leygardagur 19. juni 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 114 - 19. JUNI 1999
tíðindablaðið ;
13
a okkum um
— Hann heitti
staðiliga á okkum
um at vera sera
varin, tí oljuvinn-
an setti síni spor,
sigur Páll Vang.
Seinasti steðgurin
hjá danska stór-
vinnulívsmannin-
um í Føroyum
var á Tvøroyri,
har Mærsk ger
oljuhavn. Har
hitti hann eisini
nakrar av sínum
sjómonnum
AKI BERTHOLDSEN
— Hann var blíður og týður.
--Hann var lættur í sinni
og lættur uppá sporið.
— Og tað var eingin av
okkum sum ivadist í, at
hann var sera, sera gløggur.
Páll Vang, býráðsformað-
ur á Tvøroyri, tekur tað sum
eitt stórt upplivilsi, at hann
fekk høvi at heilsa uppá
størsta, danska vinnulívs-
mannin, Mærsk McKinney
Møller, nú hann var í Før-
oyum fyri fyrstu ferð í sín-
um langa lívi.
Fóroyaferðin hjá tí 85 ára
gamla vinnulivsrisanum
endaði við eini stuttari vitj-
an á Tvgroyri hósmorgunin.
Tað var Maersk McKinn-
ey sjálvur sum vildi sleppa
at síggja Tvøroyri.
Og tað var kanska ikki so
løgi, tí tað er onki yvir at
dylja, at tvøraf6lk og hend-
an stóra, danska fyritøkan
hava heilt serlig áhugamál
Meðan hann var á Tvøroyri slapp Mærsk McKinney Møller eisini at hitta nakrar av
vórafólk vísti størsta vinnuli
#
Nú Mærsk McKinney Møller var í Fóroyum, nýtti hann eisini hóvið til at síggja Drelnes, har eitt av hansara feløgum fer
at gera oljuhavn Á Drelnesi greiddi Páll Vang, býráðsformaður frá oljuhavnini
hjá hvørjum øðrum:
Sum flest gllum kunnugt
ætlar Danbor Service, eitt
dóttirfelag hjá Mærsk, sær
uppí føroysku oljuvinnuna
og i ti sambandi hevur fel-
agið gjørt av at gera sína
oljuhavn á Drelnesi á Tvør-
oyri.
Og býráðsformaðurin á
Tvøroyri hevur meiri enn
einaferð sagt, at hann bein-
leiðis sær oljuvinnuna sum
bjargingina hjá Suðuroynni.
Tí vildi danski vinnulívs-
maðurin sleppa at síggja
umstødurnar á Tvøroyri. Og
i Tvøroyrar Býráð vóru tey
fegin um boðið, tí so fingu
tey víst manninum hansara
nýggja virkisøki.
Vitjanin á Tvgroyri var
stutt. Mærsk McKinney
Møller kom á Tvøroyri
klokkan 8.50 við tyrlu og
hann fór avstað aftur, bein-
leiðis vestur í Vágar klokk-
an 10.45.
— Hóast hann átti flog-
farið sjálvur, legði hann
stóran dent á, at tað skuldi
ikki bíða eftir sær, siga tey
á Tvøroyri.
A Tvøroyri gekk leiðin
beinleiðis í ráðhúsið, har
Páll Vang, býráðsformaður
í stuttum greiddi honum frá
oynni og býnum, hvørjum
suðuroyingar livdu av og
eisini um nú settu teir sína
seinastu vón til oljuvinnuna.
Síðani var farið yvir á
Drelnes, at hann slapp av
síggja við egnum eygum,
sínum sjómonnum. Teir vóru hugtiknir av, at hann visti so nógv um einstakt skip
hvar hansara nýggjasta olju-
havn verður og har Páll
Vang greiddi honum frá,
hvørjir møguleikar eru fyri
at byggja, og útbyggja. Á
veg yvir á Drelenes varð
steðgað á við nýggja skúlan
og itrottarhøllina í Trong-
isvågi, sum fekk stuðul úr
einum grunni hjá Mærsk.
Av Drelnesi gekk leiðin
til Øravikar, har donsku
gestirnar fingu ein kaffi-
munn á hotellinum og har
Mærsk McKinney Møller
fekk høvi at hitta nakrar av
teimum tvøramonnum sum
sigla, ella hava siglt vid
Mærsk.
Atta sjómenn vóru komn-
ir til øravikar at hittan
Mærsk, seks av teimum
sigldi nú og tveir av teimum
vóru pensjoneraðir.
Teir søgdu aftaná, at teir
vóru hugtiknir av, hvussu
nógv Mærsk sjálvur visti
um hvort skipið.
— Hann visti, hvussu stór
tey vóru og hvar tey sigldu
og hann var førur fyri at
spyrja hvønn einstakan sjó-
mann um smálutir í sam-
bandi við hvort skipið og
siglingina hjá tí.
Páll Vang sigur, at i Øra-
vík fortaldi hann Mærsk
McKinney Møller frá, at
føroyingar í síni tíð eisini
høvdu havt samband við
pápa hansara, A.P. Møller.
