mikudagur 23. juni 1999síða 47
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 117 - 24. JUNI 1999
Sosialurin - Box 76 - 110 Torshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20
tíðindablaðið SOS) TT
e-mail: emila sosialurin.fo
15
Lesið eisini
ítróttin á
internetinum
www.sosialurin.fo
8. oyggjaleikirnir verða
settir leygardagin
Leygardagin verða teir áttandu oyggjaleikirnir í rødini,
síðani byrjað varð á Isle of Man í 1985, settir á svensku
oynni Gotlandi. 88 føroysk ítróttarfólk eru við, og skulu
tey kappast í átta ymsum ítróttargreinum
EMIL L. JACOBSEN
A Gotlandi hava tey síðstu tvey
árini fyrireikað seg til stóru inn-
rásina, sum svenska oyggin leggur
rygg til í eina heila viku, tá áttandu
oyggjaleikirnir verða settir í høv-
uðsstaðnum Visby.
Síðani byrjað varð á Isle of Man
í 1985, eru oyggjaleikirnir støðugt
vaksnir, og í ár verða 22 ymisk
oyggjasamfeløg við (Gibraltar er
bert ein hålvoyggj, men hevur
kortini fullan limaskap i oyggja-
leikasamstarvinum).
Føroyar hava verið við allar tær
átta ferðirnar, og eina ferð — í 1989
— skipaðu vit fyri leikunum, sum
tå als ikki høvdu vaksið seg so
stórar, sum teir eru í dag.
Føroyingar skulu kappast í átta
Hesin gotlendski víkingurin var at síggja á Jersey fyri tveimum árum síðani. Hann verður aftur við
hesaferð, nú Gotlandi skipar fyri oyggjaleikunum í ár
ymsum ítróttargreinum — tær
somu átta sum fyri tveimum árum
síðani, tá leikirnir vóru á Erma-
sundsoynni Jersey (tá vóru føroy-
ingar eisini við i fimleiki og vunnu
gull, men fimleikur er íkki á
skránni í ár).
Tá stóðu føroyingar seg væl í so
at siga øllum ítróttargreinunum.
Størsta áhuga millum fólk munnu
svimjingin og frælsi ítrótturin
hava. Vit fingu tvey gullmerki í
frælsum ítrótti, meðan unga og
óroynda svimjiliðið, sum var við á
Jersey, ikki fekk heilt so góð úrslit.
Vónandi verður tað betri hesa-
ferð.
Nógv fylgja eisini við í súkkling-
ini, og har sær tað sera spennandi
út við tað, at vit nú hava fingið
tveir súkklarar, sum eru við í besta
bólkinum í Danmark. Stórar vón-
ir verða settar til Boga Kristian-
sen og Rógva Johansen, sum hava
fingið so góð úrslit seinastu tvey
árini. A Jersey vann Bogi bronsu í
býarkoyringini.
Flogbólturin er eisini ein av
best umtóktu ítróttargreinunum á
oyggjaleikunum, ikki minst ti
hann er so áskoðaravinarligur, og
ti bóltspól sum heild hava stóran
áhuga millum fólk.
Kvinnulandsliðið = hevur á
hvørjum oyggjaleikum verið mill-
um heiðursmerkjavinnararnar, og
tað sama hava menninir, burtur-
sæð frá á Jersey. Teir eru ivaleyst
uppsettir upp á at koma upp aftur
millum trý tey bestu, eins og
kvinnurnar ikki vilja standa seg
verri enn vanligt.
Í badminton hava førovingar
ongantíð verið millum tey
fremstu londini í oyggjaleikahøpi,
og tað er ein smeitur, at fóroya-
meistarin hjá kvinnum, Guðrun
Jacobsen, ikki fær verið við vegna
skaða.
Tennis hevur heldur ikki tey
stóru úrslitini at vísa á, og sum oft-
ast hevur føroyska luttøkan í hesi
fyri okkum lutfalsliga nýggju ítr-
óttargreinini verið stutt.
Í borðtennis kom tann tå
ókendi Kjartan Eli Hentze heilt í
finaluna í einmansleiki og hevur
sostatt eitt silvurmerki at verja.
Gull er óhugsandi, tí maðurin
hann tapti ímóti seinast, og sum
aftur er við hesaferð, er í einum
flokki fyri seg. So á ein hátt var
Kjartan Eli eisini ein vinnari á
Jersey.
Tryggasta føroyska gullið sær
aftur i år ut til at koma i boga-
skjóting, har serliga Sigrid Vang er
stórfavorittur. Tað er føroyska
compound liðið eisini, og so er at
vóna, at alt gongur eftir ætlan, og
at føroysku bogaskjúttarnir end-
urvinna gullið frá seinast
I Føroyum i 2005?
Oyggjaleikirnir hava alsamt størri
åhuga runt um i heiminum, og
flein av oyggjunum eru fjarskotn-
ar. Falklandsoyggjarnar. Skt. Hel
ena og Cayman Islands liggja ikki
á okkara leiðum, men eru allar
við. Annars eru tað bretsku oyggj-
arnar, sum eru best umboðaðar
Isle of Man, Jersey og Guernsey
hava altíð nógv fólk við og fara
ivaleyst at vinna eina rúgvu av
heiðursmerkjum Tað fara
svensku oynnar Gotland og A-
land ivaleyst eisini, og so er spurn-
ingurin, hvar Førovar enda í saml-
aðu støduni
Ovggjaleikirnir = verða settir
leygardagin 26. juni og enda 2. juli
Nå hesir leikirnir eru av, verður
bólturin sendur víðari til Isle of
Man, har hugskotið um leikirnir
kom fram, og oyggin í írska havin-
um verður tann fyrsta, sum skipar
fyri leikunum á øðrum sinni. Tað
verður í 2001. Nógv bendir á, at
Guernsey fær leikirnar í 2003, eins
og teir høvdu i 1987, og skulu vit
halda okkum til raðfylgjuna,
verða Føroyar vertir fyri 11
oyggjaleikunum. Tað verður í
2005.
Oyggjaleikir 1985-99
1985
1987
Ísle of Man
Guernsey
Føroyar
Aland
Isle of Wight
Gibraltar
1989
1991
1993
1995
1997
1999
Bretland
Bretland
Danmark
Svøriki
Bretland
Bretland
Bretland
Svøriki