týsdagur 29. juni 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindabiaðið Á
Jan Møller Jonhard Hammer
Dagbjort S. Hansen
B :
Eirikur Lindenskov Blaðfólk:
internet: www.sosialurin.fo i Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Olsen
+
Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Jens Kristian Vang
Ålvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent:
Sp/t Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post esosialurin.fo
Tilbugving og trygd
Oddagrein
EIN afturvendandi spurningur i Føroyum
hesi seinastu årini er tilbugving. Tvs.
hvussu fyrireika vit okkum til fyri tað fyrsta
at forða fyri vanlukkum av ymsum slag
og harnæst, hvussu vit minka sum mest
um negativu avleiðingarnar av vanlukkum.
Tað er greitt, at vit her tosa um stór-
vanlukkur, ið krevja hjálp frá fleiri ymsum
tættum í samfelagnum tað verið seg
sjúkrahús, løgreglu, bjargingarfeløg osfr.
TAÐ er nú nakað síðani, at farið varð undir
at seta út í kortið og samskipa eina veru-
liga tilbúgvingarskipan. Og í tí samband-
inum hava verið fleiri „royndarvanlukkur“,
til tess at vita, hvussu foroyska samfelagið
sum heild er fyrireikað uppá eina storri
vanlukku, antin talan er um óhapp á landi,
í luftini ella á sjógvi.
NU ein komandi frálandavinna bankar á
dyrnar verður hesin spurningur enn meira
aktuellur. Tað er m.a. eitt krav frá hesi
nýggju vinnu, at samfelagið hon skal virka
í, hevur eina fyrsta floks tilbúgving. Tað
er eisini so, at feløgini, ið arbeiða í olju-
vinnuni sjálvi hava sínar tilbúgvingarskip-
anir og annars eru við í tí almennu til-
búgvingini.
TAÐ hava verið umboð fyri heilsuverkið
og løgregluna, sum líkasum hava staðið
fyri tilbúgvingarskipani, men síðani Vinnu-
málastýrið varð sett á stovn, er henda
uppgávan vorðin ein partur av tess ar-
beiðssetningi. Ahugavert kundi tí verið at
frætt, hvussu langt arbeiðið við eini til-
búgvingarskipan fyri Foroyar og eisini
havøkini kring Føroyar er komið.
EIN av oddamonnunum í einum av olju-
samtøkunum, sum arbeiðir við Føroyar,
segði við blaðið í farnu viku, at spurn-
ingurin um tilbugving eigur at fáa fyrsta
prioritet, og legði hann líkasum upp til
foroysku myndugleikarnar at koma við
einum útspæli, hvar hetta málið liggur og
annars um at arbeiða meira miðvíst við tí.
Skulu altjóða feløg gera iløgur í føroyskum
øki, so meta tey tilbugvingina sum alfa og
omega.
SPURNINGURIN um tilbúgving er eisini
nær tengdur at trygdini. Og tí eigur eisini
trygdin í eini komandi frálandavinnu at
standa ovarliga hjá foroyskum myndug-
leikum. Og her mugu vit foroyingar síggja
til, at vit draga eina línu og ikki loyva
lokalpolitikki at seta kílar í. Her hugsa vit
ma. um trygdarmiðstoðina, sum semja
enn ikki eru um, hvar hon skal vera.
Sosialurin
Viðmerking:
Tá ið einki innihald er í snakkinum
Rætt er, sum onkur hevur
funnist at her í blaðnum, at
farið verður ov illa um móð-
irmálið. Og tað harmliga er,
at málspillan hevur árin á
okkum oll; vit vita ikki av
fyrr enn vit sjálv brúka og
úttala orð, sum menniskju,
vit dagliga snakka, liva ella
starvast ímillum, nýta.
Men verri er tá ið orðini
hvorki eru málsliga rett,
men eisini uttan innihald.
Hvussu avlaga málið í
fleiri fórum er, kann her
vera nevnt við nøkrum
dømum:
Næmingar, sum ganga å
hægri skúlum og, sum ann-
ars hava góðan karakter,
koma til hús og skulu skifta
buksir: Eg fari ikki í hesar
buksirnar tí teir eru for lítlir.
Eg passi ikki hasar skógv-
arnir. Hesir sokkarnar eru á
hol. Eg dámi ikki grind.
