leygardagur 26. juni 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
tíðindablaðið S
NR. 119 - 26. JUNI 1999
eee
NR. 119 - 26. JUNI 1999
tíðindablaðið SOSI!ÆNUWTIK
É————————————=—————|———————————[———|——=—=""——r——>— 19
Í operahúsi saman Brattaberg
Rúni flytir nú skúla úr Finnlandi og til Zurich í Sveits. Skúlin hevur beinleiðis samband við kenda operahúsið í bynum og næmingarnir fáa smærri leiklutir á pallinum, meðan teir lesa.
Komandi ár fer hann at bjóða seg fram sum operasangari, men foroyingar kunnu fáa ein ráka av hansara veldugu rødd longu í komandi viku á konsertum í Føroyum
Tekstur og myndir
Jústinus Eidesgaard
Hamborg, Sosialurin:
Klokkan er um sjey seinasta
leygarkvøld, eitt lýtt
summarkvøld í Hamburg.
Vit sita uttanfyri eina
italienska matstovu og njóta
ein kaffimunn, áðrenn
dagsins stórhending skal
fara fram. Vit skulu síggja
es
operuna Turandot eftir
Puccini í operahúsinum í
Hamburg. Kveldið er nakað
serligt, tí dagarnar fram—
manundan hava undirritaði
og Rúni Brattaberg tosað
um eina grein, í samband
við at Rúni heldur tvær
konsertir í Føroyum i
komandi viku. Sjålvur havi
eg ongantid sæd eina operu
„live.“
33 ára gamli vágbingurin
Rúni Brattaberg hevur fleiri
ferðir seinastu mánaðarnar
verið í Hamburg. Hann
gongur á skúla í torføra
yrkinum at gerast opera—
sangari. Hann er knýttur at
operaskúlanum í finska
høvudsstadnum Helsinki,
men av og á fær hann eisini
undirvísing í Hamburg.
Hamburg er uttan at gera ov
nógv av, nógv tann ríkasti
býurin tí Týsklandi og tí er
eisini mentunnarlívið sera
Ein írskur finni, Poula Eidesgaard og Rúni Brattaberg práta í steðginum
frammalaga. Her finnst
eisini eitt tað frægasta
operahúsið í øllum land—
inum og sjálvandi eisini við
teimun bestu sangarunum
og tónleikarunum. Rúni
hevur bjóðað okkum við til
operuna og hann er spentur
upp á sýningina, nú ein
hálvan tíma áðrenn byrjan
Aftur til italiensku mat—
stovuna á Gustav Mahler—
platz, sum sjálvandi er
uppkallað eftir heimskenda
tónaskaldinum av sama
navni og hann var sjálvandi
eisini hamborgari. Rúni
bestillir beinanvegin ein
stóran kopp af cappuchini
og at skola niður við eitt
glas av vatni. Men ikki hvat
sum helst slag av vatni, tað
skal verða úr krananum og
tá italienski tænarin kemur
við glasinum fyltum av
vatni og ísi, er Rúni ikki
nøgdur. Nei, vatnið skal
vera úr krananum og uttan
nakað sum helst í. Tænarin
rukkar brýr, eitt sindur
argur, hvat ikki er logið,
hugsa vit um eldfima
suðurlendska sinnalagið, fer
inn eftir einum nýggjum
glasi og lønir Rúna aftir við
at taka halvan triðja mark,
ella tiggju krónur fyri glas—
ið. Tað eru pengar hjá
einum studenti.
Rúni sitir breiður og
trivaligur og hóast kaffi—
koppurin er stórur, so er tað
ikki meir enn fingrannir
ganga inn í haldið. Hann
spískar munnin, tað sjóðar
í meðan hann drekkur, heitt
er, eisini í koppinum og so
fer hann aftur at tosa um
operu.
— Eg eri ikki uppvaksin
við klassiskum tónleiki.
Mamma spældi onkuntíð
um jóltíðir okkurt brot úr
Handels Messias. Tað er alt
sum eg havi hoyrt. Eg var
vaksin, áðrenn eg fekk
áhuga fyri klassiskum
tónleiki. Sum heilt ungur
dámdi mær nógv best rock,
harðan rock, sigur Rúni
Brattaberg.