--Tað var í teirri sváru
kreppuni síðst í tjúgunum,
at A.P. Møller keypti tvær
fransaskonnartir ,,Løjtnant-
in“ og „Marité“ til Føroyar,
og har fingu einir 60-70 før-
oyingar til dagligt breyð.
Páll Vang heldur, at hetta
var nógv meiri ein hjálpandi
hond til føroyingar í krepp-
uni, ennn tað var eitt vinnu-
ligt tiltak.
— Eg haldi gamli A.P.
Møller gjørdi hetta, tí hann
hevði so stóra virðing fyri
føroyingum.
Men tad hevur Mærsk
McKinney eisini, sigur Påll
Vang.
— A samkomuni í Øra-
vík nýtti hann høvi at rósa
føroysum sjómnnum. Hann
segði, at teir vóru sera sam-
vitskufullir, men lítillætnir.
— Men hann legði skemti-
liga afturat, at teir yngru
vóru prátingarsamari enn
teir gomlu, sigur Páll Vang.
Stórar vónir til oljuna
Tá ið Mærsk McKinney
Møller var farin avstað aft-
ur, spurdu vit byrådsfor-
mannin å Tvøroyri, hvat
hann hevði fortalt danska
vinnulfysmanninum.
—Eg fortaldi honum heilt
stutt um oynna og um byin.
— Eg fortaldi honum, at
ein útjaðari, sum Suður-
oyggin er, stríðist eitt hart
stríð fyri at yvirliva, tí
menningingarmøguleikar-
nir i fiskivinnuni eru mest-
sum tømdir. Okkara fiski-
vinnupolitikkur, sum vit eru
samd um, miðar eftir at av-
markað fiskiflotan fyri at
fáa hann at bera seg betri.
— Men tað ger so, at tað
ber at kalla ikki til at fáa
fleiri skip og at útvega fleiri
arbeiðspláss í fiskivinnuni,
heldur verða tey færri og
færri
--Tí royna vit, alt vit
kunnu at fáa aðrar vinnu-
møguleikar í oynni.
Påll Vang sigur, at i ti
sambandinum fortaldi hann
Mærsk McKinney Møller,
vsmanninum i Danmark hansara egnu oljuhavn:
nney Møller heitti
at vera sera varin
at tey vóru sera fegin um
avtaluna, við Danbor Ser-
vice um at gera oljuhavn á
Drelnesi.
— Aðrenn vit fóru yvir á
Drelnes, vísti eg honum eis-
ini modellið av oljuhavnini
á Drelnesi, sum stendur í
ráðhúsinum og eg greiddi
honum frá útbyggingar-
møguleikunum, bæði eyst-
ur- og vestureftir.
Nú vildi Mærsk McKinn-
ey Møller ikki tosa við tíð-
indatænastuna á Førova-
ferðini, men hvat helt hann
um eina oljuhavn á Drelnesi
og um umstødurnar har?
--Hann segði, at hann
sjålvsagt visti um ætlanina
og at hann fylgdi gongdini
vid størsta åhuga
-Men hann kom eisini
inn å oljuvinna uppå gott og
ont
Oljuvinnan førir avbera
nógv virksemi við sær og
tað er sjálvsagt gott.
Men oljuvinnan ávirkar
eisini tey pláss nógv, sum
hon virkar í, hon kann eisini
hava óhepnar avleiðingar
við sær fyri mentan og nátt-
úru okkara og kanska eisini
eitt sindur av ólevnaði eis-
ini.
Páll Vang sigur, at danski
vinnulívsmaðurin heitti tí á
føroyingar um at vera sera
varnar í oljuvinnuni, og
hann bað okkum fara hov-
liga fram og ikki skjótari,
enn at vit alla tíðina høvdu
fult tamarhald á støduni.
Fekk gávur
A Tvøroyri fekk Mærsk
McKinney Møller eisini
fleiri gávur m.a. eina mynd
av Marité í fiskiskapi undir
Grønlandi.
— Vit góvu honum eisini
ein sera snotiligan bræv-
kniv, sum Øssur Eysturoy í
Keypmannahavn hevur
gjørt.
— Til konuna fekk hann
eisini ein prýðislut úr før-
oyskum steini, sum bæði er
funnin og evnadur til í Sud-
uroynni.
Og nú eigur Mærsk Mc-
Kinney Møller eisini í ein-
um føroyskum báti, ti tvøra-
menn gévu honum eitt
partabræv i seksæringinum
Naddoddi.
Påll Vang heldur annars,
at tad tad sera hugtakandi
at hitta hendan mannin.
— Hann var ógvuliga líka-
til at tosa við. Hann var sera
fryntligur, hann var lættur á
fótum og hann var lættur í
sinum tosi. Og at hann eisini
er sera gløggur, er tað ongin
av okkum, sum ivast í
— So vit á Tvøroyri eru
sera takksom fyri, at hann
vildi leggja leiðina henda-
vegin og harvið at vísa sín
stóra áhuga fyri teimum ætl-
anum, sum felag hansara
hevur á Tvøroyri, sigur Páll
Vang.