Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 1999síða 20

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| NR. 116 - 23. JUNI 1999 sø tíðindablaðið e-mail: emilasosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31.47 20 pr 19 Lesið eisini ítróttin á internetinum nýta seg sjálvar Tað tók nógv styttri tíð at avgreiða róðurin á Sundalagsstevnuni enn tað gjørdi á Norðoyastevnu. Men fyri fystu ferð var givið rey tt kort til ein bát, sum ikki vildi akta bodini frá høvudsdémaranum. Båturin, sum fekk reyða kortið var Drekin hjá Havnar Róðrarfelag (Mynd: Jens Kr. Vang) Kappróður: Ábyrgdin hjá stýrimonnunum er stór, men tað er ikki altíð, at tað verður hugsað so nógv um hetta, tá bát- arnir verða mannaðir Sundalagsstevnan líktist norðoyastevnuni á fleiri økjum: veðrið at rógva kapp var av tí besta, og vinnar- arnir í øllum fimm róðrun- um vóru teir somu, sum teir vóru í fyrstu stevnuni. Spurningurin er so, um somu bátarnir fara at vinna hvørja ferð. Næstu trý vikuskiftini verður kappróður á skránni hvønn leygardag, og um vinnarabátarnir vera teir somu hvørji ferð, so verður tað longu annan leygardag meiri ella minni greitt, hverjir bátar fara at vinna FM, og so fer eitt sindur av spenninginum burtur. Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður við hesum. Tað er kortini greitt, at í so at siga øllum róðrunum í Hós- vík vóru vinnararnir so mik- ið sannførandi, at tað skal ganga heilt ødrvisi, um onkur annar sakl vinna í stevnunum, sum standa fyri framman. Tíðin avmarkad Hvat viðvíkur róðrartíðini var munur á teimum báðu fyrstu stevnunum. Allir partar vóru misnøgdir við, at róðrartíðin á norðoy a- stevnu var longri enn tríggj- ar tímar, men hesa ferð gekk betur. Síðsta skotið í kappróðri- num í Sundalagsstevnuni í Hósvík leygardagin varð latið av, tá Nólsoyingur sum tað fimta og síðsta tíggju- mannafarið kom á mál. Tá var klokkan akkurát hálvg- um seks, og tað vil siga, at tveir og ein hálvur tími vóru gingnir frá tí at fyrsti róð- urin var ásettur at vera og til fimti og síðsti róðurin var fingin frá hondini. Teir í Róðrarsambandi- num ynskja, at tíðin verður uppaftur styttri, men teir á- sanna samstundis, at tað verður torført at avmarka tíðina nógv meiri enn so. Størsti róðurin var tann millum fimm mannaførini við gentumanningum, har luttókan var seytjan bátar, ið er tað mesta, sum tað er loyvt at hava í einum og sama róðri, og tað tók eina góða lotu at fáa tann róðurin frá hondini: — Okkara menn gjørdu eitt gott arbeiði í Hósvík. Men teir noyddust at sleppa fasta startinum, tá gentu- manningarnar skuldu leggj- ast. Tað var eitt lot inn á stýriborðsbógvin, og hetta var nóg mikið til at órógva gentumanningarnar. Tíverri vísir tað seg, at summar teirra hava sera ilt við at fáa bátarnar at skikka sær, so- leiðis sum dómararnir vilja hava tað at vera, staðfestir Hannis Joensen, formaður í RSF, sum annars var stak væl nøgdur við tað, sum leygardagin fór fram í Hós- Fløggini og róðursmenninir Men formaðurin í RSF undrar seg samstundis yvir, at tað hjá fleiri manningum sá út til at ganga so illa at halda seg til róðrargeilirnar, sum vóru væl merktar. Í Hósvík høvdu teir gjørt sær stóran ómak, soleiðis at tað umframt boyurnar, sum vístu veg, vóru stengur, ið so at síga vístu síðulinjurnar á róðrargkinum. Men hóast hetta so fóru fleiri bátar norðanfyri ta norðaru stong- ina, tá gentumanningarnar róðu, og eisini tá seksmann- aførini við monnum og átta- mannaførini kappaðust. Arnbjórn Madsen hevur róð kapp í nógv år. Í fjør var hann fyrstu ferð valdur til høvudsd6mara, og í ár hevur hann verið høvuds- dómari bæði í Klaksvík og Hósvík, og komandi leyg- ardag skal hann royna at halda skil á suðuri á Trong- isvágsfirði. — Hver báturin hevur millum tíggju og tólv metrar at rógva á, men hjá fleiri er tað trupult at halda seg á hesum økinum, og so er vandin stórur fyri, at teir renna í onkrar aðrar, og tað er harmuligt, um tað skal ganga út yvir ósekar mann- ingar, at tað eru manningar uppif, sum ikki megna at halda seg á sínum teigi. Tí- betur róðu komu eingir bát- ar í bland leygardagin, men í fleiri fórum var tað tætt við. Men gera tit nóg nógv fyri at varskógva bátarnar um, at vandi er á ferð? — Eg vil siga tað soleiðis, at undir róðrinum gera vit ikki annað, men tíverri hjálpir tað ikki altíð nóg væl. Vit kunnu rópa á eina manning og biðja teir snara kósini, og tað hjálpir, meðan vit gera tað, men so skjótt, sum vit fara frá aftur og til onkrar aðrar bátar, so er gal- ið aftur. I Hósvík høvdu bát- arnir hug til at snara í bak- borð, og tað var orsøkin til, at fleiri bátar vóru alt ov norðarlaga á, tá teir komu á mál. Myndugleikin Tað er upp til høvudsd6m- aran at meta um, nær tað er neyðugt at geva kort, og hann skal eisini gera av, um róðurin skal skjótast av, um tveir bátar stoyta saman, men hóast hvguðsdómarin sambært reglarnar hevur stóran myndugleika, so eru tað fyrst og fremst mann- ingarnar, ið skulu syrgja fyri, at alt gongur fyri seg, sum tað skal. — Nógvir bátar ganga snórabeint og stýra væl, men hjá summum er hetta ein stórur trupulleiki, og í síðsta enda verður hetta ein trupulleiki hjá gllum. Ég undri meg yvir, at tað ikki umborð á øllum bátunum verður gjørt meiri fyri at tryggja, at báturin gongur beint, tí styttsti teinurin verður altíð tann snórabeini. Vidhvørt er trupulleikin tann, at båturin rennur skeivt, og vidhvørt er trup- ulleikin tann, at manningin ger, at båturin rennur skeivt. Men i bådum førunum er tað uppgåvan hjá róðurs- manninum at syrgja fyri, at tað verður stýrt eftir kósini, vísir Ambjørn Madsen á, og í hesum sambandi vísir hann á ein annar trupul- leika, sum ikki so sjáldan ger seg galdandi: — Stýrimaðurin hevur eina týdningarmikla upp- gávu, men hetta hugsa manningarnar ikki altíð so nógv um. Vit síggja ofta, at heilt ungir dreingir stýra, og tá hevur ivaleyst meiri verið hugsað um at fáa ein lættan mann at sita í reingini, held- ur enn at fáa ein stýrimann, sum hevur tann myndug- leikan, sum skal til. jh