fríggjadagur 7. januar 2005síða 45
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 5 - 8. januar 2005
45
- aftursvar til Jógvan
við Keldu, landsstýr-
ismann í útlendinga-
málum
Jón Brian Hvidtfeldt
tíðindamaður
Jóhann Mortensen
tíðindaleiðari
Familjan Rapa í Vestmanna
hevur nú í 10 mánaðir
bíðað eftir svari, um tey
sleppa at vera verandi her í
landinum, ella um føroyska
samfelagið gevur teimum
ein einvegis ferðaseðil aftur
til Rumenia eftir seks og
einum hálvum ári í Før-
oyum. Hóast tey í marts
mánað í fjør søktu um loyvi
at sleppa at vera verandi
her í landinum, veit famili-
an Rapa enn tann dag í dag
ikki, um tey eru keypt ella
seld. Um tey eisini í morgin
sleppa at vera partur av
føroyska
samfelagnum.
Hetta er teirra veruleiki,
teirra dagliga óvissa, teirra
gerandisdagur.
Hesa
støðuna
hevur
Útvarpið lýst um ársskiftið.
Men tað skulu vit helst
ikki tosa ov hart um.
Heldur skulu vit tosa um,
hvussu stórt, fløkjasligt og
trupult útlendingamálið er
at umsita. Hvussu manna-
gongdirnar eru, tá útlend-
ingamál skulu viðgerast í
Innlendismálaráðnum.
Hvussu trupult Integrati-
ónsministeriet niðri í Dan-
mark hevur havt við at
endurskoða
útlendinga-
økið. Hvørjir myndugleikar
annars eru inni í myndini.
Og hvussu arbeiðsorkan í
Innlendismálaráðnum varð
skerd, tá miðfyrisitingin í
heyst skuldi spara.
Í eini sending nýggjárs-
aftan tosaði Útvarpið við
familjuna Rapa í Vest-
manna.
Og familjan tordi at siga
síga sína søgu. Uttan at
spyrja Jógvan við Keldu
um loyvi.
Samrøðan við hjúnini
varð endurgivin í tíðindun-
um nýggjársdag. Og tá fór
apparatið í Innlendismála-
ráðnum í gongd: Útvarpið
hevði ikki skilt nakað sum
helst av nøkrum. Síðani
hevur útvarpið fleiri ferðir
roynt at fingið viðmerking
frá Jógvani við Keldu. Men
landsstýrismaðurin hevur
hvørja ferð vart seg við, at
talan er um eitt persónsmál,
og tí vil hann ikki gera
viðmerkingar til tað. Eftir
okkara tykki, kundi hann
um ikki annað havt sagt, at
Innlendismálaráðið hevði
avgreitt málið 17. desem-
ber. Tað gjørdi hann heldur
ikki.
Eisini hevur landsstýris-
maðurin bjóðað útvarpin-
um oman í innlendismála-
ráðið "at fáa alla ta kunn-
ing, okkum lystir." Til tað
er at siga, at vit eru samd
við landsstýrismannin um,
at talan er um eitt per-
sónsmál. Eitt mál, ið snýr
seg um tríggjar mannalagn-
ur - eini hjún og lítla barn
teirra. Men tað er ikki
meira persónligt enn so, at
tey alment vildu vera við í
eini
útvarpssending
á
nýggjárinum.
Men
hvar
er
rættartrygdin hjá teimum,
og hava tey ikki rætt til eitt
svar?
– Onga viðmerking, var
títt svar til útvarpið, Jógvan
við Keldu!
Kunningin, ið lands-
stýrismaðurin so vinarliga
bjóðaði útvarpinum, var
um útlendingamál sum
heild. Men vit skuldu
kortini ikki ditta okkum at
spyrja um, hví eini hjún
framvegis ikki hava fingið
svar, eftir at hava bíðað í 10
mánaðir. Ella hvat lands-
stýrismaðurin heldur um
eina so langa viðgerðartíð
av einum máli. Ella hvar
málið liggur í dag, og nær
tey kunnu vænta sær at fáa
svar.
Seinasta stigið hjá lands-
stýrismanninum er at senda
eina "klagu" til útvarps-
stjóran umvegis sín egna
fjølmiðil, nevniliga heima-
síðuna hjá Innlendismála-
ráðnum.
Í skrivinum hjá lands-
stýrismanninum er tíðinda-
flutningurin hjá útvarpin-
um skýrdur at vera "skila-
leysur". Hann skrivar eis-
ini, at einki er "yvir at
dylja, at tíðindaflutningurin
hjá Útvarpi Føroya hevur
verið alt annað enn á rími-
ligum støði". Og landsstýr-
ismaðurin fer enntá so
langt sum at skriva, at "tað
er undir alt lágmark, at ein
almennur loftmiðil loyvir
sær
at
fremja
slíkan
tíðindaflutning."