Vit sigldu runt Hestoygg-
ina og Vágoyggina; ikki
kundi tað verið runt Hest og
runt Vágarnar (Hestoyggin
og Vágoygginfinnast annars
ikki millum oyggjarnar á
Føroyakortinum).
Hann fór ålikavæl; hví
ikki tað góða føroyska orð-
ið: Hann fór kortini? Hví
taka akademikarar, løg-
tings- og landsstýrismenn
uppaftur og uppaftur: Eg
trúgvi tí at tað nokk fer at
ganga? Hví halda ella meta
teir ikki at tað man fara at
eydnast?
Hevur tað ikki altíð verið
sagt: Eg havi varðveitt
trúnna á Guð, og ikki sum
nú; Eg havi varðveitt trúgv-
ina á Guð?
Ein blaðmaður var fyri tíð
síðani umborð á nýggjum
fiskifari har hann hevði
samrødu við skiparan um
ymisk tól á dekkinum: »So
vóru vit eisini uppi á brúnn-
ini« visti blaðmaðurin at
skrivad.
I sendingini >Máltráður-
in< helt verturin ein dagin
fyri við lurtara: Ja, nú hava
fólk nógva ístandgeringar-
tíð til summarið. Ikki kundi
tað verið at tey gera seg til
reiðar at fara at ferðast í
summar?
Ein deknur, sum hevur
lisið Faðirvár á kórsgáttini
í eitt mannaminnið, mátti
onkuntíð av óvart havt kaga
í bókina og sæð at har stend-
ur ikki: Heilagt verið navni
títt, men heilagt veri navn
títt.
Ein bilur fór útav vegnum
norðan fyri Ljósáir í gjár.
Eingin bygd eitur Ljósáir,
men Ljósá og Svinåir. Í
summar vóru vit í Sandi. Ilt
var at meta um, um gestirnir
høvdu verið heima á Sandi
ella aðrari bygd í Sand-
oynni.
I Utvarpinum nú á døgum
verður eitt sjógki ofta nevnt
í tíðindasendingunum: Pers-
araflógvin, en í næstu send-
ing kann sama øki gott eita
Persiskiflógvin, og uppaftur
í triðju tíðindasendingini:
Persiaflógvin. Ja og í fjórðu
sending: Persiskabuktin. Og
meðan vit eru við Útvarp
Føroya. Fyri nógvum árum
síðan stóð eg í umleið hálv-
an tíma og samráddist við
ein av gomlu útvarpsgarp-
unum um eina kunngerð.
Hon skuldi ljóða: Møti
verður í NN í kvold kl.
20.00. Men tað gekk ikki,
hóast eg sjálvur skuldi
gjalda fyri kunngerðina.
Nei, fekk eg at vita frá út-
varpsperfektiónistinum, teir
kunngjørdu ikki møtir, men
eg kundi gott sleppa at hava
fund í NN um eg vildi, men
ikki meti.
Eg meini tað, lurta eftir
hvussu perfektibel Útvarp
Foroya er í dag 1999!
Aður æt tað: Hann reypar
Oført. Nu er hann farin at
reypa sær, lika sum tann, 10
rósar sær av onkrum. Og
trúgv mær ella ikki, væl
skúla fólk, ein snakkar við
av og á, og, sum áður
plagdu yppa øksl, eru nú
farnir at yppa upp um øksl.
Tað er ikki eiti á flaksan
tá ið útvarpsmaðurin slepp-
ur øllum tednunum á flog í
kabinuni á einum ferða-
fólka-flogfarinum. Stewar-
dessa eitur flogterna á før-
oyskum, úttala terna. Tedna,
stava terna, er ein flytifugl-
ur, sum kemur á Halvarsøku
og ger sera skjótt av áðrenn
hon aftur leggur leiðina suð-
uraftur móti heitari londum.
Aður æt tað bilurin, hús-
ini ella báturin hjá mær. Nú
eitur tað eisini armurin og
fóturin hjá mær - ikki á
mær. Tað má merkja, at
bróti eg fótin hjá mær, ber
til at ganga við honumí
lummanum.
Og til endans eini góð ráð
til tey, sum ferðast í bilum.
