mikudagur 23. juni 1999síða 22
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 116 - 23. JUNI 1999 tíðindablaðið
21
Hvessingur er eina ráðandi
6-mannafør
i
menn: Fyribils ; 2 # Lr
sær tað ikki út til,
at kappingin
verður um annað
enn næstfremsta
plássið
Tað var spenningur í, tå
seksmannaførinum við
monnum róðu. Talan var
kortini ikki um fyrsta floks
spenning, men heldur snúði
spenningurin seg um, hvor
for at vinna næstfremsta
plássið. I hesari kappingini
bjóðaðu fleiri av, og frá
Sølmundi, sum endaði
næstfremst, og aftur til Hós-
víkingin, sum endaði á
fimta plássinum, var mun-
urin ikki meiri enn tvey sek-
und, ella ein lítil bátslongd.
Sølmundur legði bragd-
liga fyri, men eftir teir
fyrstu trý hundrað metrar-
nar kom stígur í hjá teimum,
og so duttu teir heilt aftur
móti fimta plåssinum, áðr-
enn tað teir síðstu trý hundr-
að metrarnar aftur fór at
ganga væl, og tann guli bát-
urin legði allar hinar bátar
nar aftur um seg og vann
kappingina við Stråluna,
Kollfirðing og Hósvíking
um annað plássið
Eingin kapping var um
fremsta plássið. Teir í Hval
vík og Streymnesi vóru alt
ov drúgvir. Teir vóru saman
við Sølmundi framvið bein-
anvegin, og meðan hinir
bátarnir skiftust um at vera
fremstir í kappingini um
Róðursmaðurin á Hvess-
ingi, við skreytinum teir
vunnu fyri róðurin í Hós-
vík leygardagin.. Og tað
er bert at vóna, at hann
ikki er ovurviðkvæmur
fyri silvuri, tí hann fær
eftir ollum at dóma nógv
meiri silvur í ár
(Mynd: Jens Kr. Vang)
-—
—
Hg -
i -
I
A
= = gi
3 —
Hvessingur hevur av
sonnum fingið gongd í
sigursreðina í ár, og tað
sær ikki mætari út enn,
at kappingin verður um
annað pláss heldur enn
fysta
(Mynd: Jens Kr. Vang)
annað plássið, so gleid
Hvessingurin stútt og stød
ugt frá hinum bátunum, té
hålva fimtan hundrað málið
var rógvið, var
meiri enn
sundalagsmenninir øktu all:
ein bátslongd
tíðina. og á málinum var
Hvessir
Snopprikkur vann FM í fjør
På
1 * 1
men hvalbiar båturin tykis
Vinnara enn
ikki hava somu styrki í ár
sum hann hevði í fjør. og
Gongurólvur, sum vann FM
í 1996 og sum ofta hevur
verið drúgvur í hesari kapp-
ingini, hevði ikki nógv
bjóða uppá í Hósvík. jh
Jarnbardur var mest sannførandi av ollum
6-mannafør kvinnur: Lítil og eingin
spenningur er í kappingini hjá kvinn-
unum
Tað er sera torført at fáa
eyga á nakran, sum í teim-
um fýra róðrunum, ið eru
eftir, skal verða førur fyri
at hótta havnarkvinnurnar
umborð á Jarnbardi hjá
róðrarfelagnum Knørri.
Jarnbardur vann á norð-
oyastevnu, og í Hósvík var
havnarbáturin ikki minni
sannførandi. Gongurólvur
royndi at gera eitt sprell í
fyrstu tókunum eftir at start-
skotið var latið av, men róð-
urin var ikki eitt hundrað
metrar gamal, tá Jarnbardur
hevði fingið hálvan skutin
framum, og síðani var eing-
in ivi um, hvor skuldi fara
avstað við teimum sjey stig-
unum, ið fyrsta plássið ber
við sær.
Eina løtu var eitt sindur
av kapping um næstfremsta
plássið. Gongurólvur datt
heilt aftur á fjórða plássið,
men tá málið var hálvrógv-
ið, spurtaðu tær eitt sindur,
og tað eydnast at taka Søl-
mund aftur, og so gekk alt
friðarliga og stilt fyri seg.
Tær umborð á Jarnbardi
hava roknað við, at mesta
kappingin skuldi fara at
koma frá Lómi. Argjabát-
urin varð meiri enn leysur
av Gongurólvi, men tað
eydnaðist = ongantíð hjá
kvinnunum av Argjum at
hótta Jarnbard, og tá bátar-
nir komu inn móti málinum
var munurin meiri enn tvær
bátslongdir, og kanska var
hann tríggjar bátslongdir.
Fyrsta árið, seksmannafør
við kvinnum kappaðust um
Næstan tíggju sekund
vóru tær fremstar,
manningin á Jarnbardi,
og tær eru klárt besta
boð uppá nýggjan FM-
vinnara hjá 6 mannafer-
um við kvinnum
(Mynd: Jens Kr. Vang)
FM, var í 1983. Síðani tá
hevur Gongurólvur vunnið
FM fimm ferðir, og so ofta
hevur eingin annar bátur
vunnið. Páll Fangi og Jarn-
bardur hava vunnið fýra
ferðir í part, men nú bendir
alt á, at tað ganga ikki so
nógvar vikur afturat, áðrenn
Jarnbardur fer at leggja upp
á síðuna av Gongurólvi,
hvat talinum av FM heitum
viðvíkur jh