fríggjadagur 7. januar 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2005
41
Pedagogur
til Sambýli á Líknagøtu
Innan Heimarøktina og Serforsorgina við fyribils
tænastu á Sambýlinum á Líknagøtu í Runavík er
eitt starv leyst til setan 1. februar 2005 ella eftir
nærri avtalu.
Talan er um eitt tænastumannastarv. Løn- og
setunartreytir sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Pedagogfelag, lønarstig 24-
33 eftir lønartalvu pr. 01.10.04
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, skiftandi
vaktir umframt arbeiði vikuskiftir og halgidagar.
Uppgávan er at arbeiða í sambýli hjá trimum
ungum monnum við autismu.Arbeiðið fevnir um
at skipa gerandisdagin fyri hesar ungu menninar.
Arbeiðið hevur m.a. við sær at gera kropsligt
arbeiði, ganga túrar, svimja, gera fimleik o.s.fr.
Starvsøkið er allur stovnurin, og tann setti kann
rokna við at fáa aðrar uppgávur aðrastaðni í
skipanini, um tørvur gerst á tí.
Starvið er ætlað pedagogi, men um ongin skikk-
aður pedagogur søkir, verður starvið fyribils sett
við fólkið við aðrari útbúgving. Setanin verður tá
sambært hjálparfólkasáttmálan millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Oddfríðu Højgaard, leiðara á tlf. 226121.
Umsóknarfreistin er. 21. februar 2005 og skulu
umsóknirnar sendast til:
Bústovnin á Rúnarvegi
ATT.: Leiðarin
Rúnarvegur 6
FO - 620 Runavík
Altjóða Barnalegur CISV
skipar fyri
stuttligari og
spennandi
summarfrítíð !!!
Børn og ung hava aftur í summar møguleikan at
søkja um luttøku á CISV legum. Legurnar, sum á
hvørjum ári, verða hildnar um allan knøttin,
byggja allar á sama grundsjónarmið. Børnini
koma, at liva saman við børnum úr nógvum
øðrum londum,skapa vinarbond og læra um fólk
og mentanir í hinum londunum.
Í ár, kunnu føroysk børn og ung, luttaka á hesum
legum:
• Barnalegu í Norra, Svøríki, USA, Tjekkia og
Italia
Legurnar eru fyri 11-ára gomlum børnum, og
vara í 4 vikur. Í hvørjum bólki eru 2 gentur, 2
dreingir og ein leiðari.
• Summarlegu í Brasilia og í Italia
Tey ungu skulu verða 14 – 15 ár.Hesar legurnar
vara í 3 vikur. Í hvørjum bólki eru 2 gentur, 2
dreingir og ein leiðari.
• Seminarlegu í Ungarn og í Svøríki
Ein luttakari 17 – 19 ár til hvørja legu.Hesar leg-
unar vara eisini í 3 vikur.
• Ungleiðari til barnalegu í Finnlandi og í
Portugal
Ungleiðarar skulu verða 16 - 17 ára gomul.
• Leiðarar til barnalegurnar og summar-
legurnar
Vit hava í ár brúk fyri 7 leiðarum. Leiðararnir
skulu verða í minsta lagi 21 ár. Hava hug og
hegni at fáast við børn og ung.Og duga væl,at
samstarva við onnur.
Heldur tú, at hetta er nakað fyri teg, so ring til
CISV tlf. 509697 og bið um eitt umsóknarblað.
Freistin at søkja er 1. feb. 2004.
Dagrøktari
søkist til dagrøktina í Sørvági, at byrja skjótast til-
ber.
Dagrøktarheimið skal vera innrættað barnavinar-
liga, har rúm er til børnini at spæla í og hóskandi,
trygt spæliøki uttanfyri.
Arbeiðstíðin,løn og frítíðarskipan verða sambært
sáttmála við Starvsmannafelagið og Sørvágs
Kommunu.
Skrivlig umsókn skal vera Dagrøktarskipanini í
hendi innan 15.01.04.
Dagrøktarskipanin í Sørvági
FO-380 Sørvágur
Tlf. 213122
Sløkkiliðsmenn
til Fuglafjarðar sløkkilið
Fuglafjarðar kommuna søkir hervið eftir 2 leysum
sløkkiliðsmonnum til Fuglafjarðar sløkkilið til
setan 1. februar 2005 ella skjótast eftir hetta.
Sum treyt verður sett, at viðkomandi skulu hava
heilsuváttan og stóra koyrikortið,somuleiðis sum
teir antin hava ella skulu taka neyðugt grund-
skeið í 1. hjálp. Neyðuga víðari útbúgving
sambært kunngerð um útbúgving av sløkkiliðs-
monnum skipar Fuglafjarðar sløkkilið fyri.
Nærri upplýsingar um størvini eru at fáa frá
brunastjóranum Gordon M. Petersen á telefon
220101.
Møguligar umsóknir,ið skulu vera skrivligar,skulu
vera Fuglafjarðar kommunu, Norður í Gerði 10B,
530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi 25. januar
2005 kl. 15.00.
Kommunan skilar sær rætt til at velja millum inn-
komnar umsóknir ella onga at taka.
Fuglafjørður,tann 6.januar 2005
Fuglafjarðar kommuna
Rundsag til sølu
Brúkt rundsag við stórum rulliborðið, 350 mm blað
80 mm skeritjúgd, forskerarablað, góð plátusag.
Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 239
FO-110 Tórshavn
Tlf. 311957 · fart. 222552 · telefax 316621
tst@tst.fo · www.tst.fo
Lesið
-so eru tit við!