fríggjadagur 25. juni 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 118 - 25. JUNI 1999
ár.
Víkingaleið
Tá Atlantsflog fór undir
fasta flúgving fyri ellivu ár-
um síðani vóru tey ikki
mong, ið væntaðu, at flog-
felagið fór at menna seg
eins nógv og tað hevur gjørt
seinastu árini. Nú hava fólk
tó fingið prógv fyri, at tað
ber til at hava eitt føroyskt
flogfelag. Tá Atlatsflog
fleyg fyrsta túrin til Stav-
anger mikudagin, var talan
um tað seinasta beinleiðis
flogsambandið til granna-
londini, ið var knýtt. Nú bar
til at fara gomlu víkinga-
leiðina loftvegis í staðin fyri
sjóvegis.
Við á fyrsta túrinum til
Noregs vóru umleið 30
ferðafólk. Harafturat vóru
um 30 innbodnir gestir.
Magni Arge, stjóri fyri At-
lantsflogi, sigur, at 30 ferð-
afólk ikki eru grundarlag
fyri einari rutu, men hann
leggur afturat, at talan er um
eina nýggja farleið, og tí
kann ikki væntast, at hon fer
at geva yvirskot beinanveg-
in. Hann sigur, at hetta árið
fer at vera eitt ár, har leiðin
verður innkoyrd, og tískil er
ikki vist, at hon fer at geva
yvirskot fyrr enn næsta ár.
Magni Arge sigur, at í staðin
fyri at vera varin og nýta
eina rúgvu av tíð til at kanna
møguleikarnar fyri einari
farleið til Noregs, hevur fel-
agið heldur valt at fylgja
rakstararrópinum >learning
by doing<. Felagið hevur
valt at royna seg við einum
túri til Stavanger um vikuna
summarhálvárið, og síðani
kann farleiðin endurskoðast
og leggjast til rættis eftir
teimum royndum felagið
hevur fingið við at royna
farleiðina.
Norðmenn fegnir
Fyrsti túrurin til Stavanger
gekk av tí allar besta. Flog:
tíðin var fimm korter, og tá
lent varð á flogvøllinum i
Sola uttanfyri Stavanger,
var ein riðil av tíðindafólk-
um, ferðavinnufólkum og
leiðslan á flogvøllinum og
tók ímóti. Móttgka var í ein-
um fundarhøli, har róður
vórðu hildnar og gávur
lætnar. Leiðarin á flogvøll-
inum í Sola, Thor Helge
Strand, segði í réðu síni, at
hann er sera fegin um, at
føroyska felagið er farið
undir beinleiðis flogsam-
band millum Noreg og Før-
oyar. Hann helt, at hetta
kom at hava stóran týdning
fyri bæði oljuvinnuna og
eisini fiskivinnuna. Eisini
fegnaðist hann um, at gamla
víkingaleiðin var uppaftur-
tikin - nú við flogfari.
Thor Helge Strand, flog-
vallarleidari, handaði stjór-
anum fyri Atlantsflog, flog-
vallarleiðaranum í Vágum,
Finnboga Niclassen og olju-
málaráðharranum, Eyðuni
Eltør, eina bók um Stavang-
er, sum takk fyri at leiðin
var løgd júst til Stavanger.
Eisini var formaðurin í
Sola kommunu við til mót-
tøkuna. Hon var eisini fegin
um nýggju farleiðina, ser-
stakliga í sambandi við eina
komandi oljuvinnu, og
segði hon, at hon ætlar sær
til Fóroyar við Atlantsflog
komandi mikudag, tá hon
Hans Hansen, yvirflogskipari og stýrimaður hansar førdu ferðafólkini trygt aftur og fram
skal á vitjan á Tvøroyri.
Formaðurin í Sola komm-
unu handaði Magna Arge
eitt víkingaskip við norsk-
um flaggi í húnarátt, sum
takk fyri nýggju farleiðina.
Norðmenn fingu eisini
gávur frá føroyska flogfel-
agnum, og var talan her um
flaggstong við føroyskum
flaggi standandi á hørðum
basaltfóti. Hetta skuldi vera
ímynd fyri, at skjótt skulu
føroyingar at bora gjøgnum
hørðu basaltundirgrundina
eftir virðismiklu oljuni.
I tryggum hondum
Eftir stutta steðgin í Noreg
varð leiðin løgd heim aftur
móti føroya klettum. Við
umborð vóru nú eisini gestir
frá norsku ferðavinnuni, ið
skulu marknadarføra loft-
leiðina til Føroya fyri norð-
monnum. Og ferðafólkini
vóru í tryggum honum. Tí
aftan fyri rórið sat flogskip-
arin Hans Hansen, ið hevur
drúgvar royndir í luftini,
bæði í Noregi og í Føroy-
um. Flogfarið lendi í Vág-
um klokkan eitt korter til
fimm mikudagin, og í land
komu nakrir væl nøgdir
gestir eftir ein væleydnaðan
túr í Noreg við føroyska
stoltleikanum, Atlantsflog.
Stjórin í Atlantsflog,
Magni Arge, stígur í land
vælnógdur eftir fyrsta
Stavangertúrin
i
pr — Alfæarríic Arriva å
THE EIDE OF THE FAROE ISL ANDS
"1
Surt AR me
Bane ber