fríggjadagur 25. juni 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 118 - 25. JUNI 1999
tíðindablaðið
Jóansokan 1999
Biðin um at skriva nakrar hugleiðingar
og hugmyndir í jóansgkublaðið 1999 -
seinasta jóansgkan á Tvøroyri í hesi
øldini - skal eg royna at gera støðuna
upp.
Samfelagsliga gongur betri enn fyri
árum síðani, um enn ikki nóg gott.
Vinnuliga gongur betri bæði á sjógvi og
landi, men við uml. 6-7 fiskavirkjum í
oynni kann neyvan roknast við fleiri
slíkum virkjum. Vónandi kunnu verandi
virkir økja um framleiðslu og góðsking,
so fleiri arbeiðspláss verða tók - hóast
hetta tykist trupult. Fleiri skip eru seld
úr oynni, og tað tykist vera Ogjørligt at
fáa innflutningsloyvi til nýggj skip - eitt
nú til ídnaðar- og rækjuveiðu, hóast
kvoturnar ikki verða troyttar.
So statt mugu vit konstatera, at tað
verða ikki tey tíggjutals arbeiðsplássini
at finna innan høvudsvinnuna. Og fjar-
stødan hjá midøkinum avmarkar luttøku
i ti almennu og privatu servicetænastuni,
har fleiri túsund vinna nógvan pening
við at klippa hvørjum øðrum.
Tí er tað og verður tað neyðugt alsamt
at minna á, at neyðugt verður við alter-
nativari vinnu til fiskivinnuna, um Suð-
uroyggin skal yvirliva.
Vit eru á einum vegamóti. Fólkatalið
stendur í stað og minkar í ávísum
kommunum. Ungdómurin er burtur - tað
sæst best við at kanna ítróttargreininar
og luttókuna. Men eitt mugu vit altíð
minnast til, og tað er, at vit koma onga
leið, um vit ikki sjålvir - hvør í sínum
lagi - berjast hvønn dag fyri okkara søk.
Vit kunnu ikki rokna við, at aðrir ganga
á odda, okkara vegna. Vit mugu sjálvi
royna at fáa onnur at skilja okkara
stóðu, til tess at tey, ið sita við avgerðar-
rættinum fáa sum mest av innliti í okk-
ara viðurskifti. Og her meti eg komandi
oljuvinnuna sum bjargingina fyri oynna.
Oljuvinnan kann, saman við teimum
virkjum, ið verða sett á stovn, skapa
nógv arbeiðspláss, og rúmd verður eisini
fyri fólki við hægri útbúgvingum, so-
leiðis, at vit koma í eina sunna ringrás, -
mótvegis støduni í dag.
Vit megna at broyta gongdina, har vit
hava avgerðarrættin, og vit megna víðari
útbygging, um vit fáa landsstýri og løg-
tingi at skilja okkara stóðu betri enn í
dag.
Tað, sum nú umræður er, at tey næstu
1000-2000 ikki flyta burtur - 1000 fluttu
burtur frá 1989-99. Rættast hevði verið,
um landsstýrið/løgtingið setti nakrar
samfelagsfrødingar at kanna landspartar-
nar/oyggjarnar í Føroyum, so nøkur tøl
koma á borðið, bæði hvat viðvíkur fólk-
asamanseting, tí vinnuliga, inntøku-
møguleika, peninganøgd, búsetingarliga
0.s.fr.
Onkur tosar um yvirupphiting av før-
oyska búskapinum. Áðrenn slíkt verður
tveitt út í fjølmidlarnar, átti viðkomandi
at kanna allar Føroyar. Eg veit, hvar tað
er ov heitt - men eg veit eisini, hvar tað
er nærmast frostmarkinum. Tí verður
neyðugt framyvir, at landsstýrið fremur
ein differentieraðan landspolitikk, har
onkur glóð verður tikin úr tí stóra
bálinum og løgd, har ið øskukalt er. T.d.
hevði tað verið heilt natúrligt, at t.d.
fiskivinnuumsitingin varð flutt til Klaks-
víkar, at t.d. vaktar- og bjargingartænast-
an varð flutt í Eysturoynna og oljumál-
astýrið til Suðuroyar. Í hesum tøkni-
tíðum er tað einasta, ið krevst, at vit
hava politikarar, ið tora at seta embæt-
ismannin til viks og fremja ein skilagóð-
an lansepolitikk. Í løtuni tykist tað í
fleiri fórum, at politikarin fremur tann
politik, ið embætismaðurin heldur verða
rætt. Tað skuldi verið øvugt.
Er tað skilagott, at tað í hesum vestur-
lendska landinum Føroyum, at summi
øki í landinum hava eina miðal skatta-
skylduga inntøku á 60.000 kr. í miðal,
meðan onnur óproduktiv liggja á
120.000 kr. Er tað skilagott, at teir í-
búgvar, ið hava samband við megingki
10-12 ferðir dagliga sjóvegis fáa fast
samband undir havbotninum, meðan
onnur, ið hava eitt dagligt samband ikki
kunnu fáa hetta tvífaldað.
Í amtstíðini áttu vit og høvdu vit fast
sjóvegis samband bæði innanlands og
uttanlanda (Smyril og Føring), so í hes-
um fullveldisdógum eiga suðringar at
umhugsa, um tað kanska var ein skila-
góð loysn, at Suðuroyggin varð amt,
meðan restin av Føroyum gerst full-
veldi. Tvær kanónir rúmast ovast á Lítla
Dímun at peika norður-yvir - og fiski-
og oljurikidømi er sunnanfyri.
Á jéansøku skal verða rúmd fyri stutt-
leika og skemti. Rasmus Effersøe skriv-
aði jú >Til gaman og álvara<, og
Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri
sjálvandi fylgja vit í fótasporinum hjá
okkara bygdamanni - og fari eg tí at
bjóða øllum vælkomin á joansøku við
ørindinum:
Guð gleðir tann, ið glaður er,
hann er av Gudi kér,
hann hevur ongar óndar tankar,
meðan hans hjarta lér.
Góða Jéansøku
Páll Vang