— Opera er ein kombi-
nation av sangi og rørslu,
leiklist og sanglist í einum
og tað sum eg eri so bitin
av er, at her er talan um
akustik uttan mikrofon. Tað
er heilt unikt. Ljóðið tú
hoyrir kemur frá tær
sjálvum, uttan at ngkur
tøkni hjálpir tær, sigur hann.
— Tað er so ringt at tosa
um hvat opera er fyri nakað.
Hon skal upplivast. Bíðið
bert til tit koma inn í salin
um eina løtu. Fyrstu ferð eg
hoyrdi eina operu, stendur
enn fyri mær sum ein
ógloymandi løta, sigur Rúni
Brattaberg.
Í fínum selskapi
Salurin í operahúsinum í
Hamburg er stórur og hann
er fullsettur í kveld. At—
gongumerkið hjá okkum
kostaði 100 markar ella
umleið 400 krónur og vit
hava fingið pláss í eini
losju, vælfyri, ovalaga í
salinum. Salurin vendir
eystur og vestur og vestur—
skinið stavar inn í tann
myrka salin í gjøgnum tær
mongu losjuhurðarnar, ið
enn standa opnar. Hetta er
ljóslist í tøttum samstarvi
millum Vårharra og arki—
tekt. Hurðarnar latast aftur
ein og ein og at enda
hvørvur tann síðsta 1jOs—
strálan. Nei ikki heilt. Vit
síggja eini tvær skjótar
afturat. Tað er altíð onkur
sum kemur ovseint, ikki
sannheit. Nú er myrkt, tað
eru vit og pallurin, vit og
sangararnir, vit og tónleika—
rarnir í orkesturgrøvini. Vit
og Puccini, vit og Turandot.
Í einum verða vit drigin inn
í eitt kinesiskt ævintýr,
nógvar túsund mín higani, í
einum heimsparti, sum eg
kenni so væl og kenni
heimligan.
Men beint áðrenn hetta
skulu fólk sessast í losju—
num og seta seg tilrættis.
Tað tekur altíð eitt sindur
av tíð og eg eygleiddi tey,
sum sótu nærmast. Fólk
vóru vælklødd, tað visti eg
frammanundan frá sjón—
varpi, og tí vildi eg ikki vera
aftanfyri. Tað eg eigi av
glitri, machetknappar og
slipsanål, glitradu i sam—
klangi vid gullid kring med.
Við síðuna av mær sat ein
ung kvinna. Hon lyddi mær
ikki heilt ósmæðin i oyra,
at hetta var ikki tann besta
operan hjá Puccini og
vantaði næstan at eg fór at
geva henni viðhald. Eg
greiddi henni frá, at hetta
var mín fyrsta ferð í operu
og at eg enn onga meining
hevði um hvat var gott og
vánaligt. Nærsýnt var hon,
skráin nart næstan við
nøsina, meðan hon læs. Og
so hevði hon ein kikara við.
Lítil kikari av Minolta slag—
num og hon nýtti hann dúg—
liga undir syningini. Hon
hugdi lika nógv eftir fólki,
sum eftir pallinum.
Turandot, Puccini
Turandot er ein einføld
søga, sum sigur okkum, at
størst av øllum er kærleikin.
Hann er størstur av øllum.
Turandot er prinsessa og
hon er dóttir kinesiska
keisaran. Keisarin hevur
lovað dóttrina burtur til tann
fyrsta sum kann loysa
tríggjar gátur. Loysir hann
tær ikki, so má hann láta lív.
Tann djarvi fríggjarin Calaf
gitir allar gáturnar, men
Turandot er so køld innan,
at hon ikki vil vita av
honum. Hann bíður sær til
at doyggja fyri hennar
skuld, gitir hon navn hans
áðrenn tað lýsir dagin eftir.
Turandot fer illa vid træl-
kvinnuni hjá Calaf fyri at
fáa hana at siga navnið.
