mikudagur 23. juni 1999síða 44
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið
NR. 117 - 24. JUNI 1999
Jan Evensen, The Faroes Partnership:
— Faið til-
bugving og
trygdina
uppå plåss
-Foroyingar eru í eini rættiliga eina-
standandi stóðu nú undan fyrstu út-
bjóðing. Arbeiðið hjá GEM hevur
stóran týdning fyri eitt nú umhvórvið.
Men eg haldi, at tað nú eigur at
verða gjórt nakað miðvíst fyri at fáa
eina tilbúgvingaskipan, soleiðis at ein
er fyrireikaður, tá oljuboring byrjar
um eini tvey ár
JAN MULLER
JENS K VANG
-Hóast ta neyvan verður
borað á føroyska land-
grunninum fyrr enn um eini
tvey ár, so er tað sera um-
ráðandi, at foroyskir mynd-
ugleikar longu nú - eisini
saman við oljufeløgunum -
royna at samskipa og fáa
uppá pláss eina tilbúgving-
ar- og trygdarskipan
Hetta sigur Jan Evensen,
sum stendur á odda fyri
oljubólkinum „The Faroes
Partnership“ og sum í
hesum døgum er i Føroyum
í sambandi við, at GEM
hevur opið hús í Millers
Pakkhúsi.
Jan Evensen heldur tað
vera sera gott, at arbeiðið
hjá GEM eisini er komið til
at umfata nettup trygdar-
spurningin. Men hann
heldur tað hevur skund at
fáa veruliga gongd á hetta
málið
-Tilbúgvingin og trygdin
sum heild eru av alstórum
týdningi fyri oljuídnaðin
Tad er tí rættiliga umráð-
indi, at stovnar í Føroyum
saman við GEM fáa lagt
viðurskiftini til rættis so
leiðis, at nettup trygdin ikki
verður eftirbátur, tá ein
oljuleiting av álvara tekur
seg upp
Jan Evensen ásannar, at
longu nú er ymiskt komið
uppá pláss, men tað ræður
um, at fólkini á teimum
ýmsu stovnunum tosa sam-
an og samskipa tilbúgving-
ina, soleiðis at man hevur
eina heilt greiða tilbúgving,
tá fyrstu boringarnar byrja
Tað er m.a. heilt um-
ráðandi at fáa svar uppá,
hvar tilbúgvingin skal vera,
skal hava høvuds-
åbyrgdina av henni osfr.
Nú GEM hevur opið hús
Havn heldur Jan Evensen
tað vera rætt ikki minst at
nvør
inginaå og
gongd á tilbúgvingarspurn-
ingin. GEM og oljufeløgini
eru m.a. til fyri at fáa ein
dialog í gongd um henda
spurningin, men tá talan er
um eina tilbúgvingarskipan
(beredsskapsplan) so hvílir
ábyrgdin á føroyskum
stovnum.
-Skulu vit bora í ár 2001,
so er tað avgjørt neyðugt at
fáa hesi viðurskiftini uppá
pláss sum skjótast og at tað
verður arbeitt meira miðvíst
við hesum komandi árið.
Sosialurin skilur, at hetta
í stóran mun er ein
spurningur, sum føroyskir
myndugleikar eiga at taka
upp. I hesum sambandi
hevur tad t.d. verid knytt
rættiliga stór óvissa at
spurninginum um eina
trygdarmidstød.
Føroyingar betri
fyrireikadir enn aðrir
Jan Evensen, sum hevur
arbeitt hjå Amerada Hess i
mong år, og sum nú er settur
til at standa å odda fyri
kanningararbeidinum und-
an |. útbjóðing heldur ann-
ars GEM vera eitt skilagott
tiltak. Tað er tað fyrsta av
sínum slag so langt áðrenn
eina útbjóðing í heila tikið.
