Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Internet: www.sosialurin.fo Jan Niller Blaðstjóri Eirikur Lindenskov Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro John Johannessen Sveinur Tróndarson ítróttarskrivari: Dagfinn Olsen | | Emil L. Jacobsen | n: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen ett uppseting og prent: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: 76, 110 gg Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post Gsosialurin.fo Mandela: utbugving er lyklaorðið Oddagrein UTBUGVING og aftur utbugving. Hetta var seinasti boðskapurin, sum víðagitni Nelson Mandela hevði til suðurafrikanska fólkið, tá hann helt seinastu roðu sína sum forseti - tá hann takkaði fyri seg. TA hugsað verður um, hvussu meginparturin av íbúgvunum í Suðurafrika hevur verið við- farin av hvíta aparheidstýrinum, so er tað ikki so logið, at nettup Mandela leggur so stóran dent á útbúgvingina, sum slóðarin fyri allari framtíðar menning fyri alt fólkið í Sudurafrika - fyri alt samfelagið. Tí besti trumfurin hjá teimum ráðandi at varðveita sína korruptu og Orættvisu skipan var nettup at nokta fólkinum undirvísing og útbúgving. At halda tey óupp- lýst. Hetta er sum so ikki nakað ókent fyri- brigdi, tí í ollum londum við einaræðisstýrum og einaræðisharrum hevur besta vápn-ið nett- up verið at taka frá fólki møguleikan fyri und- irvísing og útbúgving. HVÍ taka hetta fram her heima hjá okkum kundi verið spurt, tí vit hava jú eitt væl útbúgvið og upplýst fólk! Við útbúgving og upplýsing røkkur tú ongantíð á mål, tí skiftandi tíðir seta nýggj krov til bæði undirvísing og útbúgving. Og tí átti boðskapurin hjá einum og hverjum førvyskum politikara eisini verið tann sami sum hjá Nelson Mandela: útbúgving. VIT hava onga grund til at klaga sum so, tí vit hava eina góða útbúgvingarskipan og vit hava meguleikar at útbúgva okkum víðari í oðrum londum, her serstakliga Danmark. Alt gott um tað. Men spurn-ingurin er, hvussu vit koma uppaftur víðari og kunnu brúka okkara útbúna fólk til at skapa búskapi okkara enn betri kor at virka undir. M.a. umboð fyri hetta lands- stýrið hava lagt stóran dent á nettup út-búgv- ing sum ein av lyklunum til storri sjálvbjargni og til ein meira fjøltåttadan búskap. Hetta taka vit oll undir við. TÝSKVOLDIÐ hildu tveir navnframir skotar fyrilestur í Havn um utbugvingarmøguleikar í Skotlandi. Hóast væl lyst møttu bert fá fólk. Hetta er stórt spell, tí nógvar kreftir eru lagdar í at fáa menninar henda vegin. Tað skuldi verið so upplagt, at í minsta lagi tey fólk, sum dagliga fáast við útbúgving, mettu til slíkar fyrilestrar og tá eisini okkara politikarar. Hetta vildi eisini verið í tråd við ta lønarhækkan politikararnir hava fingið. Eitt minstakrav má vera, at teir eisini í frítíðini taka til sín alt tað teir kunnu av vitan. Vitan um hvussu okkara ungu kunnu fara til Skotlands at útbúgva seg er eisini í tráð við rikna politikkin. Annars eiga bæði Figgjarmålast, Strandf. og Atlantic Air- ways tøkk uppiborna fyri stuðul teirra til at fáa hesar menn henda vegin. Fyrilestrarnir í gjårkvøldiå um oljuvinnuna hava eisini tydning fyri okkum, tí vit foroyingar hava brúk fyri at hoyra hvat óheftir og professionellir fakmenn hava at siga um hesa fyri okkum