Men Liu er tegir og ger enda
á sær sjálvari fyri ikki av
avdúka harra sín. At enda
sigur Calaf navn sítt fyri
Turandot. Hon er nú vorðin
góð við Calaf og søgan
endar eydnuríkt. Tey liva
lukkuligt saman enn, eru tey
ikki longu deyð.
Á sama hátt sum Mozart
ikki fullførdi seinasta verkið
Requiem, eydnaðist tað ikki
Puccini at skriva operuna
Torandot heilt lidna, áðrenn
hann doyði í 1924. Ein ung—
ur tónasmiðjur Franci
Alfano fullførdi verkið og
frumframsýningin = varð
hildin í Milano í 1926.
Sangurin í Turandot er
fantastiskur og tað er 6gvu—
liga áhugavert at síggja
hvussu sangur og tónleikur
styðja hvønn annan. Er
søgugongdin syrgilig, so
flygir tónleikurin við ella
gongur undan og á sama
hátt, tå tå søgugongdin gerst
lættari. Ljós, tónleikur,
sangur og sangararnir fella
saman í eina heild og tú
gerst heilt burtur í leikinum.
Føroyingar kunnu
I báðum støðgunum
millum tær tríggjar aktirnar
hitta vit Rúna aftur. Hann
situr sjálvur niðri í salinum
saman við einum írsk/fins—
kum skúlafelaga, sum eisini
lærir seg at syngja í operu.
Teir báðir eru ikki heilt
nøgdir við framførsluna.
Pallmynd úr operauni
» Turandot" eftir Puccini"
á arenaini í Verona í
Italiu. Pallmyndirnar í
Hamburg stóðu einki
aftanfyri, men har var ikki
loyvt at taka myndir.
Hoyrilíkindini eru vánalig
har teir sita. Rúni heldur, at
kvinnan sum leikar Toran-
dot er ov gomul til at syngja
leiklutin sum ein ung prin-
sessa. „Hon skuldi heldur
verið heima og ansa eftir
ommubørnunum,” sigur
Rúni skemtandi. Finski írin
er heldur ikki nøgdur, ja
honum líkar so lítið, at hann
stingur av áðrenn triðja akt
er byrja. Men vit eru ovfarin
av hesum nýggja heimi.
Eftir sýningina eru vit samd
um at aran „Nessun
dorma“ ið verður sungin av
Calif er avbera vøkur. Hon
er heimskend i dag sungin
av tenorinum Liciano Pava
rotti.
Vit føroyingar mugu
trúgva uppá tann orginali
tetin vit hava sum eitt fá
ment fólk. Ein dráttur
attanfyri, at eg sSeinastu
fimm árini havi verið uti í
heimi og lært meg at syngja
er, at eg vil prógva, at før
oyingar kunnu akkuråt tað
sama sum onnur fólk, sigur
Rúni Brattaberg.
— Okkum nýtist ikki bara
at hyggja eftir íslendingum,
táð tað snýr seg um mentan.
Lat okkum eisini hyggja
eftir tí allarbesta aðrastaðni
úti í heimi, í Norðurlondum
og á meginlandinum. Lat
okkum gloyma undir
lutakenslurnar. Eitt nú á
sangøkinum har vanta vit
eina kvalifiserada undir—
vising, sigur hann.
Sibelius Akademiið
Í løtuni gongur Rúni á
Sibelius Akademinum í
Helsinki. Her hevur hann
verið seinastu tvey árini.
— Tó nú havi eg sagt upp.
Eg skal byrja á altjóða
operaskúlanum í Zurich í
Sveits. Hesin skúli hevur
beinleiðis samband við
Operahúsið í Zurich og
hetta húsið er eitt av teim
bestu í heiminum, javnt
mett vil Scala í Milano. Við
síðuna av undirvísingini fáa
vit smærri leiklutir í opera—
húsinum og tá fáa vit eisini
høvi at arbeiða saman við
stórum altjóða kendum
dirigentum. Vit sleppa at
syngja sum lærlingar, sigur
Rúni Brattaberg.
