Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

internet: www.sosialurin.fo GEM - skilagóð fyri- reiking til nýggja tíð Oddagrein I dag og í morgin er opið hús i Millers Pakkhúsi í Havn. Allir foroyingar hava meguleika at síggja og hoyra, hvat tey umleið 25 oljufeløgini, sum eru virkin á Føroyaøkinum - saman við føroyskum myndugleikum - hava avrikað hesi sein- astu 3 árini í sambandi við at kanna um- hvørvi, trygd, jarðfroði, veðurlag ol. AT júst eitt fyrrverandi fiskahús er karm- urin um hesa framsýning er eisini rættiliga hugvekjandi. Ikki tí at ætlanin er, at ein komandi oljuvinna skal avloysa fiskivinn- una, men tí hon skal vera eitt alternativ til verandi fiskivinnu. Ein møgulig oljuvinna skal vera eitt av teimum nýggju búskap- arbeinunum, ið foroyska samfelagið skal kunna standa á inn í næstu old. GEM er eitt samstarv millum øll oljufel- øgini, sum hava áhuga fyri at leita eftir olju við Føroyar og so føroyskar mynd- ugleikar. Endamálið við hesum samstarvi er at gera kanningar av eitt nú umhvorv- inum, jarðfroðini, veðurlagnum og oðrum í góðari tíð, áðrenn fyrsta boringin byrjar. A henda hátt fær tú eina greiða mynd av stoðuni, sum hon er nú. Við oðrum orðum hevur tú fingið eitt sammetingargrundar- lag, tá tu um nøkur ár skal meta um avleiðingarnar av boringum á føroyskum øki. Eisini kanst tú við hesum kanningum fáa eina greiða mynd av, hvussu umstød- urnar eru, har ein møgulig framtíðar olju- framleiðsla verður. Við hesum kanst tú eisini leggja oljuleiting til rættis, soleiðis at hon minst møguligt broytir ella skaðar umhveorvið. Á tíðindafundi í gjár í sambandi við fram- sýningina varð víst á, hvussu stóran týdn- ing tað hevur, at bæði oljufeløg og før- oyska samfelagið eru væl fyrireikað til ta fyrstu boringina, sum helst verður í ár 2001. Hóast tað er vanligt, at oljufelog samstarva um umhverivsspurningar í ein- um nýggjum oljuøki, so er foroyska GEM- verkætlanin kortini eitt eindømi í altjóða oljusøgu, júst ti at eitt samstarv sum hetta er fingið í lag so langt frammanundan, at ein útbjóðing hevur verið. GEM er ein Skilagóð fyrireiking til ein nýggjan útvikling í Føroyum. Nettup hetta at kunna heysta ágóðan av royndunum hjá ødrum og at kunna gera okkara egnu royndir í so mikið góðari tíð, er einastandandi. Tað eru tey, sum halda, at útviklingurin eitt nú orsakað av markinum, hevur gingið ov seint. Veru- leikin er heldur tann, at nettup bíðitíðin hevur givið okkum møguleikan at fyrireika okkum betur. Tíðin fer at vísa, um ikki hetta fer at løna seg. Saskalurin Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jan Miller Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðstjóri: Blaðfólk: Aki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson ítróttarskrivari: Emil L. Jacobsen Myndamenn: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting og prent: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 | e-mail: post &sosialurin.fo Eingin olja i undirgrundini Vit kundu bara imynda okk- um, hvat aftursvar hetta hevdi givið í okkara bú- skapi, um serfrødingar komu til ta niðurstøðu, at ongin olja var í undirgrund- ini. Hví kemur ein so við eini so skakandi yvirskrift? Jú tað er fyri at lýsa ta gongd, okkara búskapur hevur í løt- uni. Kína fólki eftir hárinum Ein regla. ið ofta verður nýtt í politikki, er at ein skal siga tað, ið fólk vilja hoyra. Hetta er ein regla, sum livi- breyðs-politikarar nýta, og tað er júst tað, vit eru vitni til í hesum døgum. Tað er nógv ferð á for- oyska búskapinum, tó ikki nóg nógv, heldur onkur, eitt nú Oli Breckmann, sum vil hava skattalætta, tí hann sig- ur seg vera borgarligan. Møsn! Tað at vera borg- arligur, hevur einki við skatt at gera, men er at vísa ábyrgd, fyrst fyri sær sjálv- um, og síðani fyri næstan- um. - Ikki ti - hann hevur samgonguskjalið aftanfyri seg. At lækka skattin nú, er at vísa ábyrgdarloysi. Tjóðveldismenn eru í hesum døgum bangnir fyri at siga nakað sum helst, ið ikki er