Skrivið frá Jógvani við
Keldu, sum varð lirkað inn
í bæði Sosialin og tvær
ferðir í Dimmalætting,
kann illa tulkast sum nakað
annað enn eitt royktám, ið
skal flyta fokus frá kjarnuni
í málinum.
Landsstýrismaðurin nýtir
harafturat í brævinum sítt
mandat til á sera ófólkalig-
an og grovan hátt beinleiðis
at sáa iva um tíðindaflutn-
ingin hjá útvarpinum, og
hann ger harumframt enn
eina roynd at kvala málið í
undanførslum um truplar
mannagongdir. Og hvat
meinar landsstýrismaðurin
við, tá hann skrivar, at "tað
er undir alt lágmark, at ein
almennur loftmiðil loyvir
sær..." Setningurin kann
illa tulkast øðrvísi enn at
landsstýrismaðurin
vil
sleppa at ráða yvir, hvat
hesin almenni fjølmiðilin
borðreiðir við av tíðindum.
Og tað luktar av sensuri.
Ein ljósglæma er kortini
at hóma úr øllum royktám-
inum úr Innlendismála-
ráðnum. Landsstýrismað-
urin hevur nú sagt, at um-
sóknin hjá familjuni Rapa í
Vestmanna varð avgreidd í
Innlendismálaráðnum 17.
desember í fjør og haðani
send Udlændingestyrelsen
umvegis politiið. Men tey
bíða enn í Vestmanna.
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Justinus Eidesgaard blað-
maður hevur bersøgna og
beinrakna viðmerking í
Sosialinum 6. januar, ið ber
omanfyri nevnda heiti. Í
hesi grein verður undirrit-
aði nevndur sum ein av
teimum tigandi í útlend-
ingamálinum og niðurstøð-
an er, at "tann sum tegir,
hann samtykkir".
Tað skal ikki vera nøkur
loyna, at løgtingslimur
Sjálvstýrisfloksins eisini er
millum teirra, sum er sera
misnøgdur við avgreiðsl-
una av arbeiðs-og uppi-
haldsloyvum í Innlendis-
málaráðnum. Tá Løgmála-
ráðið hevði umsitingina,
var avgreiðslutíðin 3 til 4
mánaðar, men tá varð sagt,
at hetta komst av seinu við-
gerðini í Udlændingestyrel-
sen. Hetta árið, Innlendis-
málaráðið hevur havt upp-
gávuna og fráboðanin kom
um, at danir vildu viðgera
umsóknirnar samsvarandi
tilmælum føroyinga, hevur
verið heilt galið. Haldi ikki,
at eg havi sett ljósið undir
skeppumálið í hesum máli,
men óttin fyri, at mín fram-
ferðarháttur skal skaða
viðgerðina hjá teimum, ein
so fegin vil hjálpa, er høv-
uðsorsøkin til, at ikki hevur
verið rópt harðari.
Havi í tinginum víst á
mína ónøgd, við fyrispurn-
ingi til Jógvan við Keldu,
men hjúnini í Vestmanna
eru tíverri ikki eindømi.
Her í kommununi eru fleiri
einstaklingar og familjur, íð
mánað eftir mánað sita við
bangnum hjarta og bíða
eftir, at postboðið kemur
við tí avgerandi svarskriv-
inum um framtíðar lagnu
teirra, um tey fáa longt ar-
beiðsloyvi ella ikki.
Eg fari her í blaðnum at
seta Jógvani við Keldu
landsstýrismanni
hesar
spurningar.
Tá bíða verður í nærum
eitt ár eftir svari; er ar-
beiðsloyvi so galdandi frá
útskrivingardegnum og eitt
ár fram, ella er tað veruliga
so galið at tilsøgnin verður
givin frá dagfestingini á
umsóknini og eitt ár fram,
tvs. nærum útgingin, tá um-
søkjarin fær hana ?
Fleiri tinglimir hava víst
á ónøgd við avgreiðslu av
arbeiðs/uppihaldsloyvum,
seinast John Johannesen
samgongulimur. Nær kann
væntast, at viðurskiftini
verða "normaliserað".
Landstýrismaðurin hevur
á tingsins røðarapalli eftir
fyrispurningi frá parta-
manni boðað frá, at hann
ætlaði at seta ein bólk, um-
boðandi allar teir politisku
flokkarnar, at viðgera út-
lendingaspurningin. Nær
fer landsstýrismaðurin at
seta nevnda bólk ?