Sum norðmaður hevur
Jan Evensen eisini fylgt
gongdini í heimlandinum
frá tí at fyrsta oljan varð
funnin. Nú hann lítir at eitt
nú arbeiðinum hjá GEM
viðgongur hann, at Føroyar
sum samfelag eru nógv
betri fyrireikað til eina olju-
vinnu enn eitt nú Noreg var
í síni tíð
Hóast tað enn skulu ger-
ast kanningar og savnast inn
nýggj data, so heldur Jan
Evensen, at Føroyar eru væl
fyri undan eini |. útbjóðing,
ti feløgini hava gjørt eitt so
grundleggjandi forarbeiði. -
Nettup orsakað av stóru
dýpunum, tørføru streym-
viðurskiftunum og stóra
áganum hava feløgini gjørt
iløgur i
Partnership, Amerada Hess,
Norsk Hydro, Dong og
Lasmo hava brúkt góðar
100 mill. kr. til forkann-
ingarnar higartil. -Vit hava
keypt mestsum alt seismiskt
tilfar, sum hevur verið tøkt,
og vit eru nú vit at leggja
seinastu hond á teknisku
evalueringina av økinum.
Enn hevur samtakid ikki
tikid endaliga stødu til, um
tað fer at bjóða, tí tað veldst
eisini nógv um tær treytir,
sum verða settar frá før-
oyskari síðu.
Gerið eisini eina
basiskanning av
samfelagnum
Vit spurdu Jan Evensen,
sum kennir oljuvinnuna
bæði í Noregi og í Bret-
landi, um stórir vandar eru
fyri, at hon kemur at hava
óhepnar avleiðingar fyri
lítla føroyska samfelagið!
-Tað er ein torførur
spurningur. Sjálvur haldi eg
tað er sera umráðandi at fáa
gjørt eina demografiska,
mentanarliga og samfelags-
liga basiskanning, áðrenn
ein oljuvinna av álvara ger
vart við seg.
Her veldst so aftur um,
hvat føroyingar ætla og
vilja. Ein kann velja at
blanda føroyska samfelagið
minst møguligt uppí ein
útvikling og so heldur fáa
kontantar pengar ístaðin.
Tað hevur so eisini sína
ávirkan. Ella ein velur, at
allar vørur og tænastur
skulu latast frá føroyskum
fyritøkum. Ein kann so taka
stóðu til, um ein vil hava
eina útgerðarhavn og sjálvir
veita tænastur til allar
boripallarnar heldur enn at
tað skal vera gjørt úr Aber-
deen ella Stavanger. Ynskir
ein at fáa fremmanda
arbeiðsmegi til landið? osfr.
Alt hetta eru val føroy-
ingar skulu gera. Jan Even-
sen heldur sjálvur, at tað ber
til at hava ein oljuídnað
gangandi langt til havs uttan
at tað skal hava stórvegis
negativar avleiðingar fyri
samfelagið.
Hóast oljuvinnan eisini
hevur havt negativar avleið-
ingar fyri Noreg, so hevur
hon tó samanumtikið havt
ómetaligan stóran týdning.
Og verður nógv olja funnin
við Føroyar, so hava før-
oyingar tann møguleikan at
seta á stovn ein oljugrunn,
sum forðar fyri, at nógvu
oljupengarnir skapa eina
yvirupphiting í samfelagn-
um.
Hvat viðvíkur umhvørv-
inum so heldur Jan Even-
sen, at oljufeløgini í dag
handfara tað heilt ødrvisi og
betri í dag enn fyri bert fimt-
an árum síðani. Tað heldur
hann eisini fer at koma
Føroyum til góðar.
Jan Evnesen, sum
ssamskipar forkanningar
hjá The Faroes
Partnership
oljusamtakinum uttan fyri
Miillers Pakkhús í
sambandi við
framsýningina hjá GEM
Miillers Pakkhús er opið
aftur fyri almenninginum í
dag frá klokkan 9 til 12.
Høvid er at fáa innlit í
arbeiðið hjá GEM og eisii
at seta umboðum fyri tey
mongu oljufeløgunum
spurningar.