Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-06-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. juni 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 119 - 26. JUNI 1999 tíðindablaðið SOS2 rr Lesnadur i Aberdeen Í samband við, at Alex Kemp og Scott C. Styles eru í Fóroyum og halda fyrilestur um oljuvinnu fara teir á fóroyamálsdeildini fróðskaparsetrinum týskvóldið hin 29. juni klokkan 19:30 at siga eitt sindur um lesnað við Universitetið í Aberdeen. KÁRI Á ROGVI OG TEITUR POULSEN Teir báðir Alex Kemp, professari í oljubúskapi, og Scott C. Styles, lektari í oljurætti, undirvísa á uni- versitetinum í Aberdeen í Skotlandi. Tiltakið týs- kvøldid verður um lesnað og lestrarviðurskifti í Skot- landi. Nógvir føroyingar hava nú nomið sær kunn- leika við skotsk universitet, serliga universitetið í Aber- deen. Utbúgvingin er farin fram bæði sum grundút- búgving, yvirbygningur og gransking. Aberdeen er ein stórbýur nær Føroyum, sum hevur nógvar fyrimunir: enskt mál, hollar royndir innan gransking, góð út- bigvingarstød og ikki minst er býurin miðstøð fyri bretsku oljuvinnuna. Fíggjarmálastýrið saman við Atlantic Airways og Strandferðsluni hava studl- að ferðini hjá teimum báð- um oljuserfróðingunum. Teir steðga nakrar dagar í Føroyum, áðrenn teir aftur halda leiðina til Aberdeen, har alsamt fleiri føroyingar nú nema sær kunnleika — ikki minst innan ymsar olju- vinnutættir. Lærdomsmiddepilin í Norðurskotlandi Elsti parturin av universit- etinum, King's College, varð stovnsett í 1495. Tað var bispurin í Aberdeen, William Elphinstone, sum tók stig til at fáa útbúgvið fólki í norðara Skotlandi. Sum ein av teimum gomlu lærdu háskúlunum er Aber- deen millum tey best um- tóktu granskingarstødini í Bretlandi. Ikki færri enn fýra granskarar í Aberdeen hava fingið Nobel heiðurs- løn, ein í kemi, ein í fysikk, ein í medisini og ein, Lord Boyd-Orr, enntá friðarheið- urslønina. Eitt gott granskingarum- hvørvi merkir, at teir bestu innan ymsar fakbólkar tyrp- ast saman. Harvið fáast tær bestu fakligu umstødurnar til eina holla undirvising. I 1997 véru 11.000 lesandi við universiteti í Aberdeen. Utlendsk lesandi komu úr 94 ymsum londum. Flestu útbúgvingar eru skipaðar við grundútbúgv- ing í 3-5 ár, hesar verða oft- ast nevndar bachelor út- búgvingar. Síðani ber til at taka styttri yvirbygning, oft- ast eitt år. Í Skotlandi er ikki vanligt at taka grundút- búgving og yvirbygningin á sama lærustovni. Tess- vegna koma flestu lesandi á yvirbygningunum, nevnd- ar master útbúgvingar, frá ødrum lestrarstovnum i Skotlandi ella úr útlondum. Eisini er møguligt at granska og taka PhD ella aðrar granskingarútbúgv- ingar. Hesar eru sum oftast trý ár til longdar. USUN og Aberdeen Lesandi føroyingar í Aber- deen eins og aðrarstaðni utt- anfyri norðurlond hava møguleika at fáa skúla- gjaldið goldið igjøgnum USUN skipanina. Allir hægri skúlar í Bretlandi krevja gjald frá teimum les- andi og kann hetta vera millum 5.000 krónur og 70.000 krónur, alt eftir hvat skeið talan er um, og hver tann lesandi er. USUN letur upp til 60.000 krónur fyri skúlagjald, so í flestu fórum skula næmingarnir einki gjalda sjálvir. Harumframt verður sjálvandi eisini ískoytisstuðul frá SU latin. Ein føroyingur við reyðum passið skal sum EU-borgari einans gjalda tað sama sum skotar sjálvir gjalda, og er hetta oftast munandi bíligari enn gjaldið fyri ikki-EU- borgarar. Hartil ber til at fáa sama danska SU, sum fæst til lesnað í Danmark. Tey, sum áhugaði eru fyri lesnaði ella gransking í Aberdeen kunnu leita sær Alex Kemp fer at halda fyrilestur um lesnað í Aberdeen út á føroyamålsdeildina á Fróðskaparsetrinum týs- kvøldid 29. juni, har greitt verður frá universitetinum í Aberdeen og studulsmøgu- leikunum hjá USUN Fyrislestur um oljubúskap og oljulóg I læraskúlahóllini hin 30. juni klokkan 19:30 fara tveir professarar úr Aberdeen at halda fyrilestur og svara spurn- ingum. Teir fara at róða um búskap og lóg í samband við eina komandi oljuvinnunu. JAN MULLER Teir báðir Alex Kemp, professari í oljubúskapi, og Scott C. Styles, lektari í oljurætti, undirvísa á univ- ersitetinum í Aberdeen í