fullkomiliga nýggju vinnu. Tað hesir kunnu leggja fram kann vera gull vert fyri okkum. Sosialurin Torsvøllur, oyggjaleikir og Utvarp Foroya Utvarp Føroya gjørdi í sein- astu viku nógv burturúr, at Tórshavnar Býráð sendir trý umboð til oyggjaleikirnar á Gotlandi í sambandi við, at Tórshavn vil skipa fyri oyggjaleikunum 2005. Borgarstjórin mátti standa skúlarætt, tå hann aftur og aftur varð spurdur, um tað nú er neyðugt at nýta 40000 krónur av skatta- borgarans peningi til tílíka ferð. Eisini var samrøda við formannin í oyggjaleika- nevndini um tydningin at hava byarpolitikarar vid til Gotlands at hjålpa at fåa oyggjaleikirnar til Havnar 2005. Ein illgruni var at héma i bådum samrødun- um. Ístaðin fyri at såa iva um ferdina hjå byarpolitikarun- um å Gotlandi, åtti Utvarp Føroya heldur at vent kik- aranum oman í Gundadal og greitt fólki frá, hverjar óneyðugar upphæddir har verða nýttar. Tá eru tær 40000 krónurnar smápen- ingur. Tað kann tykjast logið, at eitt ferðalag frá Býráðnum fer til Gotlands at hjálpa at fáa oyggjaleikirnar til Havnar 2005, samstundis sum býráðið gevur loyvi til eina hálva loysn í Gunda- dali fyri skjótt 20 milliónir. Leivur Hansen | Sunnudagin hevði Útvarpið samrødu við borgarstjóran, sum segði, at býráðið leggur alla orku í, at oyggjaleik- irnir vera í Havn 2005. Longu í juli mánaði næsta ár skal ein fullfíggjað ætlan sendast aðalstýrinum fyri oyggjaleikirnar. Eitt krav frá aðalstýrinum er, at oyggjaleikirnir eru á einum stað, tað vil siga, at ein rennibreyt skal gerast í Havn, og fyrireikingarnar mugu byrja beinanvegin. Hví hevur Býráðið so ikki frá byrjan kravt, at fyrireik- ingarnar til rennibreytina um Térsvøll vórðu gjørdar beinanvegin. Nú arbeiða fólk av lívsins kreftum at seta upp ófantalig betong- element, sum gll standa har rennibreytin skal vera. Ein forðing var spreingi- arbeiðið á norður/eystur síðuni, men á vestursíðuni eru áskoðaraplássini eisini segg út á økid hjá renni- breytini. Bert húsið hjá Fót- bóltssambandinum gevur pláss fyri rennibreytini. Og sum rosinan í pylsu- endanum hevur býráðið júst játtað hálva millión í meiri- stuðli til áskoðarapláss suð- ureftir, sum ikki pláss eru til, tá ið stadionið skal ger- ast liðugt um eini tvey ár. Nú er knappliga meira peningur tøkur. Og alt hetta verður gjørt, meðan fólk frå býráðnum eru á Gotlandi og arbeiða fyri at fáa oyggja- leikirnar til Havnar 2005. Hetta hongur bara ikki sam- an. Poul Michelsen Køn fólk siga, at tað kostar minst eina millión at stoypa nýggj fundamentir og flyta hesi tungu betongelement- ini, sum peika upp í himm- alin. Ein rokning uppá eina millión er komin frá teim- um, sum teknaðu upprun- aliga Térsvøllin. Hesar stóru upphæddir nevndi Utvarp Føroya ikki vid ein- um orði, tå tosað varð við borgarstjóran, men heingir seg í tær 40000 krónurnar til gotlandsferðina. Fyri kortum var útvarps- prát millum Hera Ziska frá frælsa ítréttinum og Poul Michelsen frá Tórsvelli. Í samrøduni gav Poul Mich- elsen til kennar, at hann ynskir rennibreytina har piparið grør og tosaði, sum um hann átti Gundadal. Heri Ziska endaði við at siga, at hann hevði ilt við at ímynda sær, at rennibreyt kom í Gundadali, sjálvt um fólk fóru at berjast fyri rennibreytini. Tí royndirnar í Føroyum visa, at