— Eg rokni við at vera
knýttur at skúlanum í
Zurich í eitt ár og so er tíðin
komin at standa á egnum
beinum. Ein verður ongan—
tíð útlærdur sum opera—
sangari, ein lærir tað eftir
er av lívinum. Men kom—
andi summar havi eg verið
seks ár í yrkinum og tá er
tíðin komin, at eg fari at
bjóða meg fram, at eg fari
at royna meg sum proi
Hvussu tað fer at eydnast at
selja meg sjálvan veit eg
ikki. Dygdin á opera
húsunum verður býtt upp
soleiðis í Týsklandi, at tey
bestu verða kallaði A-hús
Eini 7-8 slík finnast eitt nú
í Týsklandi. Síðan lækkar
góðskan longur uppeftir
alfabetinum tú kemur. Tað
snýr seg um at halda seg í
miðjuni, ella kanska rættu
gin miðjuna, skal ein
rættuliga vinna pening
burtur úr hesum yrkinum,
sigur Rúni Brattaberg
Og nú snýkir seg ein
spurningur inn í millum
Um tú ein dag slært
igjøgnum sum opera
sangari, fer tú so at nýta tína
stóðu til at gerast ambassa
dørur fyri Føroyar á sama
hátt sum eitt nú landsliðið í
fótbólti?
- Eg geri hetta bert fyri
mína egnu skuld. Men
skuldi mítt yrki á pallinum
latið eygunu hjá føroying
um upp fyri at annað er til í
heiminum enn fiskur, so var
eitt sindur vunnið, sigur
Rúni Brattaberg
Rúni hevur eisini eina
fortíð sum myndamaður
Hann arbeiddi eitt skifti
sum professionellur
myndamaður. Utgerðina
eigur hann enn, men nú er
langt ímillum,
"
hyggur gjøgnum lins
meg
hann
TO eitt sindur av
er mill
at syngja. At taka myn
er at Siga frá emi søgu
einum evni. At standa á palli
og syngja í eini operu er
eisini at siga eina søge ella
at lýsa okkurt evni úr
gerandisdegnum, sigur
Rúni Brattaberg.
Konsert í Føroyum
Komandi månadag
heldur Rúni Brattaberg
konsert í Listaskálanum í
Havn og mikudagin á
Giljanesi í Vágum. Tað eru
Summartónar sum skipa
fyri.
- Eg fari til Føroya saman
við einum tí kendasta pia
nistinum í Finlandi. Hann
eitur Gustav Djupsjøbacka
og er føddur i 1950. Vit
hava ymiskt å skrånni. Vit
fara at framføra russiskan
tonleik. Vit fara at framføra
verk eftir finska tóna
skaldinum Sibelius, týska
Shubert og eisini tónleik
eftir føroyska tónaskaldið
Sunleif Rasmussen. Vit fara
at framføra eitt verk ið
k
Få
I
callast brotið og tekstir
esum verki eigur bróður
tónasmiðins, Oddfríður
Rasmussen
Hetta slagið av kon
sertum, sum vit skulu halda
í Føroyum verður
Liedkonsertir og tað er
Frantz Shubert. sum er
kallað
upprunamaðurin til hesar.
Hesar konsertir eru eyð-
kendar við fleiri stuttum
sangum, sigur hann
Eg var eisini i Føroyum
í fjór við sama pianisti. Vit
hildu tvær stórar konsertir,
eina í Norðurlandahúsinum
og eina í Vágs Kirkju. Í
Norðurlandahúsinum av
útselt og nógv fólk var í
Vágs kirkju, sigur hann
Eg havi sungið alment
av og á síðan eg fór út í
heim at royna meg sum
sangara. Nú beint áðrenn eg
Í Foroya. skal eg
Vasa í Finlandi
tú kennir so nóg im koma
í konsertirnar. Føroyingar
ecru eisini metra opnir sum
publikum. Tey kenna ikki
alt tað tú syngur og eru
heldur ikki so létt at
imponera. Tað er eisini í
Føroyum, at eg havi sungið
i kóri, so eg kenni meg
rættuliga tætt at teimum ið
lurta, sigur Rúni Brattaberg.
Rúni Brattaberg er 33 ára gamal skúlaður sangari