týsdagur 22. juni 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Postadr: Postsmoga 76,
EN Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild: Dagfinn Olsen | Myndamenn:
Í = = Jan Møller i | Jonhard Hammer John Johannessen | Jens Kristian Vang | 2 Å re ég
& F (1 U FI in | Dagbjørt S. Hansen Sveinur Tréndarson | Alvur Haraldsen 1 fr SME
Blaðstjóri: | Gian. uppseting og prent: | e >.
Eirikur Lindenskov — | Blaðfólk: | ítróttarskrivari: | Sp/t Sosialurin | be OSHA
Internet: www.sosialurin.fo | Áki Bertholdsen, | Emil L. Jacobsen | Bústaður: post & sosialurin.fo
Turid Kjølbro Argjavegur 26, Argir
Internetid inn
um skúlagátt
Oddagrein
Viðmerking:
Nalvaskoðan fótbóltsummælarana
Flestu blødini hava nú ein stóran part av síðutalinum um ítrótt og serliga um
fótbólt. Alt gott um tað, tað skal til og tað selur
I farnu viku varð ein sera áhugaverdur
sáttmáli gjørdur, sum uttan iva fer at fáa
stóran týdning fyri ikki bert framtíðina hjá
næmingunum í teimum mongu foroysku
skúlunum men eisini fyri foroyska sam-
felagið sum heild.
FOROYA TELE og Undirvísingar- og
Mentamálastýrið hava gjørt eina avtalu,
sum ber í sær, at allir skúlanæmingar og
lærarar í Føroyum fáa hver sína teldu-
postadressu (e-mail) ókeypis. Hetta verð-
ur gjørt fyri at menna áhugan og førleikan
innan teldutokni. Avtalan veitir ollum skúl-
um í landinum møguleika fyri at fáa dygd-
argott Internetsamband til rímuligar prísir.
TAÐ verður oftani sagt, at vit foroyingar
eru so fáir, at vit megna ikki tað stóra. At
land okkara er so lítið sammett við onnur
lond osfr. Eingin ivi er um, at tað kann
hava sínar vansar at vera fá og smá. Men
her eru so sanniliga eisini fyrimunir. Og
nettup ein av hesum fyrimunum er, at tær
nýtist ikki tær heilt stóru iløgurnar fyri at
kunna rokka út til oll fólk og hvønn krók í
samfelagnum. Hóast útviklingurin á teidu-
økinum í ødrum londum fyri langari tíð
síðani hevur yvirhálað okkum, so er tó
ljós fyri framman. Og eitt av hesum ljósum
er stigið, sum nú er tikið av m.a. skúla-
verkinum og Foroya Tele.
TU kanst longu nú ímynda tær týdningin
tað kann hava fyri hetta land, tá hver
borgari er konur teldubrúkari. Hetta hevur
ikki minst týdning, nú tá vit oll tosa um at
fáa gongd á aðrar vinnur og fáa sam-
felagnum fleiri búskaparbein at standa á.
Nettup her er teldutoknin kanska tað mest
grundleggjandi, og at vit nú fáa øllum
næmingum í landinum atgongd til inter-
netið og at kunna samskifta á netinum er
av alstórum týdningi. Umframt at hetta
uppá longri sikt kann fáa stóran sam-
felagsligan týdning, so kemur tað eisini at
vera grundarlag fyri einum stórum fram-
broti í foroyska skúlaverkinum - og sum
kann hava við sær, at vit ikki bert verða á
hædd við okkara grannalond, men kanska
koma at liggja í fremstu roð um ikki so
langa tíð. Nettup her kemur fyrimunurin
við at vera fá inn í myndina.
VIT ynskja bæði Undirvísingar- og Menta-
málatýrið og Foroya Tele tillukku við hesi
avtalu, og vit fegnast næminganna vegna
fyri hetta týðandi stigi, sum kann gera
Føroyar og føroyingar betri førar fyri at
troyta teldutøknina, nú vit fara inn í eina
nýggja eld. Eitt gott tiltak, sum er vert at
geva gætur. Góða eydnu.
Sosialurin
Tað, sum eg sakni í allari
hesari skrivingini, tað er
hvat útlendingar halda um
t.d. fótbólt okkara.