Skotlandi. Teir fegnast um høvid at sleppa til Føroya bestu ársins tíð at halda fyri- lestrar um í samband við komandi oljuvinnuna i Før- oyum. Figgjarmålastyrid saman vid Atlantic Airways og Strandferðsluni hava studl- að ferðini hjá teimum båd- um oljuserfróðingunum. Teir steðga nakrar dagar í Føroyum, áðrenn teir aftur halda leiðina til Aberdeen, har fleiri føroyingar nú nema sær kunnleika innan ymsar oljuvinnutættir. Búskapur og Olja Alex Kemp hevur fylgt oljuvinnuni síðani hon tók seg upp í Skotlandi. Frá fyrsta degi legði univ-ersit- etið í Aberdeen seg eftir at fylgja vísindaliga við virk- seminum í Norðsjónum. Búskaparárinini eru tess- vegna greidliga lýst ígjógn- um eitt longri tíðarskeið. Sjálvur hevur Alex Kemp skrivað omanfyri 160 al- mennakunngjørdar visinda- ligar greinar innan oljubú- skap. Herfyri leit Tony Blair, forsætisráðharri, hon- um latin upp í hendi at granska og skriva søguna um olju og gassídnaðin í bretska Norðsjónum. Tann nógva vitatnin, sum universitetið í Aberdeen hevur savnað um oljuvinnu og árin hennara á búskapin hevur givið buskaparfrød- ingunum nógva at gera við at ráðgeva virkjum og lond- um innan oljuvinnu. Til tess at samskipa ráðgevingina er eitt virkið, AUPEC, stovnað at samskipa konsulentvirk- semið, sum universitetið veitur kring allan heim. Eisini í Føroyum hava boð verið eftir AUPEC, har Alex Kemp er nevndarlim- ur, sum hava lagt oljuráð- leggingarnevndini lag á í samband við oljuskattaskip- anina. Royndir hava víst, at besti skattingarháttur er ein vinningsskattur, heldur enn framleiðslugjald, tí hetta økir um áhugan at leita eftir nýggjum oljuleiðum. Lóg og rættur Scott C. Styles hevur drúgv - ar royndir innan oljurætt, hevur bæði starvast við hes- um lógargki í Dundee og í Aberdeen. Oljurættur er ein samanrenning av ymsum lógargreinum, ið hava týdn- ing fyri oljuvinnuna. Talan er bæði um altjóðarætt (marknaðarspurningar), al- mennan rætt (loyvi, trygd), avtalurætt (samstarv), og aðrar lógartættir, sum fáa sína serligu nýtslu á olju- økinum. Ein spurningur, sum hev- ur serligan åhuga innan oljurætt, eru trygdar og um- hvørviskrøv. I Bretlandi var ov lítið gjørt við henda spurning frá byrjan. Ov vánalig trygdarvidurskifti førdu við sær ta syndarligu Piper Alpha vanlukkuna. Síðan óhappi, ið kostaði omanfyri hundrað fólkum lívið, vórðu trygdarkrøvini almikið herd og umhvørv- isfyrisitingin var skild frá oljufyrisitingini til tess at forða fyri, at landsins ynski um framleiðslu og skattir skuldi føra við sær slakkan av trygdarreglunum. Flestu minnast rokið, sum stóðst av Brent Spar pallin- um, tá hann skuldi riggast av. Ætlanin var at sekkja hann á djúpum vatni, og var hetta av serfrødingum mett at vera besta loysnin. Um- hvørvisfelagsskapir fingu tó steðga ætlanini, og verður tí pallurin tikin sundur á landi og endurnýttur til onn ur endamál Hesir spurningar verða millum evnini, sum nortið verður við í fyrilestrinum um skipan av lógarverkin- um í samband við oljuvinn- una. Føroyingar lisið í Aberdeen Stigtakararnir eru tveir ung- ir føroyskir lesandi í Aber- deen, Teitur Poulsen, sum er lidugur at lesa olju- og buskaparfrødi (M.A.), og Kári á Rógvi, sum eftir lokna løgfróðiútbúgving hevur lisið LL.M. innan vinnu- og oljulóg. Teir báðir hildu, at føroyingar eiga at gerast kunnugir við tær royndir, skotar hava gjørt, síðan oljuvinnan tók seg upp hjá teimum. Samstund- is eiga føroyingar at um- hugsa at lesa í Skotlandi, tí Skotland hevur gott orð á sær innan útbúgving á økj- um av týdningi fyri føroy- ingar, og målsliga er tað eisini ein stórur fyrimunur at lesa á enskum OLJUFYRILESTUR Mikudagin 30. juni 1999 halda Alex Kemp, professari í oljubúskapi, og Scott C. Styles, lektari í oljurætti Al- mennan fyrilestur og svara spurning- um um eina komandi oljuvinnu | lær- araskúlahellini Fyrireikarar: Teitur Poulsen og Kári á Rógvi KUNNINGARFUNDUR Týsdagin 30. juni 1999 siga Alex Kemp, professari í oljubúskapi, og Scott C. Styles, lektari í oljurætti frá um um meguleikarnar hjá foroyingum at lesa við uneversitetið í Aberdeen A Feroyamálsdeildini á Fróðskapar- setrinum Fyrireikarar: Teitur Poulsen og Kári á Rógvi