Løgmaður
nevnir
í
nýggjársrøðu síni, at vit
mugu velja, um vit vilja
lata upp fyri teimum møg-
uleikum, sum eitt víðkað
samstarv við útlendingar og
umheimin gevur, ella vit
óttast hesa avbjóðing og
lata aftur. Her vildi eg
ynskt, at løgmaður boðaði
frá, hvørjar framtíðarvónir
teir útlendingar, ið valdu at
koma higar til lands at
arbeiða kunnu vænta sær.
Fleiri hava búleikast her í
nógv ár, hava greitt sínar
samfelagsskyldur til fulnar
og keypt hús og heim. Hesir
einstaklingar og familjur
ganga í støðugum ótta fyri
at verða víst av landinum,
nú tey eru blivin ein náttúr-
ligur partur av samfelagn-
um, hava lært seg málið,
eru vældámd á arbeiðs-
plássinum og av bygda-
fólkinum, eins og børnini
klára seg eins væl og okk-
ara í skúlanum.
VIÐMERKINGAR
Tey bíða enn
Viðmerking til greinina:
Stuðla tit Jógvan við Keldu
Kirkjan vísir
samkenslu
Øll eru vit rakt av hervi-
ligu vanlukkuni í Asia.
Og nú ætlar Føroya bisk-
upur at kirkjan vísir sam-
kenslu við offrini eftur
tsunami-vanlukkuna.
Í eini fráboðan sigur
Hans Jacob Joensen, bisk-
upur at nú verður skipað
fyri eini serstakari guds-
tænastu í hesum sam-
bandi. Talan er um eina
forbønar- og minningar-
gudstænastu fyri tey, ið
eru rakt av hesi van-
lukkuni.
Henda serstaka guds-
tænastan verður hildin í
dómkirkjuni sunnukvøldið
16. januar kl. 20. Undir
gudstænastuni fer talvan at
ganga til frama fyri hjálp-
ararbeiðið í Fjareystri.
Ísraelsfelagið
brynjar seg til
eitt nýtt ár
Nevndin í felagnum hevur
nú skipað seg við nevnd-
arlimum, ið allir hava
royndir í felagnum
Eftir eitt virkið ár í fjør,
fer Ísraelsfelagið nú at
leggja ætlanir fyri hetta
komandi árið. Hetta hend-
ir á einum fundi seinni í
mánaðinum, har nýskip-
aða nevndin hittist aftur.
Eftir seinasta aðalund,
sum hildin varð 31. okto-
ber 2004, hevur nevndin
fyri Ísraelsfelagið skipað
seg við Svenningi av Lofti,
sum formanni og Maigun
Solmunde úr Syðrugøtu
sum næstformanni.
Hinir nevndarlimirnir
eru annars: Henrikka Øre-
gaard, Fuglafirði. kassa-
meistari,
Poul
Johan
Djurhuus, Glyvrar, skriv-
ari, og Brynhild B. Poul-
sen, Tórshavn.
Eykalimir
eru
Sanna
Hammer, Tórshavn og
Jákup S. Joensen, Mið-
vágur.
Roynd nevnd
Allir nevndarlimirnir í
felagnum eru gamlir í
garði og hava verið í
nevndini í mong ár, við
undantak av Rikku Øre-
gaard sum ikki nevndar-
limur í seinasta skeiði.
Hon hevur tikið sætið
sum kassameistari eftir
Álv Kirke, sum hevur ver-
ið kassameistari frá stovn-
an felagsins í 1996. For-
mansskapurin er hin sami
sum seinastu árini.
Í fjør hevði felagið vitj-
an av Jørn Nielsen úr
Danmark, sum er kendur
frá skriving síni í dag-
bløðum. Hann helt fyri-
lestur á aðalfundinum og
ferðaðist síðani kring
landið og helt fyrilestrar
um Ísrael og profetiska
orðið um Ísrael í Eystur-
oynni, Klaksvík, Suðuroy
og á Sandi.
Í eini frásøgn frá fel-
agnum verður víst á, at
felagið er fegið um at
viðurskiftini í miðeystri
tykjst vera betri millum
palestinar og jødar.
- Útlitini fyri eini frið-
arloysn tykjast betri nú, ið
Arafat er deyður. Nýggi
leiðarin Abbas, tykist vera
meiri
semingshugaður,
sigur felagið.
Ísraelsfelagið er tó eis-
ini virkið á øðrum økjum.
Í fjør var felagið og Vinir
Ísraels í Føroyum saman
um ein innsavning, sum
gav eitt gott úrslit, umleið
80.000 kr. Henda upp-
hæddin verður latin við-
urkendum felagsskapum í
Ísrael at hjálpa jødum og
palestinum, ið eru komin
illa fyri orsakað av sjálv-
morðsatsóknum og hern-
aðaratsóknum.
sb