fríggjadagur 7. januar 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 5 - 8. januar 2005
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Írestandi skattur
og AM-gjald 2004
Freistin at gjalda írestandi skatt og írestandi AM-gjald fyri
skattaárið 2004 er 31. januar 2005. Verður goldið innan
henda dag, slepst undan eykagjaldinum á 4%.
Útrokningarforrit er at finna á heimasíðuni
www.tollskatt.fo
Eisini ber til at rokna írestandi skattin út í bóklinginum
”Skattinum 2004”, ið øll húski fáa í januar 2005.
Tá skatturin verður goldin, skal viðmerkjast: p-tal og
”Skattur 2004”. Gjaldast skal til Føroya Gjaldstovu.
á Argjum, 6. januar 2005
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Fyribilsskráseting 2005
Skal fyribilsskatturin verða rættur, mugu vit hava rættar
upplýsingar um B-inntøku og frádráttir.
B-inntøka
B-skatturin í 2005 verður roknaður út frá teimum
upplýsingum, tú hevur givið á sjálvuppgávuni 2003.
Er B-inntøkan broytt í 2004, verða broytingarnar tiknar
við í fyribilsskattaskránna 2005.
Frádráttir
Hevur tú frádráttir, er neyðugt at upplýsa okkum um
teir.
DIS-skipanin
Siglir tú, ella fert tú at sigla undir DIS-skipanini, eigur tú
at boða frá hesum.
Hevur tú longu boðað frá, er ikki neyðugt at gera tað
aftur.
Rættingar/fráboðanir
Oyðublað til at rætta ella skráseta fæst á Toll- og
Skattstovuni, í peningastovnum, á posthúsum, og kann
verða heintað á heimasíðuni: www.tollskatt.fo
Tú ert vælkomin at fáa upplýsingar um, hvørjar
skrásetingar vit hava um tíni skattaviðurskifti.
á Argjum, 6. januar 2005
Fyribilsskattaskráin 2005
Fríir ágóðar
Leiðbeinandi virðini fyri 2005 eru hesi:
a. Virðið á fríum bústaði: sí viðmerking
kr./m2
576
b. Eginnýtsla: sí viðmerking
el
kr.
7.900
olja
kr.
15.700
fastnettelefon/fartelefon
kr.
5.000
c. Frí vørunýtsla: sí viðmerking
Bakarar
kr.
4.100
Bakarar við handilsvørum
kr.
11.100
Handilsmenn
kr.
13.600
d. Virðið á fríum kosti pr. dag: sí viðmerking
3 máltíðir
kr.
50
2 máltíðir
kr.
38
1 máltíð
kr.
28
e. Virðið á fríum bili (persónbilur/stationcar):
sí viðmerking
1100 kg og undir
kr.
44.300
1101 kg til 1300 kg
kr.
54.800
1301 kg og meira
kr.
67.000
f.
Vøruvognar av skapi og merki
sum persónsvognar: sí viðmerking
kr.
32.225
g. Allir aðrir bilar: sí viðmerking
kr.
22.150
h. Bussar upp til 10 persónar sum verða
nýttir til hýruvognskoyring: sí viðmerking
kr.
16.300
i.
Eginnýtsla av bili hjá hýruvognsførarum
kr.
16.300
Upphæddirnar eru íroknaðar meirvirðisgjald.
Virðið á partaeigaralánum hjá høvuðspartaeigarum
7%
Aðrar upphæddir
Kapitalpensjónsfrádráttur
kr.
44.200
Skattafrítøka fyri donsk lesandi
kr.
65.000
Til a
Roknað verður við einari upphædd, sum er fyri bústaðarøkið, viðkomandi
hevur ræðisrætt yvir.Kjallari og loft,sum ikki eru innrættað og hjallur og bilhús
koma ikki undir hugtakið bústaðarøki.
Til b, c, d, e, og f
Privatur vinnurekandi skal skattast av virðinum á vørum og framleiðslum, sum
hann tekur úr virki sínum at nýta ella at hava í húsarhaldi sínum ella til gávur.
Virðið verður roknað eftir keypsvirðinum ella framleiðsluvirðinum á hesum
vørum.
Somuleiðis skal privatur vinnurekandi skattast av tí partinum av útreiðslunum,
sum svarar til eginnýtsluna,t.d.bil,telefon,ljós og hita,har útreiðslurnar umfata
bæði privatu og vinnuligu nýtsluna.
Meginreglan er tann, at skattgjaldarin sjálvur skal meta um, hvussu nógv er
privat, og hvussu nógv er vinnulig nýtsla. Metingin skal vera við atliti til stødd
á t.d. húsi og húski.
Til g og h
Upphæddirnar eru galdandi fyri bilar skrásettir sum persónvognar smb. § 3 í ll.
nr. 175 frá 18.12.1992 um skrásetingargjald á motorakførum.
Fyri bilar, skrásettir sum vørubilar eftir § 5 í somu lóg, verður virðið sett til 75%
av upphæddini fyri bilar undir 1100 kg.
Fyri aðrar bilar enn teir, ið nevndir eru omanfyri, t.d. bilar, skrásettir eftir § 6 og
§ 8 í somu lóg,verður virðið sett til 50% av upphæddini fyri bilar undir 1100 kg.
Toll- og Skattstova Føroya kann krevja avrit av skrásetingarskjalinum fyri bilin.
á Argjum, 6. januar 2005
Toll- og Skattstova Føroya
Stýrið
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 3225,
P/F EBJ, 530 Fuglafjørður.
Viðtøkur broyttar:
15.12.2004.
Nýtt navn: Sp/f EBJ
Kapitalur: Lækking við kr.
750.000,00 til kr. 0,00 til
rindan av halli.
Hækking við kr. 80.000,00 til
kr. 80.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kr. 80.000,00 við
skuldarumskifti til kurs
1537,075.
Stjóri:
Innkomin sum stjóri:Jón
Nolsøe Olsen, Kambsdalur,
530 Fuglafjørður.
Tekningarreglur: Felagið
verður bundið við undirskrift
av einum stjóra.
Skráseting Føroya
tann 5. janaur 2005
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 1525,
Sp/f Leikalund, 700
Klaksvík.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Anna
Katrin Matras, Uppsalagøta
39, 700 Klaksvík (formaður).
Innkomin sum formaður:
Óluva Elin Klettskarð,
Stoksoyravegur 7,
700 Klaksvík.
Innkomin í nevndina:
Nikolina Olsen, Geilin 20,
700 Klaksvík.
Skráseting Føroya
tann 6. januar. 2005.
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2105,
Sp/f Frá 5. September 1992,
700 Klaksvík.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri:
Elinborg Brandal,
Skáltavegur 24,
700 Klaksvík.
Innkomin sum stjóri:
Johannes Birgir Brandal,
Skáltavegur 24,
700 Klaksvík.
Skráseting Føroya
tann 6. janaur. 2005.
Kristin Balle
_______________________
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf