týsdagur 29. juni 1999síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
se
——
NR. 120 - 29. JUNI 1999
Bókadeild Føroya Lærarafelags:
tíðindablaðið SOS
Smábarnabókina „Ég vil hava Pottin“, barnabókina
„Pippi í Suðurhóvum“, og barnabókina ,,S P ella K,
sannleiki ella avleiðing “
„Eg vil hava pottin“ er ein
stuttligt og fitt bók til tey
smáu. Tony Ross hevur
skrivað og Niels Jákup
Thomsen hevur týtt úr ensk-
um.
Bókin er um lítlu prin-
sessuna, sum roynir at læra
seg at sita á potti heldur enn
at brúka blæu. Og ert tú
kongaligur, verður nógv
gjørt burtur úr. „Blæur eru
púllak!“, sigur lítla prin-
sessan. „Tað má vera okkurt
sum er betri!“
Henda sera skemtiliga
søgan hjá heimsgitna barn-
abékahøvundanum og tekn-
aranum Tony Ross um
kongaliga pottavenjing fer
heilt vist at stuttleika små-
børnum og hjålpa foreldr-
um. Tony Ross hevur skriv-
að og teknað nógvar små-
barnabøkur, sum eru týddar
til nógv ymisk tungumál.
Til dómis er „Eg vil hava
pottin“ tydd til nøkur og
tjúgu mål.
„Ég vil hava pottin“ er 28
síður, innbundin og í litum.
Bókin kostar 59 krónur.
Hestprent stóð fyri
prentgerðini.
„Pippi i Suðurhevum“
„Pippi í Suðurhóvum“ er
sjálvandi um sjáldsomu og
heimskendu gentuna Pippi
Langsokk, sum Astrid Lind-
gren hevur skrivað. Turið
Sigurðardóttir hevur týtt.
A vári 1993 gav Bóka-
deild Føroya Lærarafelags
ut fyrstu békina um Pippi,
og í 1995 kom onnur bókin,
„Pippi fer umborð“. Astrid
Lindgren hevur skrivað
tríggjar bøkur um ta
heimsgitnu Pippi, og nú, ið
góð 50 ár eru liðin, síðani
Pippi kom út í Svøriki á
fyrsta sinni, kemur so triðja
og seinasta bókin á føroysk-
um, „Pippi í Suðurhóvum“.
Bøkurnar um Pippi Lang-
sokk eru merkisverdar.
Pippi er frek, uppreistrar-
hugað og kann vera ófólk -
alig i okkara eygum. Hon
ger akkuråt so, sum henni
lystir - og onkuntid sigur
hon eisini ósatt. Men hóast
tað gerast vit góð við hana,
hon er ødrvisi og hevur eina
sterka kenslu av, hvat er rætt
og hvat er rangt. Bøkurnar
eru ævintýrkendar, men ikki
tíðarbundnar. Systkini Ann-
ika og Tummas eru púra
vanlig bórn, men Pippi er
ævintýrliga sterka og rík.
Soleiðis verða veruleiki og
ævintýrkendur hurlivasi
blandaðir saman í bókunum
um Pippi.
Í „Pippi í Suðurhóvum“
er hon enn líka sterk, og hon
ger alt, sum hon hevur hug
til. Her fara vit at ferðast
saman við Pippi og pápa
hennara, Efraim kongi Í
Langsokki, á teimum sól-
ríku Sudurhøvum, har hon
m.a. kemur í hóslag við
hávar, ið hon roynir at tosa
upp í lag, og sjórænarar,
sum royna at stjala virðis-
miklar perlur. Men eftir
nógvar hendingaríkar dagar
og við nógvum frøknum á
nøsini kemur hon heim aft-
ur á Villingavál saman við
hestinum og Nilla. Og eitt
er vist, á Villingaváli kennir
Pippi seg heima, og har ætl-
ar hon sær altíð at vera.
„Pippi í Sudurhøvum" er
126 síður við myndum eftir
9 Vil hava Þottin
se,
Tony Ross
í Sudurhøvum
Ingrid Vang Nyman. Bókin
kostar 105 krónur. Hon er
umbrotin, prentað og heft á
Einars Prent.
Sannleiki ella
avleiðing
„S P ella K - Sannleiki ella
avleiðing“ er um 12 ára
gomlu Noru og skúlafelagar
hennara. Annika Thor hevur
skrivað og Katrin Michel-
sen hevur týtt úr svenskum.
Tá ið Nora byrjar í sætta
flokki eftir summarfrítíðina,
er onki longur sum tað plag-
ar at vera. Sabina, sum hev-
ur verið besta vinkona
hennara, síðani tær vóru litl-
ar, vil nú bara vera saman
við Fanný og teimum hørðu
í flokkinum. Nora ger alt,
Tel 4298 31 95 40
Fax #298 31 75 41
Alt innan pren
Mt
pe
Pippi
hon er ment, at koma sær
upp i klikuna, har Sabina og
Fanny eru leidarar. Hon
bæði roykir, stjelur og lýg-
ur, og at enda eydnast henni
at verða boðin í veitsluna
hjá Fanný, men Fanný setur
eina treyt: Nora skal hava
Karina við í veitsluna. Kar-
ina, sum av ollum alvi royn-
ir at gerast vinkona hjá
Noru. Men hví er tað týdn-
ingarmikið fyri Fanný og
Sabinu at Karin er við í
veitsluni?
„Eg kundi havt sagt nei.
Nei, eg vil ikki. Tað kundi
eg havt sagt. Eg hevði ikki
fyri neyðini at lokka Karina
við til veitsluna. Eg kundi
havt sagt nei. Eg kundi havt
sagt nei, men eg gjørdi tað
jakzacQpost.olivant.fo
27
ikki. Fer hon nakrantíð at
fyrigeva mær?“
Soleiðis hugsar Nora eftir
veitsluna. Og eins og Nora,
fær lesarin nógv at hugsa
um, tá ið hann lesur S P ella
K - sannleiki ella avleiðing
Happing, vinalag, børn og
foreldur millum annað.
„S P ella K - Sannleiki
ella avleiðing“ er 159 síður.
Bókin er skrivað eftir film-
inum við sama heiti. Hon
kostar 120 krónur. Repro-Z
stóð fyri prentgerðini, Ein-
ars Offsett prentaði og
Helge Justinussen hevur
heft.