mikudagur 23. juni 1999síða 24
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SA
NR. 116 - 23. JUNI 1999
mm
tidindabladid
23
Av sjukrahúsinum og til sigur i Hósvík
10-mannafør: Ein eysturoyingur skræddi seg úr seingini, har hann hevði ligið sjúkur, og bátsformaðurin kom so at siga
beinleiðis av landssjúkrahúsinum og til Hósvíkar
Umbord á Eysturoyinginum
dylja teir ikki, hvat málið
er hjá teimum í ár. Tað er at
endurtaka avrikið í fjør. Ta
ferðina vunnu teir allar FM
róðrarnar, og koma teir
fremstir um málið allar seks
ferðirnar í ár, so kann tað
væl vera, at talan verður um
eitt nýtt met. Nógvir bátar
hava vunnið nógv, men
okkum kunnugt hevur tað
ongantíð eydnast nøkrum
báti at vunnið allar róðrar-
nar tvey ár á rað. Um onkur
lesari situr við betri vitan
hesum viðvíkjandi, so
høvdu vit verið fegnir at
frætt um hetta.
Havnarbáturin vann nógv
fyrrapartin í sjeyti árunum.
I 1973 vunnu teir allar róðr-
arnar, men í 1974 mistu teir
ein sigur — tað var í Vági —
og í 1975 kiksaðu teir aftur
eina ferð — tað var í Fugla-
firði.
Hóast teir í Runavík vóru
sannførandi á norðoya-
stevnu, so vóru vánirnar
undan leygardegnum ikki
so góðar, sum tær onkuntíð
hava verið.
Martin Venned, sum er
annar av toftimonnunum,
býr í Klaksvík, og harvið er
tað ikki serliga høgligt hjá
honum at venja. Men í vik-
uni, sum fór, hevði hann
ikki vant nakað serligt við,
tí hann var sjúkur, og leyg-
armorgunin fór hann so at
siga beinleiðis úr sjúkra-
seingini og til Hósvíkar at
rógva.
Av landssjúkrahúsinum
Men toftimadurin var í
síðstu viku so at siga bara
annar av trupulleikunum
umborð á Eysturoyingi.
Ludvík Justinussen er báts-
formaður, og tað kom sjálv-
andi illa vid, tá læknin mik-
ukvøldid gjørdi av, at báts-
formaðurin skuldi leggjast
inn á landssjúkrahúsið.
Kappróðrarmaðurin hevði
nógva pínu, og teir vóru
bangnir fyri, at tað var nýra-
steinur, sum plágaði.
Vit vandu síðstu ferð
undan stevnuni hóskvoldið,
og tá var tað mest sum av-
gjørt, at eykamaðurin, sum
vit hava, skuldi rógva við,
og vit vóru farnir at leita
eftir næsta eykamanninum,
tí vit roknaðu avgjørt ikki
við, at Ludvík fór at vera
førur fyri at rógva, og tað
var ikki fyrrenn, tá vit leyg-
ardagin hittust í Hósvík, at
onkrir av hinum frættu, at
vit fóru at verða fullmann-
aðir.
Hetta sigur formaðurin í
róðrardeildini hjá NSI, Sof-
us T. Hansen, okkum. Hann
situr á toftini saman við
Martini Venned, og harvið
var hann leygardagin tann
næsti at staðfesta, at sjúku
menninir vóru komnir nóg
frætt fyri seg, og hjá øllum
øðrum var hetta sjón fyri
søgn.
Rúkandi spurtir
Teir umborð á sigursvanda
bátinum vóru ikki heilt ålv-
uligir, bæði tí teir høvdu
havt omanfyri standandi
trupulleikar at dragast við,
og tí at teinurin, sum skuldi
leggjast afturum hesa ferð
var fimm hundrað metrar
longri, enn hann var í
Klaksvík, har 10-mannafør-
ini róðu fimtan hundrað
metrar.
Eysturoyingur legði fyri
sum eitt 6løgid, og tað var
skjótt, at hann var komin ein
Tað eru ikki allir, sum
leggja so nógv fyri, sum
Ludvík Johannesen, sum
er bátsformaður á Eyst-
uroyingi. Mikukvøldid
varð hann lagdur inn á
landssjúkrahúsið, tí teir
hildu at hann heyði nýra-
stein, men leygardagin
sat hann aftur í bátinum!
(Mynd Jens Kr. Vang)
góðan skut framum. Skut-
urin gjørdist til eina hålva
og so eina heila båtslongd.