sum søtur hunangur. Teir ætla sær jú at vinna folkaatkvøduna, kosta hvat tað kosta vil. Búskaparpol- itikkurin má bíða, til vit hava loyst, meina teir, tí ikki fyrr enn tá hava vit fulla ábyrgd -. At Føroya fólk ikki vakn- ar! Men tað er jú so gott, tá ið eingin sigur nakað, sum er keðiligt at hoyra. Hvat er so at gera Tað lættasta, ið ein kann gera, er at átala, uttan at koma við nøkrum sjálvur. Tað sum eg meini, at ein kann gera, fyri at minka um ferðina á búskapinum, er til dømis at innføra tvungna samansparing. Hert hugsi eg um tey, sum hava eina inntøku omanfyri kr. 250.000,- um árið. Tað hevði verið gott fyri før- oyska búskapin, um hesi rindaðu eini 2 ella 3 prosent í samansparing. Peningin kundu tey hóskandi fingið aftur um eini 4-5 ár, tá ið eingin olja framvegis er funnin. Jóhan Petur Johannesen 2. formaður í Unga Samband Føroyskt fullveldi: Landsstýrið hevur gjórt eina heima- síðu um fullveldisætlanina Nú er ein heimasíða um fullveldisætlanina hjá landsstýrinum komin á int- ernetið. Á síðuni verður greitt frá grundgevingunum hjá landsstýrinum fyri. at fara undir ætlanina, hvussu arbeiðið er skipað, og hvussu ætlanin er, at farast skal fram inntil fólkaat- kvødurnar verða komandi år. A heimasíðuni er eisini tilfar um tey týdningar- mestu stigini, sum eru tikin í fullveldisgongdini higartil, har er tilfar um arbeiðið við Hvítubók, har er allur ar- beiðssetningurin hjá grund- légarnevndini o.m.a. Tær almennu grundgev- ingarnar hjá teimum flokk- um, sum atkvøddu ímóti løgtingsuppskotinum um fullveldisætlanina, eru eis- ini at finna å heimasiduni. Heimasidan er at finna undir heimasíðuni hjá landsstýrinum: www.fl.fo Heimasíðan hjá landsstýrinum hevur adressuna: www.fI.fo Fullveldisheimasíðan er ein undirsíða, og hevur adressuna http:/www.fl.folfullveldi/ FØRO == ULIVELDI Á veg móti einum sjålvstørgum Føroyum Væskomm Á heimasóuna um sjåMst [risætlan landsst|risins Høvudsstadarsamstarv i Útnorði Grunnurin Tórshavn-Nuuk víðkaður til eisini at umfata Reykjavík A fundi í Reykjavík um vikuskiftið millum borgar- stjórarnar 0.0. umboð fyri býráðini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn, varð avgjørt at víðka Grunnin Tórshavn- Nuuk til eisini at umfata Reykjavík. A fundinum skrivaðu borgarstjørarnir Agnethe Davidsen, Ingibjørg Sólrun Gisladóttir og Leivur Hans- en undir uppskot til vidtøk- ur fyri nýggja grunnin. Uppskotið verður nú lagt fyri tey trý býráðini til góð- kenningar. Málið er á skránni fyri regluliga bý- ráðsfundin í Havn hós- kvoldið. Grunnurin hevur til enda- máls at økja um forstáilsið og samstarvid millum pol- itikarar og borgarar í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn og at veita fíggjarligan stuðul til tiltók innan mentan, und- irvísing og ítrótt. Í grunninum Tórshavn- Nuuk, ið varð stovnaður í 1988, eru í løtuni umleið 300.000 krónur tøkar, og eftir ætlanini skal Reykja- víkar býráð seta 150.000 kr. aftrat í grunnin sum sín part, soleiðis at samlaða upp- hæddin verður 450.000 krónur. Býráðini skulu harum- framt rinda 53.000 krónur hvert í grunnin um árið. Térshavn-Nuuk grunnur- in hevur tey 11 árini, hann hevur verið til, veitt stuðul til ymisk mentanarlig tiltók annadhvørt ár, men nú grunnurin er víðkaður til at umfata allar tríggjar høv- uðsstaðirnar í útnorði, er av- gjørt at veiða stuðul á hvørj- um ári. Fyrstu ferð verður á fundi í Reykjavík í juni mánað næsta ár í sambandi við at Reykjavík er ein av teimum 9 europeisku býunum, ið eru kosnir mentanarbýir ár 2000. Annars er ætlanin, at stýr- ið fyri grunnin í framtíðini skal hava sínar árligu fundir upp á skift í teimum trimum høvudsstødunum. Fastir limir f styrinum verða teir triggir borgar- stjórarnir og tveir aðrir bý- ráðslimir úr hvørjum av teimum trimum býráðun- um, t.v.s. níggju íalt. Umframt borgarstjóran umboðaðu Jan Christiansen varaborgarstjóri og Heðin Mortensen annar varaborg- arstjóri Tórshavnar býráð á fundinum í Reykjavík um vikuskiftið.