Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juli 1999síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 122 - 1. JULI 1999 tíðindablaðið = 9 Årligi arbeiðs- og hugnadagurin verið II. árið á rað skipaðu íbúgvarnir á Norðasta Horni fyri ruddingar- og hugnadegi TURIÐ KJØLBRO Líka síðani Býlingshúsið á Norðasta Horni varð tikið í nýtslu fyri gott og væl 10 árum síðani, hevur stovn- urin saman við eigarafelag- num í økinum skipað fyri ruddingar-, garðs- og hugnadegi eina ferð um ár- ið. Hesin dagurin fellur altíð síðst í juni, um jóansgku- mundið. Og eins og undanfarin ár kom eisini í ár nógv á skafti. Nógvar umvælingar og á- bøtur vórðu gjørdar í sjålv- um økinum hjá býlingshúsi- num, og allur gøturnar i by- linginum vórðu spulaðar. - Eigarafelagið á Norð- asta Horni og Býlingshúsið tosa saman framman undan um, hvat vit kunnu hugsa okkum kemur burtur úr ein- um slíkum degi. Dagurin er ein arbeiðs- og hugnadagur, har íbúgvarnir og foreldrini hjá bórnunum, sum ganga á stovninum, saman eru um nøkur tiltøk, og rudda og fríðka um økid. Tiltakið hevur stóran sosialan tyd- ning, - Í år varð ein nýggjur antennukaðal grivin niður og tað var eitt stórt arbeiði. Í býlingshúsinum vórðu tvær trappur laðaðar og eitt dúrk stoypt í einum báti, sigur Asa Egholm, leiðari í Býlingshúsinum á Norðasta Horni. Byrjað varð við morgun- mati. Síðani varð farið í gongd við at arbeiða. Und- anfarin ár hava tey grillað pylsur á døgverda, men veðrið var ikki tað rætta hesa ferð til tað, tí var annað til matna. Allan dagin stóðu køkur og kaffi frammi, sum foreldraráðið í býlingshúsi- num hevði syrgt fyri. Seinnapartin um trítíðina, tá ið allar uppgávurnar vóru lidnar, vóru fótbóltur og togtugan á skránni — millum allar aldursbólkur, gentur og dreingir, konur og menn. Býlingurin var býttur í tvey, heimara- og uttara part, og síðani varð spælt ímóti hvør øðrum. - Tá ið fótbólturin er á skránni, koma øll í økinum uppí, og dystirnir verða tiknir í ramasta álvara, har vinnarin fær eina silvurplátu, sigur Asa Egholm. Um kveldið var dansur. Hetta er 11. árið á rað, at skipað verður hesum tiltaki. Fyrstu árini var luttøkan ógvuliga stór, um 150 fólk. Undirtøkan hesi seinnu árini hevur verið minkandi og hendan dagin síðst í juni vóru um 50 fólk. - Vit sakna teir ungu til- flytararnar, sum eru búsettir á Norðasta Horni seinnu ár- ini. Vit síggja ikki nógv til teir, sigur Asa Egholm. Býlingshúsið á Norðasta Horni er normerað til 45 børn, men 54 børn hava sína dagligu gongd í vøggustovuni og barnagarðinum. Starvs- fólkini eru tólv í tali. Pedagogblaðið og Skúlablaðið komið TURIÐ KJØLBRO Pedagogblaðið og Skúla- blaðið, tey seinastu fyri summarsteðgin, eru komin út. Sáttmálasamráðingarnar seta sjálvsagt sín dám á blaðið, tær avgreiddu hjá Pedagogfelagnum, og tær, sum fara fram í hesum døg- um hjá Føroya Lærarafelag. Í oddagrein og grein í Pedagogblaðnum skrivar Carita Bjørklund, forkvinna felagsins, at tað hevur verið eitt strævið arbeiðsvár hjá Pedagogfelagnum. Sátt- málasamráðingarnar hava tikið hópin av tíð, nógvar spekulasjónir hava verið, og nógv ivamál um, hvussu nú alt fór at enda. Í greinini nemur hon við ymisk viður- skifti, sum vóru á borðinum undir samráðingunum, og onnur, sum hava stóran týdning fyri pedagogiska arbeiðið, men sum ikki eru komin igjøgnum enn. Í blaðnum eru frásagnir um landsstevnuna hjá Javna, um stevnuna fyri menningartarnad å Zarepta, um døgnumlættingarheimid Dåina i Klaksvik, um virksemid å Verkstadnum Virkni og mangt annad. Pedagogfelagið hevur, eins og Føroya Lærarafelag fyri stuttum, fingid heima- síðu á internetinum. Á heimasíðuni, sum tú finnur á hesi adressuni www.peda- gogfelag.fo, ber til at síggja, hvørji nevndarlimirnir og álitisfólkini eru, lógir felag- sins og sáttmálin um felags- lívstryggingina. Heimasíðan er ikki liðug enn. Sáttmálar og løna- rtalvur verða eisini lagdar út á netið, somuleiðis av- talur um eftirlønarskipanir, skeiðtilboð og onnur tíðindi frá felagnum. Tær, ið skriva og leggja Pedagogblaðið til rættis, eru Jórun Hvidbro, Her- borg N. Debess, Katrin Hansen og Esther Abra- hamsen. Skúlablaðið Mangt orðið er havt á munni síðani minniliga aðalfundin hjá Føroya Lærarafelag í vár, tá ið gamla nevndin í felagnum varð vrakað. Skúlablaðið hesa ferð ber dám av tí, ið tá fór fram, men annars eisini av ósemjum og orðatvídrátti um annað. I kunning til limirnar í Føroya Lærarafelag skriv- ar Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í felagnum, at nevndin hevur í hyggju at taka upp aftur siðin at vitja skúlarnar um landið. Limirnir í økinum kunnu sjálvir gera av, hvørji evni verða umrødd. Forkvinnan sigur víðari, at so skjótt sum stríðið hjá Yrkisfelag HF- og studentaskúlalærarunum var av, sendi Føroya Lærarafelag skriv til landsstýrismannin í undirvísingarmálum, har heitt varð á hann um at leggja lógaruppskot fyri Løgtingid um broyting í Lógtingslóg um fólkaskúlan grein 20. Í hesi kunngerð stendur, at næmingatalið eigur vanliga ikki at fara upp um 24 við skúlaársbyrjan. Felagið vil hava greinina broytta til, at næmingatalið í øllum flokkum fólkaskúlans skal ikki fara upp um 24. Abyrgd av Skúlablaðnum hevur Hanus T. Bærentsen, lærari í Klaksvík. Býlingshúsið á Norðasta Horni er miðdepiin í býlinginum og verður nógv brúkt. Myndir: Jan Miller ...sum eigur at vera í tínum SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955 E-mail: tryorin(Q post.olivont.fo