So øktist munurin stútt og
støðugt, og á málinum vóru
tað fleiri bátslongdir aftur
til næstu bátarnar.
Vert er at leggja til merk-
is, at hetta var fyrsta ferðin,
at Eysturoyingurin kappað-
ist við lotinum ímóti. Mill-
um kappróðrarfólk hevur
verið ikki sørt av práti um,
hvussu tað fór at hilnast, tá
nýggi og harvið lætti guli
báturin fór at fáa gulið í-
móti, og tað hava verið tey,
sum hava roknað við, at
undir tílíkum umstødum fór
tað at eydnast hjá Havnar-
bátinum, sum hevur verið
so altráður eftir at koppa
Eysturoyinginum, at sleppa
framum. Teir, sum kanna
Havnarbátin, plaga at hava
á orði, at báturin við dreka-
stevninum gongur væl, tá
lotið er ímóti.
Men í Hósvík var tað
staðfest, at Eysturoyingur er
bestur, uttan mun til hvussu
veður og vindur skikkar
sær:
— Vit komu framum bein-
OR. TIL: 1
anvegin, og tað var skjótt
vit fingu kensluna av, at tað
vóru vit, sum stýrdu róðri-
num. Vit sóu aftur á hinar,
og vit kendu okkum ong
antíð hóttar
Hetta sigur Sofus T. Han-
sen, og tá vit spyrja, um
tann øgiligi endaspurturin
hjå Eysturoyinginum komst
av, at teir kendu seg hóttar,
so er svarið nei:
— Vit høvdu somu ferð
alla tíðina, men tey síðstu
tjúgu tøkinin taka vit altíð
ein spurt, og tað gjørdu vit
eisini hesa ferð, sigur Sofus
T. Hansen. Tá hann og báts-
felagarnir komu á mál, vóru
teir tríggar bátslongdir und-
an kappingarneytunum.
Hóttanin kom
úr Vestmanna
Havnarbáturin var næst-
fremstur á norðoyastevnu.
Havnarmenninir lógu leyg-
ardagin undir liðini á Eyst-
uroyingi, og stóran part av
tvey túsund metra teininum
royndu teir umborð á Havn-
arbátinum at halda tørn um
róðrið á oddabátinum, sam-
stundis sum teir høvdu sítt
stríð við at halda seg
frammanfyri vestmenning-
arnar, sum vóru treiskir
Havnarbáturin misti takið
á Eysturoyinginum, og eftir
at teir høvdu roynt triggjar
ferðir, eydnaðist tað hjá
teimum umborð á Vest-
menningi at leggja havnar-
menninir aftur um og at
halda teimum aftanfyri.
— Vit sóu, at Vestmenn-
ingur var drúgvur í kapp-
ingini, men vit kendu ong-
antíð, at teir komu okkum
so mikið nær, at teir gjørd-
ust nøkur hóttan, sigur Sof-
us T. Hansen.
Nýggi báturin
Tvøråmenn vóru fyri fyrstu
ferð á stevnu við nýggja
Suðuroyinginum. Gamli
báturin, sum var frá 1934,
luttók fyri síðstu ferð í
kapping á nordoyastevnu,
og tvøråmenn knyta so
nógv góð kappróðrarminn:
at gamla bátinum, at teir
hava gjørt av at varðveita
hann.
Starturin hjá nýggja báti-
num var nakað linur, og
eina løtu vóru teir klárt aft-
Tað gongur meiri enn
striltið hjá hinum bátun-
um at fáa fatur á Eystur-
ovingi. Teir vunnu allar
róðrarnar í fjør, og hig-
artil í ár hava teir vunni
báðar róðrarnar
(Jens Kr. Vang)
astir, men í síðsta enda
royndist tað ikki heilt illa,
tí stutt úr málinum tóku teir
Nólsoyingin og komu tískil
upp á fjórða plássið
Nólsoyingar vóru fyrstu
løtuna teir idnastu í kapp-
ingini vid Eysuroying, men
sum tað á leiðini av Selatrað
og vestur yvir rann alt meiri
út av logginum, datt Nóls-
oyingurin longri aftur, og at
enda komu teir síðstir um
málið.
Fyritreytirnar hjá nólsoy-
ingum vóru ikki tær bestu,
tí tá teir skuldu fara í bátin
manglaði ein maður, og tað
sigur seg sjálvt, at tað í
síðsta enda mátti síggjast
aftur á avrikinum,at ein
maður, sum hevði lítla ella
rættari onga venjing, hjálpti
til jh