Nú bergholini gerast fleiri
og fleiri og fólk siga seg
koyra oftari og oftari undir
tennelunum. Vælsignadi
koyrið igjøgnum tunnelirn-
ar, ikki undir teimum. Tað
er nógv skjótari og lættari.
John S. Myllhamar
Millumtjóða eygleiðingar-
I 1999 fara millumtjóða
eygleiðarar at hava eftirlit
við hvala- og kópaveiði í
Norðuratlantshavi samsvar-
andi reglunum í felags
NAMMCO eftirlitsskipan-
ini fyri veiði av havsúgdýr-
um. NAMMCO er Norður-
atlantiska nevndin fyri hav-
súgdýr.
Millumtjóða eygleiðing-
arskipanin hjá NAMMCO
varð sett í verk í 1998. Í fjør
var kópa- og hvalaveiða í
Noregi og hvalaveiða í
Grønlandi eygleidd gjøgn-
um NAMMCO, og frá í år
fer skipanin eisini at fevna
um Føroyar. Hetta merkir,
at NAMMCO kann gera av
at senda eygleidarar at
kanna grindadråp i Før-
oyum.
Endamålid vid millum-
tjóða eygleiðingarskipanini
hjá NAMMCO er at hava
eina skipan, so limalondini
hjá NAMMCO: Føroyar,
Island, Noreg og Grønland,
kunnu hava eftirlit vid,
hvussu veidan fer fram í
einstøku londunum. Við
hesi skipan kunnu millum-
tjóða eygleiðarar kanna eft-
ir, um veiðan fer fram í sam-
svari við fyriskipanirnar, og
eisini á henda hátt geva ødr-
skipanin hjá NAMMCO j
um innlit í hvala- og kópa-
veiðina í økinum.
Henda skipan gevur
møguleikar fyri at skifta um
upplýsingar og er ein týð-
andi fortreyt fyri millum-
tjóða samstarvi um umsit-
ing av hesum virðismikla
tilfeingi. Í NAMMCO eru
felags sjónarmiðini hjá lim-
alondunum at hava skyn-
sama gagnnýtan av tilfeing-
inum og at umsita tilfeingið
eftir vísindaligari tilráðing.
NAMMCO fevnir um økis-
samstarv og ikki alheims-
samstarv, og semja er fingin
um millumtjóða eygleiðing-
arskipan.
NAMMCO eygleiðarar
verða tilnevndir av Umsit-
ingarnevndini hjá NAMM-
CO fyri eitt år í senn og
verða valdir eftir førleika
sambært einum yvirliti yvir
evnir, sum eru innstillað av
limalondunum. Sum meg-
inreglu skulu eygleiðarar
hava í minsta lagi tann
starvsførleika, sum kravd-
ur verður av eftirlitsfolki í
ti landinum, har eygleiding-
in skal fara fram.
Uppgåvan hjå NAMM-
CO eygleidarum er at hava
umsjón við veidivirksemi
og eygleiða, um hetta fer
fram í samsvari við avgerð-
ir, tiknar av NAMMCO, og
við innlendis reglur.
NAMMCO eygleiðarar eru
í starvi hjá NAMMCO og
hava einans ábyrgd mótveg-
is NAMMCO og skulu lata
frágreiðing um eygleiðing-
ina beinleiðis til NAMM-
CO Skrivstovuna og einans
hagar. Eygleiðarar hava ikki
heimild at nýta upplýsingar
til annað endamál og hava
ikki heimild at siga fjøl-
miðlum frá teimum eygleið-
ingum, teir hava gjørt. Eyg-
leiðarar skulu vera eyð-
merktir og bera skelti, sum
vísir, at teir eu NAMMCO
eygleiðarar.
Eygleiðarar skulu beinan-
vegin boða frá einum og
hvørjum broti á reglurnar í
einum gki, men teir hava
ikki heimild at leggja uppí
veiðuna á nakran hátt. Um
brot verður gjørt, er tað upp-
gávan hjá landsins mynd-
ugleikum at taka sær av hes-
um. Skrivstovan ger eina
ársfrágreiðing um eygleið-
ingarskipanina, sum verður
latin Umsitingarnevndini til
eftirmetingar, sigur
Fiskimálastýrið í
tíðindaskrivi.