fyribils- loysnir gerast tíanverri endaligar loysnir. Poul Michelsen segði orðarætt at enda í útvarps- samrøduni: >Ég kann gott føla… ella fylgja, hvis Heri hevur tað mótsatta følilsi, at teirra dreymur er brostin<. Júst hesin setningurin er áhugaverdur og sigur nógv í øllummålinum um Tórs- vøll. Eingin ivi er um, at seinasta orðið um Gundadal ikki er sagt enn. Tað fyrsta býráðið skuldi gjørt var at broytt nevndina í Térsvølli, ella niðurlagt partafelagið og sjálvt yvir- tikið Térsvøll. So fingu vit eitt snotuligt stadion í høv- uðsstaðnum, sum borgar- arnir høvdu verið fegnir um, og tann upprunaligi mál- setningurin var rokkin. Kaj Leo Johannesen I bløðunum leygardagin sigur fótbóltsmaðurin og formaðurin í mentanar- nevndini í Havn, Kaj Leo Johannesen, at rennibreytin kann gerast uppi í Hoydøl- um. Álvaratos Kaj Leo, er tað veruliga tín meining, at nógvu skúlarnir í Havn skulu longu leið niðan í Hoydalar, bara tí fótbólts- menninir nú kanna sær Gundadal, sum frá byrjan varð ætlað einum snotulig- um stadioni í Havn? I samrødu við Sjónvarpið sunnukvøldid vildi borgar- stjórin ikki någreiniliga svara, tå ið Tórður Mikk- elsen spurdi hann um renni- breytina í Gundadali. Fer nakað fram aftanfyri leik- tjaldið, sum almenningurin ikki fær at vita um Torsvøll? Okkurt bendir á tann bógv- in. Ella er politikkur veruliga so myrkur, dapur og órætt- vísur, tá ið hann er ringastur. Málið um Tørsvøll er tíverri eitt prógv um hetta. Sjálvandi skulu oyggja- leikirnir 2005 vera í Gunda- dali. Har eru hallirnar, svimjihøllin og so okkara komandi stadion. Nógv fólk verða vónsvik- in, um upprunaliga ætlanin um Tórsvoll verður slept. Gundadalur er ítróttarmið- depulin í Havn, og frælsi ítrótturin og skúlaungdóm- urin skal eisini hava pláss í Gundadali. Í Visby á Gotlandi er stadion við rennibreyt, hví so ikki í Tórshavn. Livst so spyrst. Vagnur Michelsen Føroysk sjomannsmøtir í Hirtshals Síðan føroyska sjómanns- stovan Malta lat upp í 1982 hevur hon virkað sum ein »føroyskur klettur í donsk- um sjógvi<. A Malta vera metir hildin regluliga. Mikukvøld er bønar- og uppbyggingar- meti , héskvøld ungdóms- møti og sunnudag morgunmøti, sunnudags- skåli og evangeliskt møti. Tad verdur lagdur stérur dentur å felagsskapin, og tå møti er å Malta er altid ein drekkamuður at fáa aftaná. Vága vinnulivsverk Set Svend Áge og Jens Eli Ellefsen á vektina, slepp Jó- hann og Atla á Plógv niður á hinumegin. Hvat hendir? Einar Olsen, Gothábsvej 24 Herning Tað búgva umleið 800 føroyingar í Hirtshals, og 12 nótabátar, sum eru heima- hoyrandi í Hirtshals eru mannaðir við føroyskum sjómonnum. Hóast Malta er ein sjómansstova, so eru tað ikki bert sjómenn, sum koma til møtini, og Malta er f dag ein samkoma fyri føroyingar sum búgva í Hirtshals. Eisini venda fólk sær til Malta við ymiskum trupul- leikum og hava fingið hjálp við at finna arbeiði og búð- stað. Eisini hevur Malta verði karmur um jarðarferð- ir, brúdleyp og fødingardag- ar. Skagerak-fundir Skagerak-fundirnir verða sum sagt í hølunum hjá Cosmos Trawl í »Øster- havnen«. Í ár er tað 18. árið at møtini vera hildin og verða møtini 1/7, 15/7 og 29/7 kl. 19:30. Hóast møtini serliga venda sær til sjó- menn eru gll vælkomin, og áftaná metið verður ein hugnaløta við drekkamunni.