Nú hava vit haft tveir
góðar landsdystir, har før-
oyingar stóðu seg væl. Tað
bleiv eisini skriva síðu upp
og síðu niður, um hvort
fótafet hjá teim føroysku
spælarunum og viðtalur bert
við føroyingar íroknað All-
an S. Alt sæð gjøgnum okk-
ara heimligu brillur, men
tað er ikki nóg mikið.
Ikki eitt orð um hvat út-
lendingarnir, leiðararnir,
spælarnir, journalistarnir
hildu um dystirnar og spæl-
ið.
Kundi hent at teir høvdu
okkurt at umborið seg við,
at tað gekk sum tað gekk,
kann vera at teir høvdu heilt
aðra áskoðan á dystin. leik-
ararnar, dómarnar, um-
hvorvið ella okkurt annað,
sum okkum ikki kemur til
hugs.
Góðu blaðskrivarar, ikki
bert ítróttarskrivarar, royni
og tosi við so nógvar út-
lendingar sum gjørligt nú
teir eru her. Kundi hent at
tit fingu eina góða søgu
burturúr, ella vit føroyingar
fingu okkurt at vita, hvat vit
áttu at gjørt ødrvisi.
Agurkutíð ella ikki, tað er
ov lítið áhugavert, í báðum
bløðunum at lesa tað sama
umaftur, barnagarðstrupul-
leikar, sjúkrahústrupullei}
ar, rennibreyt ella ikk:
ferjutrupulleikar - hvor
segði/gjórdi hvat trupulleik-
ar.
Latum okkum fáa sjónar-
mið útlendingana, so vit
ikki sovna í okkara egnu
nalvaskoðan og sjálh
góðsku.
Jógvan E. Joensen
Viðm. til grein »Hugleidingar um
leidslubygnadin«
Viðmerking til grein »Hugleidingar um leidslubygnadin« hjå J. P. Davidsen
Vit hava eina vidmerking til
brot i greinini, har tu skrivar
eima rættleiding til Kristian
Magnussen, sum skal hava
sagt at viðgerð og røkt
hava størsta tydning fyri
brúkaran..., síðani skrivar
tå, citat „undirritaði (og
neyvan heldur nakar av
mínum starvsfeløgum«
hevur ongantíð mett einum
sjúklingi sum ynskir seg
innlagdan á sjúkrahús, fyri
at fáa røkt« Citat endar.
Talan var um viðgerð og
røkt á sjúkrahúsi. Sjálvandi
formanni í Serlæknafelag Føroya, í blaðnum 19.6.99
verður sjúklingurin innlagd-
ur til røkt - annars varð hann
vidgjørdur ambulant!!!
Hugsar tå tær eitt hospital
uttan røkt? Vit hugsa okkum
ikki eitt hospital uttan við-
gerð.
Vinarliga
Hildigunn Christiansen
Edith Vang og
Monica Brickman,
sjúkraystrar
Føroyakvøld 1999 í Sjónleikarhúsinum
Tyskvøldini 22. og 29. juni
verður hildið fram við somu
skrå sum fyrsta kvøldid, og
á palli við Wiliam Heinesen
verkunum verða: Jytte Jo-
ensen, Gunhild V. Michels-
en, Dora Samuelsen, Rúni
Gaardlykke, Beinta Jacob-
sen, Eyrith Leyni, Erling
Eysturoy og Elin á Rógvi.
Tónleikarar eru Ólavur Jac-
obsen og Flóvin E. Viderø.
Niels Nielsen og Kjartan
Hansen standa fyri ljósi og
ljóði.
Tann 22. er tað Dansifel-
ag Kaggans sum skipar fyri
fóroyska dansinum og
dansispølum og 29. juni
verður tað Tókum Lætt aft-
ur.
Hotel Føroyar, Hotel Haf-
nia og Rio Bravo borðreiða
við fiskabuffet og øðrum
góðum føroyskum mati.
Atgongumerki fáast í
Kunningarstovuni.
Til sýningarnar, sum eru
kl. 20.30 fáast atgongu-
merki í húsinum ein tíma
undan sýning.
Øll kvøldini frå kl. 19.30
hevur Føroya Heimavirkis-
felag søluframsyning av
heimavirkadum lutum i for-
høllini, og okkurt småvegis
verður eisini virkað á staðn-
um.