin, ber til at loysa snøringina og dríva alt húgvustykki niðurum grúk- in at verma hálsin ístaðin. Falkurin eigur bygdarlitin Ein søga er aftanfyri bláa húgvulitin Fyri árum síðani, varð av- gjørt, at kappróðrarbáturin, Hósvíkingur, ið var svartur við hvítarum stokkum og rim, skuldi skifta lit. Báturin gjørdist, eins og gamli kappróðrarbáturin, Falkur- in, var, havbláur, meðan stokkur og rim vórðu svørt Hetta litskifti gjørdist byrjanin til okkurt størri, ti seinni skuldi lítur veljast til Loysir tú snøringind 1 erva, ber til at verma tær hálsin við húgvuni. Kanska verður hetta neyð- ugt, tá hósvíkingar hava rópt seg hásar undir kapp- róðrinum kommunuskrivstovuna Onkur helt fyri á bygdar- ráðsfundi, hví húsið ikki bara fekk sama lit sum Hós víkingur, og so varð. Lit- skiftið á kappróðrarbátinum kom sostatt uppá politiskt stødi. Seinni er eisini vorðin havblåur Tad er handilin. Nålin, ið stendur fyri húgvufram- skúlin stungist uppá tey tí tað gongur sum eftir ánn at selja bláu húgvuna. Bæði børn og vaksin fara at ganga vælvermd um Sundalagsstevnu oyrum á AEBI - GOLDONI NIBBI - THIELBURGER Búnaðardepilin - FO 410 Kollafjørður - Tlf. 421300 ——